fríggjadagur 19. mars 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 55 - 19. mars 2004
Nr. 55 - 19. mars 2004
25
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Søkt verður eftir fyrstalærara, sum
• undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyri-
sitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av virksemi
skúlans
• skal sýna leiðslumyndugleika og -hegni
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er kveikjandi í sínum skúlahugsanum og hevur
hugsjónir um skúlamenning
• á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar arbeiðs-
umstøður og gott samstarv millum næmingar, lær-
arar og onnur samstarvsfólk
• er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum.
Harumframt skal fyrstilærarin
• hava hug og hegni til at átaka sær fyrisitingarliga
ábyrgd
• leggja dent á at fremja andsfrælsi, tolsemi og gott
samarbeiði millum skúla og heim
• vera førur fyri at loysa trupulleikar
• vera førur fyri at røkja og menna starvsfólkasam-
starvið
• vera førur fyri at útinna starvsfólkaleiðslu
• skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí
einstaka fyri medávirkan og medábyrgd
• leggja dent á menning av skúlaskapinum í komm-
ununi
• eggja næmingum, foreldrum og lærarum til at
leggja doyin á at fáa sum mest burtur úr skúla-
gongdini bæði fakliga og sosialt.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum í Eysturoyar
skúladømi III við fyribils tænastu í Eiðis skúla.Tann, ið
sett/-ur verður, eigur at tola broytingar starvinum
viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarflokkunum 27.3, 29.1, 31.1
og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag.Starvið verður sett sum sáttmála-
sett starv uttan so,at tann sum sett/-ur verður,er tæn-
astumannasettur lærari frammanundan.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir
galdandi reglum.
Umsóknir
Umsókn, sum liggur á heimasíðuni www.mmr.fo, skal
vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 23. mars 2004.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú
ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara ella
Olaus Jespersen, deildarstjóra.
8. mars 2004
Mentamálaráðið - Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 355050 · Fax 355055
e-postur: MMR@MMR.fo
Endurlýsing
Fyribilsstarv sum fyrstilærari
í Eiðis skúla
Í sambandi við at fyrstilærarin fer í farloyvi verður starvið sum fyrstilærari í Eiðis
Skúla lýst leyst til setanar í tíðarskeiðnum 1. mars 2004 - 1. mars 2005.
Í Eiðis skúla eru 82 næmingar í 7 árgangum. 9 lærarar starvast í skúlanum.
Havnar
Fimleikafelag
Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Havnar Fim-
leikafelag,verða í ítróttarhøllini á Nabb,hesar dagar.
Leygardagin 20. mars
Fyri smáu børnunum kl. 14.00.
Fyri størru børnunum kl. 17.00.
Mánadagin 22. mars
Fyri ung og vaksin kl. 19.00.
Kostnaðurin:
Børn undir skúlaaldur ókeypis
1. fl. til 14 ár
kr. 10,-
15 ár og eldri
kr. 80,-
Nevndin
Lastbilur til sølu
MAN 8-150, 8 Tons total, 150 HK 6syl, árg. 1990, ikki
vippulast, nýsýnaður, í góðum standi. Selist vegna
broytt virksemi, broyttan tørv.
Kr. 50.000,-
LYFTA
Eyðun Egholm
Tel 50 31 50 · lyfta@kallnet.fo
-tað
loysir seg
LITAVAL 3/171 (98%)
kanst tú gera rammu?
pdf
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3180,
Sp/f Hellisendi, 700
Klaksvík.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Óli
Hans Johannesen, Garðsvegur,
700 Klaksvík.
Innkomin sum stjóri: Ólavur
Waag Høgnesen, Garðavegur
2, 700 Klaksvík.
Skráseting Føroya tann 17.
mars 2004
Kristin Balle
________________________
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Ti tøk
Sos alur n
Lýs ngar
Bilar
C
M
Y
K
25
24