mánadagur 13. august 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo deildin
Meistararnir fingu
bara eitt stig við Stórá
Fótbóltur Meistararnir úr B36 missa samband við oddaliðini eftir 0-0-javnleik ímóti TB í Trongisvági
leygardagin. Skert lið við lítlum hugflogi hóvaði TB væl, sum vann sær eitt stig til botnstríðið.
Pætur Albinus
Leygardagin var B36 annað viku
skiftið á rað í Suðuroy, har teir
hesaferð vóru gestir hjá TB við
Stórá í Trongisvági. B36 var fram
vegis nakað skert. Jákup á Borg
sat uttanfyri við leikbanni, Høgni
Eysturoy við skaða og Súni Olsen
var ikki førur fyri at byrja inni
vegna argandi liðbandsskaða.
TB hevði hinvegin fleiri leikarar
tøkar aftur eftir leikbann. Talan
var um lyklaleikarar sum Dimitrije
Jankovic, Bojan Timic og Gilla
Sørensen.
Ein riðil av fólki var savnaður
kring nýggja vøllin við Stórá, har
veðrið – sól og dýrdarveður – helst
átti sín lut í góðu uppmøtingini.
Ørkymlaðir meistarar
Tað sást frá dystarbyrjan, at B36
tóktist nakað ørkymlað við fráver
uni av trimum føstum leikarum,
og gav hetta TB eitt yvirtak fyrstu
løtuna. Gestirnir ressaðust tó við
aftur og komu betur við í dysturin
sum dysturin leið, og við eitt sat B36
á tí mesta. Nógv av spælinum gekk
tó fyri seg á miðjum vølli og kom
lítið skapandi spæl burturúr. Serliga
hjá B36, sum jú skuldi mynda henda
dystin, var tað eitt vónbrot at síggja
so lítið skapandi. Ein grund kundi
verið, at Súni Olsen, sum kanska
er hin mest skapandi á liðnum, sat
uttanfyri. Tað sama gjørdi Jákup á
Borg.
Í fyrra hálvleiki var eingin mál
møguleiki, sum er verdur at nevna,
og stóð á jøvnum 0-0, tá ið liðini
fóru til hálvleiks.
Hóvaði TB væl
Tað, at B36 fyri tað mesta spældi
bóltin runt og var lítið vandamikið
heilt frammi á vøllinum, hóvaði TB
væl. Hetta gav teimum møguleika
fyri at vera á lúr í mótálopum, har
teir eru vandamiklir og eiga kvikar
leikarar, kanska serliga í Gilla
Sørensen.
TB vardi væl fyri og dugdi væl
at gera tað trongligt hjá B36, tá ið
teir nærkaðust brotsteiginum. Tá ið
TB so vann sær bóltin, gekk skjótt
hinvegin. Hetta gav teimum ein
góðan málmøguleika miðskeiðis í
seinna hálvleiki, tá ið TB slapp at
leypa á við tveimum leikarum ímóti
einum B36-verjuleikara. Odmar
Færø tuskaði tó væl aftur og við
góðari plasering og upprudding
vísti hann hví Lars Olsen júst hevur
givið honum landsliðsboð.
Endaði málleyst
Eitt korter fyri leiklok varð Súni
Olsen settur á vøllin. Hann kveikti
nýtt lív í álopspartin hjá B36, og
royndi hann seg eisini við skotum,
sum tó fóru við síðuna av og á mál
verjan.
Tað var ein meginregla í dyst
inum, at liðini høvdu trupult við
at spæla sær til upplagdar mál
møguleikar, og tá ið nærkast mál
feltinum, vóru liðini lítið avgjørd.
Hetta var ein dystur við sera fáum
málmøguleikum, og hóskandi end
aði dysturin eisini við 0-0-javn
leiki.
Liðini rundan um TB í botn
stríðnum fingu eitt stig, so á tann
hátt var tað eitt umráðandi stig hjá
TB. Í B36-leguni iðra tey seg heldur
um bara ein stigið, hóast teir ikki
høvdu uppiborið betur, og líkist tað
nú alt meiri at meistararnir missa
samband við oddin og skulu av álv
ara leggja á annan bógvin, um teir
so frægt sum skulu ogna sær evro
peiska luttøku til komandi kapp
ingarár.
albinus@sosialurin.fo
Myndir: Áki Bertholdsen