fríggjadagur 19. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 55 - 19. mars 2004
Nr. 55 - 19. mars 2004
19
Fyrst og fremst eri eg bara Tina
Orðini eigur 28 ára
gamla Tina Jacobsen
av Sandi, sum í fjør
spretti sum samkynd.
Hon sigur seg ikki
vera broytta nakað
stórvegis, bert tí hon
nú livir saman við
eini kvinnu. Har aft-
urímóti heldur hon,
at mong síggja hana
við øðrum eygum nú.
– Eg eri so ótrúliga
nógv onnur ting enn
bara samkynda Tina,
sigur hon. – Fyrst og
fremst eri eg bara
Tina, persónurin, við
somu eginleikum
sum áðrenn eg
spretti. Og eg vil
verða góðtikin fyri
tað sum eg eri, á
jøvnum føti við øll
onnur í landinum
KÆRLEIKSSØGA
Eydna Skaale
23. apríl í fjør hevði Tina
havt ein ringan dag. Ein tí-
líkan dag, tá alt bara er av
hundunum til. Hon hevði
verið í skúla á fróðskapar-
setrinum og fór ein túr nið-
an í SMS, haðani hon
ringdi til vinkonuna og bað
hana koma niðan í mat-
stovuna Sunset at eta við
sær. Meðan Tina bíðaði
eftir vinkonuni, gekk hon
runt og hugdi í handlar.
Sum ikki einaferð endaði
hon uttan fyri bókasøluna.
Men hon ætlaði sær ikki
inn, tí hon hevði ikki ráð at
keypa nakra dýra bók, og
hon fann næstan altíð okk-
urt, um hon fór inn at
hyggja. So hon stóð uttan-
fyri og hugdi í kassarnar,
sum standa framman fyri
vindeyguni í bókasøluni.
Men einaferð hugdi hon
upp.
– Tað var sum at verða
rakt av snarljósinum. Inn-
anfyri stóð eitt konufólk,
sum eg fyri ein og hvønn
prís mátti tosa við. Eg fór
inn í handilin, men tordi
ikki bara at fara brestandi
yvir og heilsa upp á hana, tí
eg hevði aldrin sæð hana
fyrr og visti einki um hana.
So eg gekk runt inni í
handlinum og skeitti at
henni, meðan alt innan í
mær var kaos. Eg visti ikki,
hvat gekk fyri seg, og eg
var púrasta forvirrað, sigur
Tina smílandi.
Brádliga hoyrdi hon vin-
konuna siga hey og vendi
sær fyri at heilsa aftur. Tá
sá hon, at vinkonan als ikki
hevði heilsað upp á seg,
men at hon stóð og prátaði
við hina gentuna. Tað gingu
ikki nógv sekund, áðrenn
Tina stóð har hjá teimum
við sínum størsta charmu-
smíli.
– Eg mátti tosa við hana,
so eg skeyt upp, at vit fóru
at fáa okkum ein kaffi-
munn. Eg sat og skeitti eftir
henni allatíðina, meðan eg
royndi at finna útav, hvat
hetta vóru fyri kenslur. Eg
hevði onkuntíð fyrr verið
hugtikin av konufólki, men
als ikki á henda hátt,
minnist Tina.
Tina og vinkonan koyrdu
gentuna heim, og hon beyð
teimum at vera vælkomnar
at vitja seg onkran dagin.
– Eg búði í Hósvík tá,
men eg hevði ikki hug at
fara heim. Tað einasta eg
hugsaði um var hina gent-
una. So vinkonan koyrdi
meg til Hósvíkar eftir onkr-
um tingum, sum eg hevði
brúk fyri. Ávegis til Havnar
aftur hugdi eg upp á vin-
konuna og segði henni, at
eg helt eg var samkynd, tí
eg var fullkomiliga burtur í
gentuni, eg hevði sæð. Vin-
konan noyddist at steðga
bilinum, sum hon flenti,
greiðir Tina frá.
– Hon segði mær, at hin
gentan hevði verið gift,
men at tey fóru frá hvørjum
øðrum, og at hon nú var
sprett sum samkynd.
Tá tær komu aftur til
Havnar, fóru tær beint á
vitjan hjá hesi kvinnuni,
sum broytti verðina hjá
Tinu. Tær sótu leingi og
prátaðu, og tá vinkonan fór
heim, varð Tina verandi
eftir.
– Vit hava so at siga verið
saman líka síðan, endar hon
søguna við at siga.
Reaktiónirnar
Tveir dagar eftir hetta
ringdi Tina til mammu sína
og segði henni, at hon var
samkynd.
– Hetta eru sjálvsagt eini
øgilig boð at fáa gjøgnum
telefon, men mamma góð-
tók tað beinanvegin. Hon
flenti bara og spurdi um eg
veruliga var heilt vís í tí.
Og tað var eg. Eg ivaðist
ikki eina løtu, sigur Tina.
Men eitt er at siga tað fyri
familjuni, nakað heilt ann-
að er at skula standa fram
fyri vinfólkunum. Tina sig-
ur, at hon satt at siga vænt-
aði at missa nøkur vinfólk.
Men so var ikki, tíbetur.
Vinfólkini vístu seg at vera
sera stabil og eingin av
teimum tók seg burtur.
– Tvørturímóti eru tað
ógvuliga nógvar positivar
viðmerkingar. Vit verða
ofta steðgaðar serliga av
konufólki, sum stuðla okk-
um og siga, at tað er gott, at
vit tora at standa fram.
Mannfólkini koma sum
oftast við fløtum viðmerk-
ingum, sum mest av øllum
handla um kynslívið, t. d. at
teir høvdu viljað verið
fluga á vegginum í kamar-
inum, sigur Tina meðan
hon ristir við høvdinum.
– Vit plaga at svara, at
um tú var fluga, hevði eg
viljað havt ein flugusmekk-
ara, sigur hon flennandi.
Men hóast hon næstan
bara hevur fingið positivar
reaktiónir, so eru hóast alt
nøkur ting, sum hon heldur
seg frá.
– Eg havi t. d. aldrin ver-
ið og svomið síðan eg
spretti. Tí eg eri bangin fyri
reaktiónunum har. Eg skilji
væl, um onkur hevði kent
seg ótrygga at verið nakin
framman fyri mær. Og eg
hevði eisini verið bangin
sjálv. Tær høvdu verið
bangnar fyri, hvat eg hugs-
aði, og eg hevði verið bang-
in fyri, hvat tær hugsaðu.
Sjálvt um eg havi sæð
nógvar naknar kvinnu-
kroppar fyrr, so er støðan
broytt nú, eftir at eg eri
sprottin, sigur Tina.
Men hon leggur sam-
stundis stóran dent á, at hó-
ast hon hyggur eftir konu-
fólki, so er tað als ikki á
sama hátt, sum tá flestu
mannfólk hyggja.
– Vit seta ikki focus á tað
sama sum mannfólkini gera.
Eg hyggi mest eftir einum
vøkrum andliti ella penum
eygum. Mótsatt monnunum
eru afturparturin og bringan
ikki tað, eg í fyrstu atløgu
hyggi eftir, leggur hon
flennandi afturat.
Støðan verri hjá
gjeikarunum
Tina greiðir tó víðari frá, at
positivu reaktiónirnar ikki
eru galdandi fyri øll sam-
kynd. Tað er nógv verri hjá
samkyndum monnum at
verða góðtiknir, í øllum
førum her á landi.
– Tað er sera umráðandi
hjá menniskjanum at kunna
bólka onnur fólk í kassar.
Fyri líkasum at kunna hava
skil á verðini og umheimin-
um. Menn eru menn og
konur eru konur, og menn
og konur hoyra saman. Men
vit í Friðarboganum kunnu
ikki bólkast á sama hátt, tí
vit fella uttan fyri vanliga
mynstrið. Vit skapa kaos í
ein annars vælskipaðan
heim, greiðir Tina frá.
Hon heldur munin á les-
biskum og gjeikarum vera
so stóran, tí fólk hava nógv
lættari at síggja ímillum
fingrar við tveimum konu-
fólkum enn við tveimum
mannfólkum. Vanliga hugs-
anin tykist vera, at »konu-
fólk eru so fitt og mild, tær
leiðast, klemmast og kelast
bara« og tað er í lagið. Men
tá tað kemur til gjeikararnar
gerst myndin beinanveg ráð
og meira fokuserað á sexu-
alaktina sjálva. Ein mynd,
sum ikki fæst at passa í
nakran kassa.
– Tí haldi eg nógvir av
teimum yvirdríva sína fem-
ininu síðu so nógv. Tú veist,
við leysum handliðum og
krosskastaðum
beinum.
Sjálvt um teir eru samkynd-
ir eru teir framvegis mann-
fólk, teir skifta ikki kyn.
Men tá teir uppføra seg
feminint, er tað eitt sindur
lættari at síggja ímillum
fingrarnar við teimum.
Fólk hava heilt einfalt lætt-
ari við at góðtaka teir. Tá
teir eru kventaligir og
neyðarsligir fáa teir frið, tí
tá verða teir sæddir sum
»konufólk« og hava auto-
matiskt minni at siga. Fólk
kenna seg líkasum minni
hótt av teimum tá, sigur
hon.
At liva við eini kvinnu
Mannfólk og konufólk eru
so ótrúliga ymisk. Tí heldur
Tina ofta, at tað er lættari
hjá sær og damuni at liva
saman, samanborið við
vanlig tvíkynt paraløg. Tær
skilja hvørja aðra nógv
betur enn mannfólk og
konufólk
hava
nakran
møguleika til at gera. Men
hinvegin eru eisini trupul-
leikar, sum vanlig pør ikki
hava at stríðast við.
– Fólk spyrja ofta, hvør
ið er kvinnan og hvør ið er
maðurin í forholdinum.
Men tað eru aftur hasir væl-
signaðu kassarnir, sum fólk
hava tørv á. Vit eru báðar
kvinnur. Tað snýr seg ikki
um kyn, men um persónlig-
heit og áhuga. Í øllum para-
løgum átaka partarnir sær
ávísar rollur. Í nógvum hin-
kyndum paraløgum er tað í
veruleikanum konan, sum
er í buksunum, meðan
maðurin er í »kjólanum«.
Hjá okkum eri tað t. d. eg
sum vaski klæði og hon
sum ger mat. Og tað er av tí
einu orsøk, at henni dámar
at gera mat, meðan eg ikki
kann tola tað. Hon kann
ikki fordraga at vaska
klæðir, men tað haldi eg
vera ok. Tað er ikki so, at
ein okkara hevur átikið sær
konurolluna og ger alt tað
húsliga arbeiðið, men hin
hevur mansrolluna, drekkur
kaffi og hyggur í sjónvarp.
Tina sigur víðari, at
summar samkyndar tilvitað
velja at gerast eitt sindur
minni femininar fyri at
markerað seg. Hetta er tó
als ikki galdandi fyri allar.
– Eg havi ikki skift stíl,
eftir at eg eri sprottin. Eg
nýti t. d. ikki sminku, men
tað havi eg aldrin gjørt. Tað
er bara soleiðis, eg eri. Tað
• Umleið 10. hvør persónur sigst vera samkyndur.
• At spretta merkir, at standa fram sum verandi
samkyndur.
• Friðarbogin, felagið fyri sam- og tvíkynd her á
landi, var stovnaður 18. oktober 2003.
• Síðani tá er limatalið níggjufaldað. Eisini eru
fleiri stuðulslimir.
• Aðalendamál felagsins er at arbeiða fyri polit-
iskari, mentanarligari og sosialari frígering hjá
sam– og tvíkyndum í Føroyum.
• Tey vilja arbeiða fyri, at tað skal vera óneyðugt
hjá sam- og tvíkyndum at rýma av landinum. Ser-
liga samkynd mannfólk kenna seg trýst til hetta.
• Tey vilja arbeiða fyri at stovna ráðgeving til
sam- og tvíkynd og til familju og vinir hjá hesum.
• Øll, sum eru sam- og tvíkynd kunnu gerast limir.
• Øll, sum taka undir við endamálum felagsins
kunnu gerast stuðulslimir.
Fakta
hevur einki við mítt kynslív
at gera.
Bíblian?
Tina sigur seg ikki vera
nakað serliga trúgvandi.
– Eg trúgvi heldur, at tað
finnst okkurt gott í menn-
iskjanum, sum er drívkraft-
in í lívinum. Eg síggi søg-
una um Adam og Evu, sum
eina mynd uppá, at manna-
lívið byrjar. Ikki sum eitt
modell upp á tað einasta
rætta. Trupulleikin við tí
kristna vinklinum her á
landi, er, at hann er so for-
dømandi. Men her eru eis-
ini nógvir profilsterkir per-
sónar, sum hava sera negat-
iva ávirkan. Tað eru so
nógv vers í bíbliuni, sum
kunnu tulkast upp á nógvar
ymsar mátar. Tað er lætt at
pilka nøkur burturúr, sum
kunnu nýtast til argument
móti okkum. Tað er júst
hetta, sum hevur gjørt
Bíbliuna til besta terror-
amboð í søguni.
– Her á landi haldi eg, at
bíblian virkar meira lívsav-
markandi enn lívsjáttandi.
Aðrastaðni, í øðrum kristn-
um samfeløgum, verða
samkynd góðkend uttan
nakran trupulleika. Men
her vilja tey hava, at vit
skulu
broyta
okkum.
Summi taka tað veruliga
persónligt, sum um teirra
lívsvirði minkar, bara tí at
vit eru til. Tað einasta vit
ynskja er at verða góðtikin,
sigur ein álvarsom Tina.
Summi halda eisini, at ert
tú samkyndur, so ert tú
sjúkur. Og fleiri eru bangin
fyri, at tað kann smitta ella
ávirka tey í nærumhvørvin-
um hjá teimum samkyndu.
Men Tina flennir bara,
meðan
hon
ristir
við
høvdinum.
– Hatta er nakað for-
ferdiligt fjas. Umhvørvið
kann ikki broyta fólk,
hvørki á ein ella annan hátt.
Um sexualitetur smittaði,
so høvdu eingi fólk verið
samkynd, tí vit eru jú ein so
ógvuliga lítil bólkur í sam-
felagnum. So høvdu vit
sjálvandi verið sum øll hini.
Men hon leggur so afturat,
at tey kanska kunnu ávirka
fólk til at gerast meira opin,
soleiðis, at tey tora at lurta
eftir sær sjálvum og sínum
kenslum. Og so gera tað,
sum er natúrligt fyri tey.
Vón fyri framman
Hon roknar tó við, at tað
um nøkur ár fer at vera
lættari at verða góðtikin
sum samkyndur her á landi.
Um skúlar og barnagarðar
góðtaka tey samkyndu, og
tosa natúrligt við børnini
um tað, so verður skjótt at
fáa útruddað alla fordøm-
ing. Børn eru opin og taka
til sín tað, sum verður lagt
niður í tey. Tað eru tey
vaksnu, sum avgera, hvønn
hugburð børnini fara at
hava.
– Tað er stórur munur á,
hvussu mítt ættarlið tók
ímóti mær, tá eg spretti, og
hvussu summi av teimum
eldru
í
Friðarboganum
vórðu móttikin, tá tey trinu
fram. Um nøkur ættarlið
verður tað vónandi gjørligt
at verða góðtikin, sjálvt um
tú ikki kanst koyrast í
nakran kassa, sigur Tina at
enda.0
– Vit vilja avgjørt ikki vera ein hóttan fyri nakran. Tað einasta
vit ynskja er at kunna liva á jøvnum føti við øll onnur, sigur
Tina Jacobsen.
C
M
Y
K
19
18