fríggjadagur 19. mars 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 55 - 19. mars 2004
Nr. 55 - 19. mars 2004
21
Frá
donskum
forskúla
út á bygd
Fyrst í hesum árinum
lat ein útibarnagarð-
ur upp í Haralds-
sundi. Ein útibarna-
garður, sum hoyrir
undir dagstovnin
Mylnuhúsið í Klaks-
vík. Har ganga 20
børn og eitt av teim-
um er sjey ára gamla
Sára, sum er komin
úr Keypmannahavn
út á bygd í útibarna-
garð
BARNAANSING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Haraldssund:
Ein av gentunum, sum
gongur í útibarnagarðinum,
er sjey ára gamla Sára. Hon
hevur júst fylt sjey og skal í
skúla í summar.
Hon og familja hennara
flutti til Klaksvíkar at
búgva í fjør eftir at hava
búð í Keypmannahavn í
nógv ár. Sostatt er Sára
komin úr forskúla í einum
stórbýi út á bygd at ganga í
útibarnagarð. Hon sigur, at
henni dámar øgiliga væl, og
tað liggur eisini væl fyri hjá
henni at tosa føroyskt.
Pápi hennara, Edvard,
sigur, at tey fegnast um
hendan møguleikan, sum
dóttir teirra hevur fingið.
– Hetta er sjálvandi nak-
að heilt annað, enn tað hon
er von við niðrifrá. Hon er
farin frá at forskúla í Dan-
mark til at fanga krabbar í
Haraldssundi. Men tað er
fínt, og hon trívist væl, sig-
ur hann.
Sára og foreldur hennara
búgva í Klaksvík, og tey
ivaðust í fyrstuni, um tey
skuldu taka av tilboðnum í
Haraldssundi.
– Hetta var áðrenn vit
funnu útav, at bussurin
steðgar á vegnum niðri
undir húsunum hjá okkum
á veg til Haraldssunds. Tí
vit hugsaðu bara um,
hvussu vit skuldu kunna fáa
hana norður til Haralds-
sund hvønn dag, tá vit ikki
hava bil, greiðir hann frá.
Útibarnagarðurin hoyrir
sum sagt undir Mylnuhús-
ið. Bussur fer frá stovnin-
um um hálvgum tíggju tíð-
ina hvønn morgun norður
til Haraldssund, og um
børnini mugu møta fyrr enn
tað, so eru tey í Mylnuhús-
inum inntil tá.
Góðar umstøður
Børnini, sum ganga í úti-
barnagarði í bygdini, mugu
sigast at hava sera góðar
umstøður. Serliga tá havt
verður huga, at útibarna-
garðar vanliga ikki hava
somu umstøður at húsast í
sum vanligir barnagarðir.
Útibarnagarðurin húsast í
bygdarhúsinum, og har er
gott pláss til børnini at
reika runt í, tá veðrið ikki
er tilvildar at fara út.
Fyri tað mesta halda tey
til uppi á loftinum í húsin-
um, men har er eisini ein
stórur salur, har tey eta
matpakkarnar, tá tað ikki
viðrar til tess úti.
Og hendan dagin tað er
opið hús, er dekkað upp
inni í salinum til allar gest-
irnar, sum so kunnu sessast
og fáa ein góðan kaffimunn
við onkrum søtum afturvið.
Grækarismessudagur er,
og tað sást eisini aftur á tí
eini køkuni, sum mamma
eitt av børnunum hevur
bakað. Hon er pyntað við
tveimum tjøldrum, og tað
er nakað, sum børnini
ganga høgt uppí.
Spæl og gávur
Meðan børnini renna runt
og spæla og av og á steðga
fyri at fáa sær saft og kaku,
stendur streymurin inn av
fólki, sum eru komin á
vitjan. Fleiri hava gávur við
til stovnin, og børnini fegn-
ast um, at tey sleppa at
pakka upp. Leikur og bøkur
eru í teimum flestu pakkun-
um. Í onkrum er okkurt
spæl, og børnini leggja í
vaðið at spæla.
Øll foreldrini eru á einum
máli um, at børnini trívast
væl í Haraldssundi, og at
hetta var eitt avbera gott
hugskot at byrja ein úti-
barnagarð í einari lítlari
bygd. Og bygdarfólkið
fegnast sum vera man um
lívið, sum øll hesi børnini
seta í bygdina gjøgnum ar-
beiðstímarnar á degnum.
Saman við Peter pakkaðu
Sára og Sára gávur upp, sum
útibarnagarðurin fekk. Og
spenningurin var stórur at
vita, hvat var í
Sára dámar eisini væl at ganga í útibarnagarð, og hendan
dagin vóru nógvar nýggjar leikur at spæla við
7 ára gamla Sára gekk í forskúla í Keypmannahavn, inntil hon
og familja hennara flutti heim í fjør. Og nú rokast hon saman
við 20 øðrum børnum í útibarnagarðinum í Haraldssundi, og
tað dámar henni væl
Rannvá hevði úr at gera
hendan dagin í
útibarnagarðinum, og hon
helt tað vera sera spennandi,
at fólk komu at vitja tey
UTTAN ÚR HEIMI
Ófriðurin í Kosovo er
tann ringasti í fimm
ár og kann enda við
enn einum kríggi á
Balkan
KOSOVO
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Eftir hampuliga friðarlig
viðurskifti í fimm ár eru
serbar og albanar í Kosovo
aftur brostnir saman. Hesa-
ferð kyknaði ófriðurin í tí
sundurbýtta býnum Mitro-
vica, og í gjár bleiv sagt, at
minst 17 fólk høvdu latið
lív.
Ófriðurin kyknaði, tí
albanar skuldseta serbar
fyri at hava rikið tríggjar al-
banskar smádreingir út í
eina á. Tveir av dreingjun-
um vórðu stutt eftir funnir
druknaðir, ein er ikki
komin afturíaftur, og tann
fjórði svam yvir um ánna.
Hann hevur greitt frá, at
serbar við hundum róku
teir út í ánna.
Friðarvarðveitandi deild-
irnar, sum hava støð í
Mitrovica, royndu at forða
fyri samanbrestum, men til
fánýtis. Í gjár frættist eisini,
at ófriðurin hevði breit seg
til fleiri aðrar býir í Koso-
vo, og at albanar høvdu sett
eld á serbiskar bygdir. Í
sjálvum Serbia var eisini
ófriðarligt. Millum annað
varð eldur settur á eina 300
ára gamla mosku í høv-
uðsstaðnum Brograd.
Ein bretskur herovasti,
sum fyrr hevur verið leiðari
hjá teimum friðarvarð-
veitandi
deildunum
í
Kosovo, segði við BBC
fyrrakvøldið, at Kosovo er
sum ein fløska við brúsandi
drykki. Hon skal bara
ristast eitt sindur, so rýkur
proppurin av, og alt endar í
einum roki, segði hann. Tað
kann vera tað, sum nú er
hent, segði hann.
Á heysti í 2000 fann
eitt ómannað
amerikanskt njósn-
araflogfar Osama
bin Laden í Afghan-
istan, men Bill
Clinton, forseti,
vildi ikki bumba.
Hann vildi hava bin
Laden tiknan á lívi
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein dagin á heysti í 2000
tók eitt ómannað ameri-
kanskt njósnaraflogfar
nakrar myndir av venj-
ingarleguni Tarnak hjá
yvirgangsmonnum í Af-
ghanistan.
Myndirnar
vóru týðiligar, og á einari
stóð ein hávaksin maður í
hvítum klæðum og tosaði
við nakrar aðrar menn.
CIA var ikki í iva um,
at tann hávaksni maðurin
var Osama bin Laden, og
fregnartænastan boðaði
alt fyri eitt Bill Clinton,
forseta frá, at nú høvdu
amerikanararnir møgu-
leikan at beina fyri yvir-
gangsleiðaranum við at
bumba venjingarleguna.
Men Bill Clinton gav
ongantíð boð um at
bumba, tí hann vildi hava
bin Laden tiknan á lívi,
sigur ein CIA-kelda við
sjónvarpið NBC, sum al-
mannakunngjørdi mynd-
irnar
fyrrakvøldið.
Amerikanararnir
vóru
longu tá farnir at leita
eftir bin Laden, sum var
settur í samband við
yvirgangsatsóknirnar í
Kenya og Tanzania í
1998 og atsóknina at
World Trade Center í
1993.
Hesi
álopini
kravdu 230 mannalív.
Ein fyrrverandi ameri-
kanskur generalur, Gary
Schroen, sigur við NBC,
at amerikanararnir vóru
ikki fyrireikaðir til at
søkja at leguni í Tarnak,
tá myndirnar avdúkaðu
bin Laden. Hann váttar
eisini, at ætlanin var at
taka bin Laden á lívi.
Tíðindi úr Madrid
vilja vera við, at
fráfarandi spanski
stjórnarleiðarin, Jose
Maria Aznar, var til
reiðar at skipa fyri
statskvetti, tapti
flokkur hansara valið
SPANIA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Amerikanska tíðindastovan
AP vil vera við, at ætlanir
vóru um statskvett í Spania,
um sosialistarnir vunnu
valið seinasta sunnudag.
Maðurin aftan fyri ætlanina
var fráfarandi forsætisráð-
harrin, Jose María Aznar.
Blaðið El Mundo hevur
eisini
borið
tíðindini.
Heimskendi spanski films-
leikstjórin Pedro Almodo-
var skal sambært blaðnum
hava sagt, at hann visti um
ætlanina, og blaðið vil eis-
ini vera við, at formaðurin í
sosialistaflokkinum, Jose
Luís Rodriguez Zapatero,
hevði fingið frænir av
ætlanini hjá stjórnarflokk-
inum.
Leiðslan í konservativa
flokkinum avsannar tíð-
indini, og Angel Acebes,
innanríkisráðharri,
sigur
tey vera tað bera tvætl.
Flokkurin sigur, at hann
umhugsar at stevna Pedro
Almodovar.
Sambært El Mundo fóru
tíðindini um eitt statskvett
at ganga í Madrid val-
kvøldið. Sambært blaðnum
ætlaðu Jose María Aznar og
konservativi flokkur hans-
ara at gera sær dælt av
hurlivasanum valkvøldið
og støðuni aftan á ta blóð-
ugu atsóknina.
Clinton vildi ikki
bumba bin Laden
Kann enda við kríggi
á Balkan
Ætlaðu statskvett í Spania
17 fólk eru deyð, og fleiri hundrað hava fingið skaða í samanbrestunum ímillum serbar og albanar í Kosovo.
Mynd: Reuters
Á heysti í 2000
fekk Bill
Clinton at vita,
hvar bin Laden
var staddur,
men forsetin
vildi ikki
bumba. Hann
vildi hava
yvirgangsmann
in tiknan á lívi
C
M
Y
K
21
20