Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 55 - 19. mars 2004 Nr. 55 - 19. mars 2004 17 Tá One World Beat alheimstiltakið leygarkvøldið heldur fram í Mentanarhús- inum í Fuglafirði, er hugnin og góði tón- leikurin í hásæti og kvøldið er ætlað til- komna ættarliðnum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hesa vikuna fylgir Sosial- urin stórhendingini, sum Mentanarhúsið í Fuglafirði er karmur um um vikuskift- ið. Fyrsti alheims (globali) festivalurin fer av bakka- stokki í 40 londum sam- stundis og Føroyar eru part- ur av hendingini, ið er væl- gerðartiltak til frama fyri AIDS rakt børn. Fríggja- kvøld er kvøld teirra yngru, meðan leygarkvøldið er ætlað teim tilkomnu og eru bólkarnir, sum spæla til cafe og dans eisini skipaðir eftir hesum. Vit hyggja nærri eftir bólkunum og hava spurt teir um manning og hví teir stuðla tiltakinum One World Beat. Tíverri eydn- aðist ikki at fáa orð á allar bólkarnar innan evstamark, men vit tekna tó eina nokk- so fullfíggjaða mynd av teimum, ið fara á pall leyg- arkvøldið. Twilight Bólkurin er millum roynd- astu bólkar í landinum og er vælumtóktur til dansitil- tøk og veitslur. Bólkurin hevur eisini sermerkt seg á tann hátt, at tað hevur eydn- ast at halda saman í mong ár og eisini at fáa til vega góða útgerð og ein so frá- líkan buss, har rúm er fyri bæði útgerð og góðum ferðamøguleikum. Og hetta er ofta komið væl við hjá bólkinum, sum eittnú hevur verið á tónleikaferð í Ís- landi meira enn einaferð. Í Twilight leika Kartni Fornagerð, bass, Robert Magnussen, guitar og sang, Einar leikar trummur og Hans Andreas Højgaard keyboard og umframt eru eisini aðrir tónleikarar við bólkinum, sum ofta letur bæði tónleik og útgerð til størri tiltøk. Tey av Kamarinum Hesin bólkurin er óivað elsti virkni bólkurin í land- inum. Komandi ár hevur bólkurin spælt í 50 ár og er hetta so at siga uttan slit. – Vit leika á okkara 50‘instjúginda ári, í hvussu er eg og Eyðbjørn, sigur Nicolina Jacobsen um tón- leikasøguna hjá systkjun- um báðum. Bólkurin hevur givið nakrar útgávur út og telist millum undangongufólkini, sum vóru við frá byrjan innan útgávuvirksemi í Føroyum. Í dag er manningin hend- an: Nicolina, sang, Eyð- bjørn, ljómborð, Jóan Petur Andreasen, ljómborð og Árni Andreasen, guitar og hevur henda manning spælt nú í nøkur ár. Martin Joensen Hann kenna vit frá øllum teim frálíku sangunum, sum í dag mangir eru fólka- ogn. Fleiri útgávur hevur hann á baki, bæði solo og saman við øðrum. Martin leikar sjálvur guitar og syngur og afturat sær hevur hann góða manning. Eyðun Hansen á guitar, Pauli Magnussen, bass og Jónleif Jensen, trummur. Tilfarið er alt eftir Mar- tin, men fleiri nýggjar út- setingar eru og so er eisini ymiskt, sum hann hevur givið út saman við øðrum, t.d. Vestmonnum, og ymiskt eftir Martin, sum onnur hava spælt og sungið inn, so lagt er upp til eina hugnaløtu við nýggjum og góðum gomlum, sum mong helst kunnu njóta og kanska eisini syngja við. Tey tilkomnu eiga leygarkvøldið Ronnie Poulsen Hann gjørdist kendur, tá hann tók lut í singer/song- writer kappingini á Hafnia. Hann spælir, saman við Sveini, sjálvandi eisini sítt tilfar, sum er í hesum stílin- um og er hetta so sera hósk- andi til júst eitt kvøld, ið er skipað sum cafe, har dans- urin seinni tekur yvir. Fluffy Toys Tað hevur ikki eydnast at fáa orð á menninar í Fluffy, men teir borga fyri góðum og vælspældum tónleiki frá 60’unum og fram í 90’ini. Teir fimm eru væl saman- spældir og fara at taka um endan á stuðulsdansinum leygarkvøldið - Einar, Dag- finn, Bjarni og Kenneth eru nakrir av sera vælspælandi og vælumtókta bólkinum Fluffy Toys. Ronnie og Sámal Teir eru kendir hvør í sín- um lag og síðstu mongu árini eisini sum duo. Teir eru í fólkatónleiknum fyri tað mesta og fólk flest kenna seg aftur í tónleikin- um, sum dugnaligu tónleik- ararnir og undirhaldararnir borga fyri. Ronnie Nielsen og Sámal Ravnsfjall hava mangan Kolbein Simonsen afturat sær á bassi og ger tað ikki støðuna verri, hel- dur tvørtur ímóti. Afeginn Hetta er sera vælleikandi danskur bólkur, sum eisini tekur lut í One World Beat og teir hava lagt seg eftir folk-rock tónleikinum, so teir hóska eisini væl í heildina. Tey tilkomnu Allir tónleikararnir, ið tað eydnaðist at koma í sam- band við innan evstamark, siga seg fegnast um tiltakið. – Tað er gott, at slíkt verður gjørt, tað kundi gott verið oftari, at slík hjálpar- tiltøk vóru, sigur Nicolina Jacobsen. – So avgjørt eitt gott til- tak og spennandi er, at tað er globalt. Vit eri við gleði við til at stuðla, sigur Mar- tin Joensen. Og Kaj Johannsen frá FUT, sum samskipar tiltak- ið, hevur eisini borið fram, at vælvildin er sera stór í samband við fyrireiking- arnar. Lagt er upp til eitt gott og hugnaligt leygarkvøld fyri tilkomna lurtaran í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði og so kann ein enntá stuðla góðum endamáli, bert við at hugna sær og njóta góð- an tónleik. One World Beat er alheimsfestivalur, har øll arbeiðsorka er sjálvboðin og peningurin fer í ár til børn, ið hava Aids/HIV. Felagsskapurin Keep a Child Alive arbeiðir fyri hesum og fær peningin. Føroyar eru partur av alheimsfestivalinum, sum fer av bakkastokki í 40 londum samstundis. Í Føroyum er Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um tiltakið 19. og 20. mars. FUT er høvuðsfyrireikari. Til ber eisini at stuðla við at fara inn á heimasíðurnar hjá omanfyri nevndu felags- skapum. Í Føroyum fara dugnaligir á pall í Fuglafirði um viku- skiftið; fríggjakvøldið er fyri yngraættarliðið og leygar- kvøldið meira fyri tey tilkomnu, har hugnin er í hásæti við tónleikacafé og góðum dansi. Keep A Child Alive Keep A Child Alive hevur til endamáls at útvega lívs- neyðugan heilivág til tær 3,2 milliónirnar børn, ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS) í triðja heiminum. Hvønn minutt doyr eitt barn, tí at tað ikki hevur atgongd til lívsleingjandi antiretrovirala (ARV) viðgerð, og Keep A Child Alive hjálpir við at útvega antiretroviralan heilivág til tey børn, ið liva við HIV/eyðkvæmi (AIDS). www.keepachildalive.org One World Beat One World Beat er eitt non-profit-tiltak við høvuðssæti í Sveits. Endamálið er at savna samfelagsáhugaðar tónleikarar og vælgerð til frama fyri sosiala broyting; Tónleikur ið ger Mun! One World Beat er eitt samtak av sjálvbodnum, og festivalurin loyvir tónleikarum og sjálvbodnum framat einum palli at bera sín boðskap fram, meðan teir styrkja tilvitanina hjá øllum Heiminum. Á hendan hátt útvegar festivalurin alneyðugan pening til at stuðla neyðstødd- um. One World Beat samstarvar á hvørjum ári í felag við nógvar vælgerðarstovnar um hetta málið. www.oneworldbeat.org Fakta Tey av Kamarinum Ronnie og Sámal eru kendir hvør í sínum lag og síðstu mongu árini eisini sum duo C M Y K 17 16 Tilboðið er galdandi, tá tú teknar televarpshald Fylg við... Televarpsmóttakari fyri 1.695,- spar 500,- Televarpið tel 340340 televarp@televarp.fo team85 ... í spennandi endaspælinum í Champions League á TV3+ og Viasat Sport í Televarpinum. Nógvar nýggjar áhugaverdar sendingar byrja í næstum á TV3 og TV3+ einans BLUFF - hvørt týskvøld á TV3 CHAMP. LEAGUE FARMEN hvørt mánakvøld á TV3 www.televarp.fo hygg inn á SAS LIGAN MENNINGARLEIÐARI VIÐ VISJÓNUM Visjónin hjá Føroya Sparikassa er at vera brúkaravinaligasti peninga- stovnur í Føroyum. Í Sparikassanum starvast 172 fólk á 16 deildum kring um í landinum. Á deildunum veita vit ráðgeving og selja fíggjarligar tænastur, har aðalvirðini eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Á menningardeildini, Yviri við Strond 2, starvast 8 fólk. Reproz Vit sóknast eftir leiðara til nýggju menn- ingardeild okkara. Menningarleiðarin gerst partur av einari fyritøku við hugsjónum og málum innan prosess- og produktmenning. Fyritøkan skal støðugt mennast, so Sparikassin eisini í framtíðini megnar at veita kundunum framúr góða fakliga og persónliga ráðgeving. Fyri at røkka hesum málum krevst ein góður og sjálvstøðugur menningarleiðari við hóskandi útbúgving og royndum á KT- og fyrisitingarøkinum. Ynskiligt er at um- søkjarar hava royndir frá peningastovni, projekt- og leiðsluroyndir. Uppgávurnar hjá menningarleiðaranum verða at hava dagligu leiðsluna og at skipa arbeiðið á KT- og fyrisitingarøkinum. Menningardeildin mennir og røkir tøkni- liga samskiftið, virkisgongdir og tænastur í tøttum samstarvi við stáps- og rakstrar- deildir Sparikassans. Menningarleiðarin hevur, við tilvísing til stjórnina, ábyrgdina av KT- og fyrisitingar- politikki Sparikassans – herundir strategi, bygnaði, virkisgongdum og trygd innan økið. Trivnaðurin og arbeiðsgleðin millum starvsfólkini hevur avgerandi týdning fyri Sparikassan, og á hesum økjum skal menningarleiðarin vera virkin. Evnini at samstarva, samskifta og virka í einum umhvørvi, sum støðugt broytist, mugu vera góð. Vit ynskja okkum eina eldsál, ið eggjar øðrum til og torir at ganga á odda. Umsøkjarin skal vera sinnaður at menna seg bæði fakliga og persónliga. Starvið verður lønt sambært avtalu. Áhugað eru vælkomin at venda sær til Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðara, tel 348510 marjun.eystberg@sparikassin.fo ella til Marner Jacobsen, forstjóra, tel 348571. Umsóknir skulu verða Sparikassanum í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 7. apríl 2004. Tær skulu stílast til: FØROYA SPARIKASSI Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari Yviri við Strond 2 FO-100 Tórshavn