Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Trý lið stríðast um at sleppa undan at skula flyta niður saman við FC Suðuroy, sum stigatalvan hevur sæð út tað mesta av hesum kapp­ ingarárinum. Og tá tvey teirra, B68 og NSÍ, møttust á Svangaskarði leygar­dagin, ráddi um hjá báðum pørtum at fara eftir trimum stigum, tí ein javnleik kundi eingin brúka til nakað. – Vit skaptu alt ov lítið, men høvdu tað mesta spælið. Men tá vit ikki klára at fáa meira enn tað eina málið, so fær tað ikki verið øðrvísi, segði liðformaðurin hjá B68, Jann Ingi Petersen, ið staðfesti, at javnleikurin ger støðuna í botn­ inum eitt sindur ótrygga: – Tað hevði verið hugaligari at liggið long­ ur uppi, og tá er talan um eitt heilt annað trýst. Eisini liðformaðurin hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, staðfesti, at úrs­ litið var ikki tað, sum farið varð eftir: – Vit ætlaðu okkum trý stig, men tá vit so mistu ein mann nokk so tíðliga í seinna hálvleiki, bleiv tað eitt yvirlivilsi fyri okkum. Vit klár­aðu tað, og tá bleiv eitt stig nøktandi, sum umstøðurnar vóru, segði hann. Nervar vóru at síggja frá fyrstu løtu, og mestsum allur fyrri hálv­ leikur var øgiliga nógv merktur av feilum. B68 hevði nógvar skot­ royndir, ið allar fóru uppum og ofta langt uppum, meðan NSÍ átti tann størsta einstaka kjansin eftir lítlan hálvan tíma, tá Klæmint A. Olsen bleiv nokk so leysur inni í B68-brotsteiginum, men fekk skotið blokerað, so bólturin hoppaði fram við aftaru stong og út. Bæði kundu avgjørt Eftir steðgin var skilið heldur betri, og tá komu so eisini bæði málini í dystinum. Fyrst Christian Høgni Jacobsen til 1-0, tá hann bleiv púra leysur í høgru síðu og rak inn á NSÍ- fimmmeturin, áðrenn hann smekk­ aði eftir jørð í málið. Síðani gekk bara ein góður min­ uttur, so hevði Klæmint A. Olsen javnað fyri NSÍ til 1-1. Hetta hendi eftir eitt fríspark í vinstru síðu, sum B68 ongantíð fekk ruddað burtur, so bólturin ferðaðist kring B68-brotsteigin, til Helgi L. Petersen eftir jørð sendi til Klæmint, ið høgdi bóltin upp undir nettakið. Tá so NSÍ løtu seinni fekk Viljorm Davidsen útvístan, tí hann hevði rópt okkurt eftir linjudómaranum, mátti NSÍ umskipa liðið. Tað riggað, tí B68 megnaði so ongantíð at fáa nakað burturúr, at ein maður var meira á vøllinum, og NSÍ var líka nær við at avgera dystin, sum B68. Liðini høvdu seint í dystinum tveir stórar kjansir í part, tá fyrst innskifti Haraldur R. Højgaard vendi sær og smekkaði dygst fram við NSÍ-stongini, og so tá somuleiðis inn­skifti Andrias á Líknagøtu bleiv púra leysur, men rak bóltin ov langt frá sær og tí ongantíð fekk ordiligt skot á. Javnleikurin var ikki tað, nakað av liðunum hevði brúk fyri, og tað var heldur ikki tað, tey fóru eftir. Tá so TB eisini spældi javnt, er støðan millum hesi trý feløgini akkurát tann sama, sum hon var. hilmarjan@sosialurin.fo Effo deildin Óynskta úrslitið Fótbóltur Hvørki B68 ella NSÍ kunnu brúka ein javnleik til tað stóra í botnstríðnum, har tað serliga í innanhýsis uppgerðunum snýr seg um at sleppa avstað frá hinum liðunum Ikki er ókent, at í granna­upp­ gerðunum kunnu spælarar saktans verða heitir og tendr­ ingin skjót, men í dyst­inum á Svangaskarði leygar­dagin gjørd­ ist talan um eina ta lin­ligastu og róligastu upp­gerð­ina millum B68 og NSÍ í áravís, tí eingin tordi nakað sum helst. Spælararnir vóru sum lomb á vøllinum, og teir valdu heldur at ansa sær, enn at satsa. Tøkkina fyri tað eigur dóm­ arin, Ransin N. Djurhuus, sum fullkomuliga megnaði at oyði­ leggja dystin við ikki færri enn 11 kortum, harav 10 vóru gul og eitt var reytt. Sum skilst, var lítið at siga til reyða kortið, men tey allarflestu av teimum gulu vóru púrasta burtur úr vón og viti. Eitt var, at oyruni í fleiri førum vóru stór, men at geva gult fyri vanligar taklingar og líknandi, er óskiljandi. Líkt var til, at Ransin hevði sett sær fyri, at hann í øllum førum skuldi vera í miðdeplinum leygardagin, og tað eydnaðist til fulnar. Longu, tá hann hevði givið fyrsta gula kortið fyri eitt av teimum fyrstu fríspørkunum, hevði hann lagt sína køvandi linju yvir dystin, ið doyði beinan­ vegin. B68 og NSÍ eru lið, sum spæla fyri lívinum, tí tey eru í vanda fyri at flyta niður, og tá hava tey so slett ikki brúk fyri einum dómara, sum í øllum førum leygardagin hevði riggað betur í einum bridgefelag, enn á fót­ bóltsvøllinum! Spælararnir, sum leggja nógva tíð og orku í at venja og gera sín besta innsats, hava betur uppiborið, enn at fáa ein full­komuliga óseriøsan dómara á vøllin, sum onkursvegna held­ ur tað vera stuttligari at spæla kort, enn at døma fótbólt. Sum sagt, var talan um ein dyst, sum upp á ongan máta var harðligur ella nakað sum helst annað, so tí skilti eingin nakað av hesum kortspælinum, ið østi báðar partar, heldur enn at kyrra nak­ að sum helst. Var nøkur meining við eyg­ leiðaraskipanini, slapp Ransin N. Djurhuus at halda frí í fleiri dystir, tí tað gekk sjón fyri søgn, at bæði hann og spælararnir hava gott av at sleppa undan hvørjumøðrum í eina tíð. hilmarjan@sosialurin.fo Ransin spilti spælið Savnsmyndir