Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. august 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 13. august 2012 · Nr. 93 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað harmar meg al­mik­ ið, at ein siðiligur og nærlagdur politikari sum Sirið Stenberg í blaðgrein roynir at mani­ pul­era eina útsøgn hjá mær um stakir upp­hald­ ar­ar í Før­oyum. At eg havi nýtt eitt orð sum ”skelkað” um eina eina syrgi­liga søgu í Út­varpi­ num verð­ur nú brúkt til beinleiðis politiska mani­pulatión. Møgu­liga er orðið ”skelkað” nakað misbrúkt við tíð­ini, og møguligt óheppið valt til støðuna, men tað var mín spon­tana reak­tión sum mennis­k­ja. Men hetta merkir ikki, at eg ikki eri greið yvir, hvussu trupul støð­ an er hjá mongum støk­ um í Føroyum, og at eg ikki kenni ábyrgd fyri hesum lagnum vit hava í okkara samfelag. Um Sirið hevur fylgt við tí orðaskifti, ið hevur verið, so hevði hon kunn­að lagt afturat, at eg javnan havi gjørt vart við støðuna og truplu korini hjá støk­um uppihaldarum í Før­oy­um, tí hesi eru um nakar ein sera útsettur sam­felags­ bólkur. Og somuleiðis kundi hon nevnt, at øktur lestrar­stuðul er givin til støk við børnum á 1500 kr, at eyka stuðul á 6.420 kr árliga er veittur til stakar uppihaldarar, at barnafrádrátturin er økt­ ur við 1000 kr, so­leið­is, at før­oysk­ar barna­familj­ur nú fáa upp til 12.000 kr í barna­frá­drátti um árið pr barn frá tí tað er føtt til tað er 18 ár, at støk við børn­um eru uppraðfest í føstu veit­ing­unum, sum just er samtykt í samband við lógina um arbeiðs­fremjandi til­ tøk, at arbeiðið er farið í gongd við­víkjandi fá­ tækra­marki v.m. Hóast hetta neyvan er nokk hjá mongum, og nógv arbeiði er eftir at gera fyri at bøta um viður­skiftini, so eru hetta hóast alt talan um glott­ar, ið eg haldi eiga at verða nevndir. Harmiligt er tað eisini, at Sirið Stenberg í somu bla­ð­grein sigur bein­leiðis ósatt um, at eg atkvøddi ímóti bú­ stað­ar­pakkanum,­ og at tað var ironiskt, at eg nú ætlaði at bøta um bú­stað­ a­r­viður­skiftini. Um hetta var fyri at pynta uppá eina góða søgu, ella tí hon ikki hevði kannað málið ordu­ligt, skal eg lata vera ósagt. Hóast eg sat í andstøðu, so atkvøddi eg fyri uppskotinum um bústaðarpakkan, tí eg metti tað vera al­neyðugt at fáa bøtt um bú­stað­ar­ viðurskiftini í Føroyum, netupp við atliti at nevnda sam­felags­bólki. Nú eg havi fingið ábyrgd av bústaðarmálum, ætli eg mær saman við fíggjar­mála­ráð­harranum og húsa­láns­grunn­inum at arbeiða hart fyri at fremja hetta í verki. Annars má eg leggja aftur­at, at vit politiskt mugu ansa okkum við ikki at vera alt ov stig­ ma­ti­serandi, tá ið vit nær­mast koyra øll støk við børnum í ein fá­ tækr­a­bás, og siga at hesi eru óhjálpin og ikki klára seg sjálvi. Tað er at gera teimum órætt, tí hesin bólkur er eins ymiskt saman­settur og aðr­ir sam­felags­bólkar. Okkara politiska ábyrgd er at finna fram til tær lagn­ur í okkara sam­ felag, sum finnast í øll­ um samfelagsbólkum, ið hava tað serliga trupult og seta miðvísa hjálp inn har. Tá orð gerast til politiska manipulatión Fiskidagar einaferð enn Nú eru fiskidagarnir aftur á politisku dagsskránni, og onkur uppskot eru eisini um tillagingar í fiski­daga­skipan­ ini. Stríðið um fiskidagarnar fer helst ongantíð at enda, men fer framhaldandi at vera eitt niðurbrótandi stríð mill­um fiskimannin og tað so­kallaðu serfrøðina, okkara høvuðs­vinnu til miklan skaða. Fiskidagaskipanin er ein vána skipan, sum við tillagingum, so sum brúks­ skyldu, umbýti av fiski­døg­ u­m við onnur rættindi og flyting av ikki brúktum fiski­ døgum til teirra í tørva, bara gerst enn fløktari og truplari at umsita, til paragraff-“fiski­ menn­inir” at enda verða teir einastu, sum fáa nakað burtur­úr, meðan vanligi trol-, húka- og garnafiskimaðurin út­armast. Nei, avtakið fiski­daga­ skipanina! Verjið toska-, hýsu- og upsa­stovn við kvotum, tí tað kann ikki vera rætt, at allur kapa­sitetur í fiskivinnuni skal skerjast í mun til støðu­ na hjá hesum trimum fiska­ stovn­um, so at ongin orka er til at bróta upp úr nýggjum víkj­andi øðrum fiskasløgum. Gevið so fiskivinnuni óav­mark­aðar fiskidagar, óavmark­aðar skipastøddir, óav­mark­aðar motorstøddir, óavmar­k­aðar møguleikar fyri fiskahagreiðing um- borð og óavmarkaðar sølu­ møgu­leikar bæði av fiski og loy­v­um. Treyðugt so, onkur av­ marking umframt nevndu kvot-ur, er helst neyðug, men heldur tvær og tríggjar ov lítið enn eina ov nógv. Tað verður tað reina kaos, vil onkur halda. Kann vera, og soleiðis bleiv eisini sagt fyri hálvt­ annað­hundrað árum síðan, tá ið bæði trælalóg, stavns- band og einahandil blivu av­tikin innanfyri tvey ára­ tíggju. Kaos bleiv, so at skilja, at bønd­ur nú ikki fingu røkt bø, haga og útróður á sama hátt sum áður, nú teir høvdu mist trygga ræðisrættin yvir arbeiðs­kraftini. Hvørjum manni stóð nú frítt at velja sær vinnuveg, antin í tænastu hjá øðrum ella sjálvur at leggja til brots sum vinnulívsmaður og selja sína úrtøku hvørjum hann sjálv­ur vildi. Nógv eru dømini um mis­ eyd­naðar royndir við millum øðrum skips­fiski­skapi, hjá hesum nýggjum vinnu­ lívs­monnum, men at enda funnu teir, leysir av øllum darv­andi bindingum, stevið, og føroyska samfelagið, sum í árhundraðir, meðan ræðis­ rætt­urin at virka hevði ligið hjá teim fáu, bert hevði talt nøk­ur fá túsund fólk, fór at vaksa, til talið eftir hundrað árum nærum tíggjufaldaðist. Møguleikarnir í fiski- vinnu­ni eru langt frá út- tømd­ir, men fiskivinnan er í dag so niðurbundin í stirvnum skipanum, at fokus er flutt frá veruligari veiði­ment­an, sum, vit vita, býr í fólkinum, til eitt rættu­ liga ódámligt spæl við lógar­ para­graff­um, tí størstu fiski­ vinnu­av­bjóðingarnar eru flutt­ar av grunnunum inn í advokat­skrivstovurnar. At bæði politikarar og em­bæti­s­menn viðvirka í iva­somum tulkingum av lóg­ um og kunngerðum, sigur okkum bara, at heldir ikki teir duga at síggja nakra skila­góða meining við ver­ andi fiskivinnulóg. Vit hava ikki brúk fyri til­lag­ingum í ónýtiligu fiski­ dagaskipanini, tí tað fer bara at gera hana enn fløktari og trup­lari at umsita. Vit hava harafturímóti brúk fyri einum fiski­vinnu­ re­formi, einari nýggjari og ein-faldari skipan, har veiða og veiðimentan, heldur enn paragraff-ryttarí, aftur verð­ ur sett í hásæti. Allar bindingar, so sum dagar, skipastøddir, motor­ støddir, bólkabýti, økis­frið­ ingar, avmarkingar í saman­ legging, veiðuloyvi, fiski­loyvi og so framvegis, kunnu erstattast við seljandi kvot­ um á tosk, hýsu og upsa. Vit uppliva nokk ikki eitt slíkt skarvslop í fólkavøkstri, sum fyri hálvt­ annað­hundrað árum síð­ an, men gera vit sum tá; av­taka darvandi bindingar og bundin ræðisrættindi til teir fáu, so fiskivinnan fær frælsi at troyta enn ó­troytt­ ar møguleikar í fólk- og fiskatilfangi, er enn nógv eftir at vinna, samfelagi og fólka­vøkstri at frama. Stirvnar og bundnar skipan­ir flyta fokus og orku frá veruligari fiskivinnu yvir á trongar og illgongdar para­ graff-møguleikar í sjálvari skipan­ini, meðan frælsir kar­ mar skapa óánaðar vinnu­ møgu­leikar. kjak av tvingsli, men heldur, um tey finna motivatiónina. Hetta er júst tað Ronja Rons­mans­dóttir, í stóru borgini hjá Mattasi, ger: “Og steins­alurin var ikki tað ring­ asta staðið hjá einum barni. Ógvuliga hugnaligt kundi vera har, og nógv kundi ein læra seg. Ronju dámdi væl, tá ið ránsmenninir sótu og sungu framman fyri eldin um kvøldarnar. Hon sat tigandi undir borðinum og lurtaði, til hon dugdi allar ránsmannavísurnar. Síðani tók hon undir við teimum við klárari rødd, og Mattas frøddist yvir sítt makaleysa barn, sum sang so vakurt.” Verður bálið brennandi? Uppgávuna at leggja afturat bálinum, so per­són­ liga motivatiónin sleppur at lata sinnið upp, eiga vit øll. Johannes Møllehave hevur sagt nakað soleiðis: “Tað eru nógvir vegir til menniskju. Sum ungur prestur royndi eg altíð at tosa til vit og skil. Í dag veit eg, at eg skal tosa til hjartað. Um eg skal siga nakað sum helst, eru tað kenslurnar, sum talast skal til. Sagt øðrvísi, so er tað at okkurt kemur frá einum hjarta til eitt annað hjarta. Tað, sum hevur størstan týdningin má jú vera at vera elskaður.” Hetta er óivað júst fyritreytin, um bálið skal brenna. At hjørtuni brenna fyri uppgávuni. Saman leggja vit afturat Møguleikin at kynda stórt bál, sum framhaldandi skal lýsa komandi ættarliðum, er vísur. Men hvussu tryggja vit, at eldurin heldur á at lýsa? Svarini eru óivað mong, men um fyritreytirnar í fyrireiking og vilja eru ov fjarar, verður bálið neyvan stórt. Latið okkum øll standa saman um at leggja afturat, so fólkaskúlin veruliga gerst ein eldstaður, har fólk fylkjast og vera hitað - og har eldurin brennur. Annika Olsen Lands­ stýris­ kvinna í almanna­ málum Thormund Johannesen Skipsførari & skips­ verkfrøðingur