mánadagur 13. august 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Føroyska U17 landsliðið møtti
Ìslandi í Gundadali í dystinum
um sjeynda plássið, meðan U19
landsliðið møtti Finnlandi úti á
Vika á Argjum í dystinum um fimta
plássið. Í bólki A hevði U19 havt eina
higartil misjavna kapping, har liðið
tapti 0-5 ímóti Danmark og 1-4 ímóti
Svøríki. Millum báðar ósigrarnar
eydnaðist tó U19 landsliðnum at
vinna 3-1 á Íslandi á Svangaskarði á
Toftum. U17 landsliðið tapti tepurt
0-2 ímóti Onglandi og tepurt 0-1
ímóti Noregi. Ímóti Finnlandi
eydnaðist tað at fáa javnleik 0-0,
hóast føroyska liðið stríddist 10
ímóti 11 ein stóran part av hesum
dystinum, tí verjuspælarin, Absalon
Eliasen úr Randers var vístur av
vølli í fyrra hálvleiki.
Brotssparksdrama 1
Í dystinum um fimta plásiið mill
um føroyska U19 landsliðið og
Finnland var tann finski málverjin
útvístur longu aftaná sjey minuttirs
spæl. Tá fyrri hálvleikur varð
hálvrunnin kom føroyska liðið á
sigurskós. Í 21. minutti legði Petur
Andreasen úr KÍ Føroyar á odda 1-0.
Hóast teir ungu finnararnir vóru
ein maður minni á vøllinum, so
vístu hesir framúr góðan hugburð,
og í 28. minutti javnaði Karim
Jouini fyri Finnland. Føroyska U19
landsliðið megnaði ikki at gagnnýta
yvirtalsstøðuna 11 ímóti 10. Fyri at
avgera plasseringina var neyðugt
við
einari
brotssparkskapping,
og har vann føroyska liðið 5-4, og
gjørdist sostatt nummar 5 í NM
kappingini. Venjararnir Oddbjørn
Joensen og Eyðun Klakkstein
løgdu herðslu á, at hjá teimum var
neyðugt at brúka kappingina sum
eina góða venjing til EM-undan
kappingina, sum verður í Estlandi
seinni í heyst, har føroyska U19
landsliðið er í bólki saman við
Onglandi, Ukraina og Estlandi.
Brotsparksdrama 2
Longu í 7. Minutti kom føroyska U17
landsliðið á sigurskós, tí tá stútaði
John Frederiksen úr Brøndby IF
bóltin hegnisliga í tað íslendska
málið. Ìslendska liðið tyktist at
ressast av hesum og í 27. minutti
javnaði Sámuel Kári Fríðjónsson
til 1-1 við einum góðum stútara.
Føroyska liðið var betri fyrru helvt
av fyrra hálvleiki, meðan Ísland
var betur í seinnu hálvu av fyrra
hálvleiki, og vóru gestirnir nærri
við 2-1 enn okkara U17 landslið.
Ìslendingar høvdu eina roynd
á yvirleggjaran í 52. Minutti,
og hesa løtuna stóð á ungum
nøglum. Emil Rom Madsen úr
Fredrikshavn, sum stóð í føroyska
málinum leygardagin hevði eisini
nakrar rimmar bjargingar. Før
oyska liðið var betri við ímóti
dystarenda, og teir høvdu onkran
góðan málmøguleika. Dysturin í
Gundadali endaði eisini við einari
dramatiskari brotssparkskapping,
og har vann føroyska liðið 5-4,
og gjørdist U17 landsliðið sostatt
nummar 7 í NM kappingini. Fyrsti
íslendski skjúttin, Alexander Helgi
Sigurðsson slapp enntá at skjóta
tvær ferðir. Emil Rom Madsen
vardi fyri fyrra brotssparkinum hjá
Alexanderi Helga Sigurðssyni. Tann
annars góði, finski dómarin metti,
at tann frálíki ungi málverjin tveitti
seg ov tíðliga, men har vóru fleiri
á vøllinum og kring vøllin, sum
vóru ósamd við finska dómaran,
men tíbetur spældi tað væl av hjá
føroyska U17 landsliðnum, sum
kann skráseta tveir javnleikir í
landsdystaryvirlitinum. U19 lands
liðið fær ikki skrásett nakran dyst,
tí teir hava spælt ímóti landsliðum
í øðrum aldursbólkum. Sigrar í
brotssparkskappingum verða ikki
skrásettir.
Svøríki vann uppiborið
Finalan í NM-kappingini varð
spæld í Gundadali millum Ongland
og Svøríki. Talan gjørdist um ein
rættiliga spennandi dyst, sum
svenskarar vunnnu við tveim
um málum móti ongum, eftir
hálvleiksstøðuna 1-0 til Svøríki.
Samanumtikið var talan um ein
uppibornan sigur. Semja var mill
um menn, at Svøríki var besti liðið
í kappingini. Onkur garvaður venj
ari helt, at tað var eitt vónbrot, at
enska liðið ikki var sterkari, tá ein
hugsar um tað stóra fólkatalið
Ongland kann vísa á. Í dystinum
um bronsuna vann Noreg tepurt
á Danmark. Úrslitið gjørdist 2-1
til Noreg. Seinni leygarkvøldið
var døgurði fyri øllum hópunum
í Norðurlandahúsinum í Havn, og
har fingu nummar eitt, tvey og
trý heiðurskrónur handaðar. NM
fyri U17-landslið verður aftur um
eitt ár, og tá er Noreg vertur fyri
kappingini.
heris@sosialurin.fo
Tvey føroysk brotssparksdrama
NM
Fótbóltur Tað eydnaðist bæði U17 landsliðnum og U19 landsliðnum at koma sigrandi úr
brotssparkskappingum, sum tryggjaðu, at føroysku liðini gjørdust nummar 5 og 7 í einari
sterkari U17 kapping, har 8 lið tóku lut. Svøríki stóð sum sigursharri eftir lokna kapping
Føroyska U17-landsliðið vann eftir brotssparkskapping dystin um 7. plássið móti Íslandi
Føroyska U17 landsliðið hevur
ikki bara leikt fótbólt seinastu
dagarnar, avrikini á vøllinum
hava verði sera góð. Men fyri at
hugsað um annað enn fótbólt,
hava
dreingirnir
fingist
við
ymiskt annað. Millum annað hava
dreingir vitja úti í Tinganesi, har
løgmaður tók sær stundir til eitt
prát við okkara røsku landsliðs
leikarar.
Undan dystinum móti Finlandi
har, føroysku dreingirnir leiktu
ein framúr góðan dyst sum endaði
við javnleiki 0-0, høvdu teir vitjan
av einastu verðuligu føroysku
heimsstjørnuni Pál Joensen, sum
júst er komin heim úr London. Pál
greiddi frá hvussu hann í fleiri ár
miðvíst hevur fyrireika seg fram
til stórar kappingar, og serliga
Olympisku Leikirnar.
Eisini greiddi Pál frá hvat skal
til um ein skal gera seg millum
heimsins bestu ítróttarfólk, tað er
eingin lættur vegur til stór avrik
undirstrikar Pál, tað krevur áhald
andi hart arbeið fyri at gerst betur,
og tað er líkt til at ungu mennirnir
hava tikið okkurt til sín.
trondur@sosialurin.fo
U17 hitti Pál