mánadagur 13. august 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin
Tróndur Arge – Fuglafjørður
ÍF staðfesti um vikuskiftið, at liðið
skal takast í álvara. Eisini í stríð
num um heiðursmerki og meistara
heitinum. Hóast tað stendur eftir,
at Clayton Soares hevði avgerandi
leiklutin, so vóru Løkin beiggjarnir,
Karl og Bogi, eisini góð boð upp á
dagsins leikara, umframt at alt
liðið kom væl frá uppgávuni á
Fløtugerði.
Javnt í góðverðrinum
Tað var bakandi sól í fyrra hálvleiki
og tað sást eisni aftur á áskoðara
fjøldini. Drúgv ÍF viðhaldsfólk
søgdu, at tað er langtsíðani, at so
nógv fólk hava verið til dyst í Fugla
firði. Næstan øll sitiplássini vóru í
brúk, meðan fólk stóðu framvið
vegnum omanfyri vøllin.
Bussur kom úr Klaksvík og
hóast úrslitið ikki var akkurát sum
tey kundu hugsa sær í Klaksvík, so
vóru viðhaldsfólkini mælsk og vóru
við til at skapa ein góða stemning á
Fløtugerði.
KÍ helt fast í somu spæliskipan,
sum vit hava tær teir spæl fyrr.
Tríggjar á miðvøllinum við Hjalgrím
Elttør, Kristoffur Jacobsen og Johan
Jacobsen, meðan Andy Olsen og
Henry Heinesen vóru á hvørsínum
vongi og Páll Klettskarð í álop
inum.
Fyri ÍF var Clayton Soares
fremsti maður. Undir liðini á honum
var Bogi Løkin, sum allan dystin á
tamb trýsti KÍ verjuna, sum hevði
stórar trupulleikar av honum.
Í fyrra hálvleiki gekk javt á og KÍ
var einki aftanfyri ÍF. Vandi var fyri
at hitin fór at taka ferðina úr spæl
inum, men tað var ikki tilfeldið.
ÍF kom á odda aftaná 27 minuttir
eftir horna. Frammanundan hevði
ÍF havt nøkur hornasprøk og
hvørja ferð hevði ÍF nógv fólk heilt
inni fimm metrinum, og horna
spørkini vóru sparkaði heilt tætt
at málinum.
Hesa ferð fekk Clayton Soares
høvdið á. Inni í málinum roynur KÍ
verjan at rudda vekk, men hjálpar
dómarin er ikki í iva og veittrar
fyri mál. Tað var eitt sindur ivamál
um talan var um sjálvmál, men á
dómaraseðilinum stendur Clayton
Soares.
Bara fimm minuttir seinni javn
aði KÍ. Heðin á Lakjuni legði innfyri
úr høgru og við nærmast stong var
Henry Heinesen fyrstur á og stútaði
bóltin í málið. Aftur her sá út til at
verða talan um deyðbóltsstøðu, sum
hevur verið roynd undir venjing.
KÍ fór niður við sólini
Í seinna hálvleiki fór sólin afturum
og í skugganum kendist eitt sindur
av kulda. Helst tí tey flestu mundu
sita í summarklæðum. Tað var
nokk ikki tað, sum gjørdi at ÍF setti
seg á dystin, men heldur ein bland
ing av góðum ÍF spælið, eitt skjótt
mál og eitt KÍ lið, sum slepti í verju
partinum.
Seinni hálvleikur var ikki meir
enn á hálvan minutt gamal, tá
Thomas Asmunssen legði bóltin
innfyri til Clayton Soares, sum stút
aði bóltin víðari í mál.
Hetta málið kom sum ein køld
spann av vatni á nøkur skoldaði KÍ
andlit. So hvørt sum sekundvísarin
fór runt setti ÍF seg meiri og meiri
á dystin. Aftaná ein tíma stútaði
Høgni Madsen eitt frísparksinnlegg
í mál. Høgni Madsen hevur fyrr
spælt við KÍ og við virðing fyri
gamla felagi sínum valdi hann ikki
at feira málið.
– Eins og tá eg skoraði fyri KÍ
ímóti ÍF, so valdi eg ikki at feira
málið, segði Høgni Madsen eftir
dystin.
KÍ svarar aftur,
men til fánýtis
Stutt
eftir
málið
ger
Páll
Guðlaugsson tvær útskiftingar,
sum ger mun eina løtu seinni. Inn
koma Bárður J. Heinesen og Ivan
Joensen. Í sama minutti, sum
Ivan Joensen er komin inn leggur
hann bóltin innfyri úr høgru. Páll
Klettskarð rakar tvørstongina og
Bárður J, Heinesen fylgir upp og
minkar um munin.
Í sjey minuttir sá KÍ út sum eitt
lið, ið kundi koma aftur í aftur. Tað
var so bara til Bartal Eliasen eftir
horna í aðru atløgu kundi smekka
bóltin í málið.
Stutt seinni var dysturin enda
liga avgjørdur, tá Karl Løkin enn
eina ferð sendi eitt gott horna inn
fyri. Fyri triðju ferð sendi Clayton
Soares høvdið á og so var 5-2 og
hattrik til toppskoraran í føroysk
um fótbólti.
ÍF var nærri at økja enn KÍ var
at minka um munin seinastu løt
una. KÍ liðið spældi ikki sum ein
eind í seinna hálvleiki, meðan ÍF
við Clayton Soares og Boga Løkin
allatíð vóru ein støðug hóttan móti
KÍ málinum.
ÍF upp – KÍ niður
ÍF hevur nú vunnið fimm dystir
upp í slag og liggur á øðrum plássi,
meðan KÍ dettur niður á triðja
pláss. ÍF hevur í Clayton Soares ein
mann, sum kann avgerða ein og
hvønn dyst í Effodeildini og heldur
hann fram við at skjóta mál, so fer
at síggja heilt gott út í Fuglafirði.
Teir hava tveir góðar málmenn
í
Jákupi
Mikkelsen
og
Tórði
Thomsen. Miðverjan er stinn og á
miðvøllinum eru fleiri møguleikar.
Vandin er um Clayton Soares
verður skaddur og hvussu holini
í verjuni verða tipt, nú menn sum
Jan Ellingsgaard og Uni R. Petersen
skulu av landinum í lestrarørind
inum.
Fyri KÍ er talan um annan ósig
urin upp á tvier dystir. KÍ liðið
hevur latið ellivu mál inn upp á
tríggjar teir seinastu dystirnar og
bara fingið eitt stig. Talan hevur
verið um torførar uppgerðir móti
Víkingi, EB/Streymi og nú ÍF. Kom
andi dysturin er móti HB og tá skal
KÍ helst verja betri um teir skulu
gera sær nakrar vónir um at fáa
fulla úrtøku.
trondur@sosialurin.fo
ÍF yvirhálar KÍ
Fótbóltur ÍF vann fyri fimtu ferð á rað, tá teir í góðverðinum leygardagin vunnu heili 5-2 á KÍ, sum nú
bara hevur fingið eitt stig í trimum dystum. Clayton Soares skoraði hattrik og er nú toppskorari í deildini
Góð døming
Petur Reinert og hansara
hjálparmenn
dømdu
ein
góðan
dyst
í
Fuglafirði.
Tíðliga
í
fyrra
hálvleiki
bríkslaði
Petur
Reinert
tó fyri brotssparki til KÍ,
tí hann metti at bólturin
kom í hondina á Høgna
Zachariassen. Tað vóru fá
onnur, ið sóu tað saman, men
eftir stutt prát við hjálpar
dómaran kom teir ásamt um,
at talan var ikki um brots
spark og KÍ fekk hornaspark,
sum teir av røttum áttu.
Borat á vøllinum
Í hálvleikinum av dystinum kom víkingaleikarin, Hans Jørgen
Djurhuus, á vøllin í einum grøngulum g-streingi, sum vit kenna frá
filminum »Borat«. Hans Jørgen skal giftast komandi vikuskiftið og
talan var tí um polterabend, sum vinmenn skipaðu fyri.
Møguleiki var tí at fara oman á vøllin at skjóta bóltar eftir
víkingaleikaranum, men hann stóð so fittur í málinum.
Mynd: nordlysid.fo