mánadagur 13. august 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Brak av einum
endabresti
Olympisku leikirnir í London endaðu eins og teir byrjaðu – við einum brakið eini framførslu av tí besta, sum
Bretland eigur. Millum tey, ið framførdu vóru Spice Girls, The Who, George Michael, Pet Shop Boys og Eric Idle
Tróndur Arge
OL 2012 er av á hesum sinni. Talan
gjørdist í allar mátar um nakrar
væl eydnar leikir. Tíverri fyri okk
um stendur eftir at Pál Joensen
ikki kom í finaluna í 1.500 metra
svimjing, men sum heild ber illa til
at finnast at leikunum.
Tey 302 gull heiursmerkini eru
komin um hálsin á teimum bestu og
á samlaði støðuni er USA á ovastu
rók, eftir at Kina annars hevði flest
heiðursmerki ein stóran part av
leikunum.
Hvørki OL setanin ella OL
endaveitslan fór nakrantíð at kunna
koma upp á sama stig sum í Kina, tí
tí loyvur bretska fíggjarskipanin
ikki.
Hinvegin, so hevur Bretland so
nógv annað at bjóða upp á og tað
var eisini parada av stjørnunøvnum,
sum framførdu til endaveitsluna
eins og til setana.
Endaveitslan endaði við at
borgarstjórin
í
London,
Boris
Johnson, handaði OL flaggið aftur
til OL leiðsluna, sum handaði flagið
víðari til borgarstjórin í Rio de
Janeiro, sum verður vertur í 2016.
Sjálvboðin fingu
størstu móttøkuna
Tað var ongin ivi um hvør hetjan av
leikunum í London er. Í tvær vikur
hava sjálvboðin arbeiðisfólk verið
ein daglig sjón kring alt London
og tey hava gjørt arbeiði við einum
stórum smíli og ágrýtni.
Tað bæði hoyrdist og sást, tá
formaðurin fyri leikirnar, Lord Coe,
og forsetin í IOC, Jacques Rogge,
nevndi sjálvbodnu arbeiðisfólkini.
– Vit fara ongantíð at gloyma
smílini, blíðskapin, og stuðulin frá
teimum sjálvbodnu arbeiðisfólk
unum, segði Jacques Rogge.
Tey 80.000, sum vóru á olympiska
leikvøllinum mundu ikki steðga við
at heiðra hesar nýggju hetjurnar.
Eldurin sløknaður
Stutt fyri midnátt sløknaði OL
eldurin, sum er settur saman av
204 ymiskum eldkeldum. Hvørt av
teimum 204 londunum í OL fáa eina
av eldkeldunum í part.
Tað var við tónum frá kenda
bretska bólkinum, The Who, at
eldurin spreiddi seg í 204 partar
áðrenn hann sløknaði.
Olympisku leikirnir eru av á
hesum sinni. USA er stinnast á
heiðursmerkja tavluni, meðan Bret
land og London hava prógvað fyri
umheiminum, at tey eru í stand til
at fyrireika OL.
trondur@sosialurin.fo