fríggjadagur 19. mars 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2004
23
Flogbóltsfinala á Kambsdali leygardagin
Lagt er upp til eitt
brak av einum dysti,
tá ið oddaliðini bæði í
føroyskum mansflog-
bólti, ÍF og Mjølnir,
hittast í seinasta um-
fari í landskappingini
á Kambsdali leygar-
dagin. Vinnandi liðið
verður føroyameistari
FLOGBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sjáldan hevur spenningurin
verið so stórur undan sein-
asta umfari í føroysku flog-
bóltskappingini, sum hann
er í ár. Bæði hjá kvinnum
og monnum er einki av-
gjørt, men meðan tað hjá
kvinnunum er rættuliga
upplagt, hvør ið fer avstað
við gullinum, er tað trupult
at spáa um, hvør fer avstað
við gullinum í mans-
deildini.
Nógvir áskoðarar til
flogbólt á Kambsdali
Um alt gongur, soleiðis
sum klaksvíkingar vilja
hava tað, so koma tvey før-
oyameistarasteyp til Klaks-
víkar leygardagin, meðan
fuglfirðingar fegnir vildu,
at annað steypið bleiv ver-
andi í Fuglafirði.
Dysturin millum ÍF og
Mjølnir er tann fjórði í ár
millum liðini, og Mjølnir
hevur vunnið tvær ferðir,
meðan fuglfirðingar hava
vunnið tann eina dystin.
Fyrsti dysturin í ár endaði
við einum 3-0 sigri til
klaksvíkingar, tann næsti
við einum 3-0 sigri til fugl-
firðingar, og seinasti dyst-
urin millum liðini, ið var
leiktur í Klaksvík, endaði
við einum 3-2 sigri til
Mjølnir, eftir at ÍF hevði
verið á odda 2-0!
Í Fuglafirði er stórur
áhugi fyri flogbóltinum, og
vanliga er rættuliga fitt av
fólki til heimadystirnar hjá
ÍF í høllini á Kambsdali. Tá
ið so talan er um ein dyst,
har ið meistaraheitið verður
avgjørt, er rættuliga sann-
líkt, at fuglfirðingar fara at
møta manssterkir til dystin.
Áskoðarafjøldin hjá ÍF
kann verða rættuliga litrík
við
nógvum
skiltum,
trummum og øðrum, ið
kann seta sín dám á karm-
arnar til dystin. Eitt gott
dømi um hetta var steypa-
finalan hjá monnum í síðsta
mánaða, tá ið fuglfirðingar-
nar vóru greitt við yvirlutan
bæði á vøllinum og á
áskoðaraplássunum.
Hinvegin eru eisini nógv-
ir klaksvíkingar væntandi.
Ikki bara tí at menninir
skulu spæla dyst um meist-
araheitið, men eisini tí at
kvinnurnar gera tað sama.
Klaksvíkingar eru vanlig-
ani eisini rættuliga trúgvir
móti sínum ítróttarfólki,
bæði innan flogbólt, hond-
bólt og fótbólt, so teir møta
óivað eisini manssterkir á
Kambsdali leygardagin.
Kvinnurnar hjá
Mjølnir eru stór-
favorittar
Tað skal verða løgið, um
kvinnurnar hjá Mjølnir ikki
gerast
føroyameistarar
leygardagin. Tær skulu eins
og menninir leika ímóti ÍF
á Kambsdali, og vinna tær
dystin, eru tær meistarar.
Mjølnir
hevur
verið
rættuliga sannførandi hjá
kvinnunum seinastu tíðina,
og tað er ikki nógv, ið bend-
ir á, at kvinnurnar hjá ÍF
fara at gera nakað við
Mjølnir. Einasta liðið, ið
kann hótta Mjølnir, eru
steypavinnararnir úr TB,
men fyri at tær skulu gerast
meistarar, skal Mjølnir tapa
móti ÍF, samstundis sum
TB sjálvara skulu vinna sín
dyst.
Nógv kjak hevur verið
um dømingina í føroyskum
flogbólti í vetur, og flog-
bóltssambandið hevur fing-
ið nógvar ákoyringar fyri
hetta, og stór ónøgd hevur
verið millum leikarar og
venjarar. Tí hevur FBF sett
royndar dómarar til allar
teir týðandu dystirnar sein-
astu umførini í landskapp-
ingini í flogbólti, og til
dystirnar
á
Kambsdali
leygardagin verða tað okk-
ara fremstu flogbóltsdóm-
arar, Tummas Óli Morten-
sen og Jan Hentze, ið fara
at døma, so har skuldi ikki
verið nakað at fílst á.
Dysturin millum kvinnu-
liðini hjá ÍF og Mjølnir
verður á Kambsdali klokk-
an 2 leygardagin, og mans-
dysturin millum somu fel-
øg verður klokkan 4.
Ein av veteranunum á
mansliðnum hjá
Mjølnir er Trygvi
Poulsen. Hann vænt-
ar ein sera spennandi
dyst leygardagin við
nógvum áskoðarum,
men hann heldur
fuglfirðingar hava ein
fyrimun við tað, at
teir eru meiri sigurs-
vandir enn klaksvík-
ingarnir
FLOGBÓLTSBRAK
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Trygvi Poulsen hevur spælt
í meistaradeildini í flog-
bólti í fleiri enn 15 ár, so
hann hevur roynt eitt sindur
av hvørjum. Hjá honum er
tað ikki nakað óvanligt at
spæla avgerandi dystir, har
til dømis føroyameistara-
heitið stendur upp á spæl,
men tað sama kann ikki
sigast um nógvar av liðfel-
øgum hansara.
ÍF fleiri royndir frá
avgerandi dystum
Trygvi Poulsen sigur, at
eftir hansara tykki hevur ÍF
ein fyrimun, av tí at teir
hava verið við frammi í
oddinum seinastu mongu
árini, og tí hava leikararnir
hjá fuglfirðingum nógv
fleiri royndir frá avgerandi
dystir, enn hvat leikararnir
hjá Mjølnir hava.
Mjølnir hevur ikki verið
eins nógv við frammi í
oddinum í seinastuni, sum
teir onkuntíð áður hava ver-
ið, og tí hava teirra leikarar
ikki tær nógvu royndir frá
slíkum
dystum,
sigur
Trygvi Poulsen.
Í Klaksvík eru allir mans
hjá Mjølnir tøkir til dystin
leygardagin, og Trygvi sig-
ur, at allir eru øgiliga spent-
ir til dystin, og at menn
gleða seg til at spæla móti
fuglfirðingum. Hann sigur
tað altíð verða serliga stutt-
ligt við slíkum dystum, og
tað krevur eisini nógv at
verða við í oddinum í før-
oyskum flogbólti í dag, tí
støðið er hækkað munandi
síðstu árini, sigur Trygvi
Poulsen. Hann heldur tað
serliga verða teir mongu
útlendingarnir,
ið
hava
gjørt føroysku kappingina
sterkari, og hann vónar
ikki, at tað verður settur
fótur fyri, at feløgini í
framtíðini eisini kunnu
hava útlendskar leikarar.
Um dystin leygardagin
sigur Trygvi Poulsen, at
eftir hansara tykki verður
tað vinnandi liðið tað lið, ið
rakar dagsformin leygar-
dagin. ÍF og Mjølnir eru
tvey ógvuliga jøvn lið, men
gongur tað gott hjá okkum,
eru vit ikki lættir at taka,
sigur Trygvi Poulsen, men
leggur tó afturat, at ÍF
kanska er eitt meira stabilt
lið enn Mjølnir, og tað kann
eisini verða ein fyrimunur
hjá teimum.
Veteranurin í Mjølnir
væntar nógv fólk úr Klaks-
vík á Kambsdali leygardag-
in, og Mjølnir fer at skipa
fyri bussferð til gulldyst-
irnar. Fólk í Klaksvík koma
vanliga manssterk til slíkar
dystir, sigur Trygvi Poul-
sen, og leygardagin verður
neyvan nakað undantak.
Fuglfirðingar eru meiri
sigursvandir
Liðskiparin hjá ÍF,
Bartal Eliasen, er
sera spentur upp á
gulldystin móti
Mjølnir leygardagin,
og hann væntar at
áskoðaratalið fer at
tátta upp í móti 500
FLOGBÓLTSBRAK
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hann hevur roynt tað so
mangan áður, bæði í flog-
bólti og fótbólti, Bartal
Eliasen, men spenning-
urin er eins stórur hvørja
ferð.
Heimavøllurin einki
at siga
Bartal Eliasen sigur, at
hjá ÍF eru allir mans tøkir
til dystin leygardagin, og
teir eru ógvuliga uppsettir
upp á at endurvinna gullið
og harvið ogna sær greip-
una. Hann heldur ikki, at
tað er nakar fyrimunur hjá
ÍF, at teir hava heimavøll,
tí eftir hansara tykki hev-
ur heimavøllur lítið og
einki at siga í flogbólti.
Um dystin leygardagin
sigur Bartal annars, at
hann er púra opin, tí tað
eru tvey ógvuliga jøvn
lið, ið hittast. ÍF hevur
kanska ein lítlan fyrimun
við tað, at teir hava helst
ein breiðari hóp enn
Mjølnir, og vit spæla
sjáldan illa, sigur Bartal
Eliasen, sum tó leggur
afturat, at hann væntar
dagsformurin fer at av-
gerða, hvør ið fer avstað
við meistaraheitinum.
Í Fuglafirði eru fólk
sera spent til dystin, og ÍF
hevur eisini roynt at lýsa
eitt sindur við dystinum.
Bartal sigur, at tað ber
næstan ikki til at fara út
millum fólk, uttan at tey
spyrja til dystin leygar-
dagin, og hvussu man
væntar, at tað fer at
ganga. Flogbóltsliðið hjá
ÍF er, saman við svimj-
ingini, stoltleikin hjá býn-
um, og av tí sama eru
fuglfirðingar
ógvuliga
trúfastir til heimadystir-
nar á Kambsdali, og leyg-
ardagin verður neyvan
nakað undantak í so máta.
Rokna við 500
áskoðarum
23
Nr. 55 • fríggjadagur • 19. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyski landsliðs-
leikarin, Jákup á
Borg, stórtrívist í
nýggja felagi sínum,
OB, hóast tað er
truplari at koma á
liðið, enn hann hevði
væntað
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Jákup á Borg hevur syrgt
fyri nógvum yvirskriftum í
føroysku fjølmiðlunum í
vetur. Í november mánaða
bleiv bumban slept, tá ið
kunngjørt var, at Jákup
skifti frá B36 til arvafígg-
indan HB, og fyri stuttum
gjørdu HB og danska
felagið OB leigusáttmála
um Jákup, uttan at nakar
miðil hevði varhugan av tí.
Sera væl móttikin
Jákup hevur nú verið í
danska felagnum í tvær
vikur. Í telefonini úr Dan-
mark sigur Jákup á Borg, at
hann er sera væl móttikin í
felagnum, og hann hevur
fingið nógva hjálp til at
koma upp á pláss.
Fyrstu tíðina búði Jákup
á einum gistingarhúsi í
Odense, men fyri fáum
døgum síðani útvegaði OB
honum eini hús, ið hann og
familjan kunnu búgva í, so
leingi OB leigar Jákup frá
HB. Í sambandi við at
Jákup hevur fingið eini hús
at búgva í, er familjan hjá
honum eisini komin til
Danmarkar. Fyrr í vikuni
komu tey bæði, unnustan
Sussie og sonurin Fríði,
niður, so nú er alt perfekt,
sigur Jákup á Borg. Húsini
hoyra til gistingarhúsið, ið
Jákup búði á, og tað er so
mikið gott, at um tað
treingir til at gerast reint,
skulu tey bara ringja á
gistingarhúsið, so kemur
reingerðarfólk at gera tað.
Trupult at koma á
liðið
Mánadagin leikti Jákup við
á eykaliðnum hjá OB, sum
spældi dyst móti Viborg.
Dysturin endaði við javn-
leiki 2-2, og Jákup spældi
allan dystin. Fyrstu 65
minuttirnar leikti Jákup á
høgra bakki, sum er eitt
heldur óvanligt pláss hjá
honum at leika á, og teir
seinastu 25 minuttirnar
leikti Jákup á sínum van-
liga plássi høgru megin á
miðvøllinum.
Jákup sigur, at eftir hans-
ara tykki gekk tað rættuliga
væl at leika á høgra bakki,
men tá ið hann var fluttur
niðan á miðjuna at leika,
var orkan so smátt farin at
ganga undan, og tí gekk tað
ikki eins væl á miðjuni,
sum tað gekk á bakkinum.
Jákup heldur, at støðið í
donsku danmarksseriuni,
har eykaliðið hjá OB leikar
til dagligt, er rættuliga
høgt. Í dystinum mána-
dagin høvdu bæði OB og
Viborg nógvar spælarar úr
superligahópinum á lið-
num, og tí var støðið í tí
dystinum ógvuliga høgt,
helst hægri enn í 1. deild í
Føroyum, sigur Jákup á
Borg.
Hørð kapping er um
plássini í OB, og Jákup
ásannar, at tað er truplari at
koma á liðið, enn hann
hevði væntað. Venjarin hjá
OB, Troels Bech, hevur
sína fastu byrjunaruppstill-
ing, og til dystirnar hevur
hann einans tríggjar eyka-
menn við. Vanliga eru tað
ein verjuleikari, ein mið-
vallarleikari og ein áleyp-
ari, sigur Jákup og leggur
afturat, at hann berjist
saman við einum trimum
øðrum um plássið sum
eyka miðvallaleikari. Jákup
heldur tó, at eftir dystin
mánadagin er kanska eisini
ein møguleiki fyri at sleppa
at royna seg á bakkinum, tí
har hevur OB ikki nakra
beinleiðis gardering fyri
veteranin Steen Neder-
gaard, ið eigur tað plássið.
Andin er ikki
tann sami
Jákup venur fótbólt hvønn
dag í vikuni við undantaki
av mikudegi, tá ið teir hava
frí. Týsdagar og hósdag
verður vant bæði fyrrapart
og seinnapart, og tað er
rættuliga
strævið,sigur
Jákup á Borg. Enn eri eg
ikki heilt á hædd við hinar,
hvat viðvíkur venjingar-
støði, men tað er nær við,s
igur Jákup á Borg, sum tó
heldur, at tað hevur gingið
heilt ótrúliga væl til venj-
ingarnar. Venjingarnar eru
harðar, og menn spara seg
als ikki til venjing, tí tað
ræður um at vísa venjaran-
um, hvør dugur er í einum,
sigur Jákup.
Eitt saknar Jákup tó í
sambandi við venjingarnar,
og tað er andin í umklæð-
ingarrúminum,
soleiðis
sum hann kennir tað úr Før-
oyum. Í Føroyum verður
tað altíð skemtað og spælt
hund í umklæðingarrúm-
inum, meðan tað her niðri
er ein heilt annar andi, har
menn eru meiri tigandi og
ikki koma hvørjum øðrum
so nær, sigur Jákup á Borg.
Ikki tí, teir allarflestu eru
ógvuliga blíðir og fyri-
komandi, og til dømis eru
tað nógvir, ið bjóða seg
fram at koyra meg heim
eftir venjing, sigur føroyski
landsliðsleikarin.
Neyvan við móti
Brøndby
OB fekk eina frálíka byrjan
upp á seinnu helvt av kapp-
ingini í superligaini, tá ið
liðið sunnudagin á heima-
vølli vann 4-0 á FC Midt-
jylland, og komandi viku-
skifti er tað oddaliðið
Brøndby, ið kemur á vitjan
í Odense. Brøndby hinveg-
in fekk ein serstakliga
vánaliga byrjan, tá ið teir
sunnudagin á heimavølli
taptu heili 1-6 móti hinum
oddaliðnum úr Esbjerg.
Hetta var størsti ósigur hjá
Brøndby á heimavølli í 27
ár!
Jákup á Borg væntar ikki,
at pláss verður fyri honum í
hópinum hjá OB til dystin
móti Brøndby, men tað er
als ikki nakað vónbrot fyri
unga havnarmannin. Hann
ætlar sær bara at hanga í til
venjing, og so er bara at
taka av møguleikanum, tá
ið hann einaferð kemur,
sigur føroyski landsliðs-
leikarin í OB.
Formans-
valið allar-
helst útsett
Nógv bendir á, at
valið av nýggjum
formanni til
Fótbóltssamband
Føroya enn einaferð
verður útsett
FORMANSVAL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum umrøtt her í blað-
num fyrr í vikuni, hev-
ur
Fótbóltssamband
Føroya nýggjan aðal-
fund leygardagin, har
eitt av málunum er val
av formanni. Á sein-
asta aðalfundi bleiv
formansvalið útsett, tí
Dánjal
Andreasen
hevði trekt seg sum
valevni, og Frithleif
Olsen var tískil einasta
valevni. Nú er støðan
hin sama, tí Óli Holm,
ið bleiv skotin upp
sum valevni til for-
manssessin eftir aðal-
fundin í februar, er nú
einasta valevni, eftir at
Frithleif Olsen fyrr í
vikuni tók seg aftur
sum valevni. Óli Holm
er gamal í garði innan
FSF, og tí var vænt-
andi, at hann fór at fáa
stóra undirtøku mill-
um feløgini, men nú er
líkt til, at formansvalið
enn einaferð verður
útsett.
KÍ væntar útsetan
Í viðtalu við Norðlýsið
sigur næstformaðurin í
starvsnevndini hjá KÍ,
Karl Birgir Isaksen, at
hann væntar formans-
valið verður útsett.
Støðan er tann sama
sum undan seinasta
funi, og tí vænti eg, at
feløgini fara at taka
somu avgerð sum sein-
ast, sigur Karl Birgir
Isaksen við Norðlýsið.
Karl Birgir Isaksen
sigur við Norðlýsið, at
á seinasta aðalfundi
gjørdi sonur Óla Holm
(formaðurin í VB John
Henrik Holm blðm.)
greitt, at feløgini vóru
í tí keðiligu støðu, at
eitt av valevnunum til
formanssessin hevði
trekt seg, eftir at tíðar-
freistin til at skjóta upp
valevni til formans-
sessin var farin, og tí
var neyðugt, at nýggj-
ur fundur var ásettur.
Tískil væntar Karl
Birgir Isaksen, at hetta
sjónarmið fer at standa
við, og at valið verður
útsett, so at feløgini
fáa til at skjóta upp
ella góðtaka verandi
uppskot til formans-
sessin.
Jákup stórtrívist í OB
Føroyski landsliðsleikarin, Jákup á Borg, stórtrívist í danska felagnum OB, men hann ásannar tó, at kappingin um plássini er
harðari enn hann hevði væntað
Savnsmynd
C
M
Y
K
22