mánadagur 13. august 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin
Rólant Waag Dam
Oddaliðið í Effodeildini tók leygar
dagin á heimavølli í móti absolutta
botnliðnum. Ein yvirkomilig upp
gáva á pappírinum hjá sunda
lagsmonnum, nú teir skuldi verja
sína støðu sum oddalið. Men FC
Suðuroy, sum undan dystinum ein
ans hevði skotið seks mál, gav EB/
Streymi skarpan gang. Tvær ferðir
var FC Suðuroy á odda. Fult uppi
borið var tað eisini!
Effektivir suðuroyingar
Fótbóltur er ein liðítrótt, men utt
an einstaklingar er einki lið. Tað
eru eisini einstaklingarnir, sum av
gera dystirnar. Hvussu avgerandi
einstaklingar eru, varð sligið fast
við sjeytumma seymi við Margáir í
Streymnesi.
Uttan at taka nakað frá FC
Suðuroy, so skal tað beinanvegin
vera sagt, at EB/Streymur spældi
snøgt sagt illa. Sera illa. Einki rigg
aði, spælið var ósamanhangandi,
leikararnir
brúktu
óneyðuga
nógvar røringar, sum tók ferðina
úr dystinum og liðið kom ikki fram
til nevniverdar møguleikar.
FC Suðuroy hevur eisini rós
uppiborið fyri sítt avrik. Teir hildu
EB/Streymi frá málmøguleikunum
og
vóru
óhugnaliga
effektivir
fram eftir vøllinum. Satt at siga
er tað at undrast yvir, at liðið ikki
hevur fingið fleiri mál enn tað
sama, soleiðis sum gagnnýttu og
avgreiddu møguleikarnar, sum teir
fingu við Margáir.
John og Jón
Í fyrra hálvleiki sást ongan hátt, at
tað var oddur móti botni, ið hittust.
Dysturin var ógvuliga tamur og teir
fáu áskoðararnir fingu ikki vinning
fyri peningin, teir høvdu rindað fyri
at síggja dystin. Hetta royndi John
Tordar Poulsen tó at bøta um, tá
fyrri hálvleikur var hálvrunnin.
Sorin Anghel misti bóltin á
miðjum vølli, og so gekk tað skjótt
fyri seg. Staddur í høgra borði árakað
miðstrikuna, legði hann ein ótrúliga
neyvan bólt høgt og væl fram eftir
vøllinum til sterka stríðsmannin
í álopinum hjá FC Suðuroy, John
Tordar Poulsen, sum stríddist sum
ein brandur. Hesin tamdi bóltin
soleiðis, at hann fekk júst tað við
fer, honum tørvaði, áðrenn hann
á brotsteigarmarkinum smekkaði
bóltin í kassan. Ein fantastiska
góð avlevering og ikki minni gott
avsluttað, har hvørki miðverjarnir
Gert Hansen og Marni Djurhuus
ella málverjin René Tórgarð kunnu
lastast fyri nakað sum helst.
Hinvegin var samskifti millum
verjuna og málverjan als ikki
nøktandi, tá Jón Krosslá Poulsen
skoraði til 1-2 stutt eftir steðgin.
Áðrenn hetta hendi, hevði Gert
Hansen javnað fyri EB/Streym, tá
hann við handaru stong stútaði
eitt frálíkt innlegg frá Pætur Dam
Jacobsen í netið. Útjavnandi málið
var fyri so vítt eisini tað einasta
positiva, EB/Streymur kundi taka
við sær úr fyrra hálvleiki.
Einstaklingurin yvir øllum
Heðin Askham tók beinanvegin av
leiðingarnar av, at FC Suðuroy legði
seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki.
Tríggjar minuttir eftir leiðslu málið
setti hann smáskadda Arnbjørn
Hansen á vøllin, og átta minuttir
seinni vísti Arnbjørn, hví Heðin
hevði handlað soleiðis.
Pætur Dam Jacobsen spældi
vandamikla kollfirðingin leysan,
og leysur við málverjanum var
hann ísakaldur. Sama var støðan tá
stívliga eitt korter restaði av dyst
inum. Málverjin hjá FC Suðuroy
Stanislav Kuzma sendi eitt fríspark
frá baklinjuni niðan á vøllin. Pætur
Dam Jacobsen var fyrstur á bólt
inum og stútaði hann framum
miðverjarnar Suna úr Hørg og Sasa
Kolman. Arnbjørn fór til stroks,
rann bóltin upp og miðverjarnar av
sær, áðrenn hann legði EB/Streym
á odda 3-2.
Beint fyri leiklok var Arnbjørn
aftur upp á spæl. Hesaferð fann
hann Sorin Anghel, sum á brots
teigarmarkinum vann dystin við
miðverjarnar, áðrenn hann hegnis
liga lyfti bóltin upp um málverjan.
Henda
hálva
tíman,
sum
vandamikli kollfirðingurin var á
vøllinum, spældi EB/Streymur sum
tað oddaliðið, teir einaferð eru. Tá
sást ikki, at liðnum vantaði menn
sum Paula G. Hansen, Hans Paula
Samuelsen og Egil á Bø.
Hesa løtuna var munurin á odda
og botni staðfestur. Tað seinasta,
sum hendi í dystinum var, at Heri
E. Kjærbo varð rikin av vøllinum.
Dómarin Rúni Gaardbo metti, at
takkling hansara móti Árna G. Olsen
var so mikið ófantalig, at maðurin
skuldi av vøllinum. Harmiligt hjá
FC Suðuroy, tí so ófantaligt var tað
heldur ikki.
rolant@sosialurin.fo
Arnbjørn vendi øllum
FÓTBÓLTUR Aftur leygardagin staðfesti Arnbjørn Hansen sín týdning fyri EB/
Streym, tá hann kom á vøllin og vendi eitt pínligt tap til ein sera søtan sigur
Við tveimum málum og einum uppleggi, vann Arnbjørn Hansen dystin fyri EB/Streym
Mynd: Sofus D. Johannesen