Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Ævintýr eiga at vera í ein­ um og hvørj­um heimi. Í nýggja søg­u­savninum, Bestu æv­in­týr­ini hjá Asbjørnsen og Moe, sum Bóka­deild Før­ oya Lærarafelags gevur út, eru klass­ikarar so sum Teir trígg­ir bukkarnir Brúsi, Pann­u­køkan og Gullfuglurin at finna. Saman við vøkrum og liv­andi myndum er bókin ein sonn uppliving hjá bæði stó­r­um og smáum, sigur bókadeildin í tíðindaskrivi. Í Føroyum er siðvenjan at siga frá søgum gomul. Sagnir, søg­ur og ævintýr vóru her, eins og aðrastaðni í Evropa, leingi einans at finna á mann­a­munni. Í 1800-talinum fóru týsku brøðurnir Grimm und­ir at festa nakrar av hes­ um søgum á blað. Soleiðis vóru teir við til at varðveita hes­ar søguskattir, og tí kunnu vit enn í dag njóta hes­ar dýrgripirnar. Nú eru fleiri av hesum søg­um klass­ik­arar, sum børn fram­veg­is taka til sín og verða berg­t­ik­in av: Snjó­hvíta, Hans og Greta, Rapunzel, Lorku­legg­ur, Øsk­ufía og Teir trígg­ir bukk­arnir Brúsi fyri at nevna nakrar. Við íblástri frá teimum báðum týsku savnarunum fóru ungdómsvinirnir Peter Christ­en Asbjørnsen og Jørg­en Moe undir at savna sam­an norsk æv­ intýr. Teir leit­aðu land og ríki runt eft­ir góð­ um søgum. Í 1842 kom út fyrsta bók teirra, Norske folke­eventyr, og allastaðni í Ev­ropa varð bókin mót­tikin sum tann sanni søg­u­ skatt­u­rin hon er. Í nýggja søgu­savn­ i­num frá Bókadeild Før­oya Lær­ar­a­felags eru 14 av teimum bestu og kend­astu æv­in­týrunum hjá As­ bjørn­sen og Moe við vøkr­ um myndprýðingum eft­ir svenska Tord Nygren. Í svenska tjóðarvarðanum verð­ur Tord Nygren pres­ en­ter­að­ur fyrst fremt sum lista­fólk, síðan teknari og rithøvundur. Hetta er á­hug­ a­vert, tí tað er sjáldan, at ein barnabókateknari verða lýstur sum listafólk, men fyri Tord Nygren er bóka­ opnan løriftið. Síðan fyrst í 60'unum hevur hann prýtt fleiri enn 250 bøkur, og hann er tí eisini mest nýtti tekn­ arin í Svøríki. Ein av orsøkunum at ogna sær snøgga ævintýrasavnið eru júst tekningarnar hjá Tord Nygren. Sera hegn­is­liga spæl­ir tekn­arin við fat­anina av tíð hjá lesaranum. Knapp­ liga koyrir ein traktorur frá 60'unum um brúnna, men pann­u­køkan rýmir, fyrst frá trak­tor­føraranum og síðan frá mamm­uni á súkkluni við súkkl­u­stólinum. Og tá ið han­in í heslilundini fer eftir vatni til hønuna, fer hann fram við bæði siðbundna bak­ar­anum og smiðinum, men eisini bóndanum við mod­er­n­aðu slóttutreskjuni. Og fyri at ongin ivi skal vera, so koyrir ein bilur frá 1930'num runt, meðan gand­ aða prinsessan sveimar undir náttarloftinum. Mánadagin fara eini 700 fittar gent­ ur og fittir dreingir á fyrsta sinni í skúla. Tá skúlarnir kring land­ið byrja aftur, sæst tað væl og virð­ i­liga aftur í ferðsluni, sum økist sera nógv á vegunum. Tá eiga vit at verða serliga árvarkin, tí í ferðsluni ferð­ast eisini øll hesi umleið 700 børn­ini, sum nú skulu venja seg við skúla­vegin, og tað setir serlig krøv til bil­før­ar­ar. Bæði Ferðslutrygd og løgreglan hava sent út áheitanir til bilførarar um at vera serliga ansin hesa fyrstu tíð­ina. Men umframt bilførarar, so setir hetta eisini serlig krøv til for­ eld­ur. Ferðslutrygd mælir til, at foreldur venja skúlaleiðina við børnunum, áðr­enn skúlin byrjar. Hetta kann til dømis gerast nú um dagarnar – og her mæl­ir Ferðslutrygd til, at fólk ganga ella súkkla til og úr skúla við barn­i­num: – Her kunnu foreldur og børn í friði og náðum venja leiðina. Stund­ ir eru at tosa um ferðsluna, og hvørjum ansast skal eftir. Tess oft­ ari tit ganga leiðina, tess betur dugir bar­n­ið. Tað er ikki nóg mikið at tosa um trygga ferðslu – neyðugt er eis­ ini at venja, sigur Ferðslutrygd. Ferðslutrygd vísir eisini á, at tað veldst um aldur og evni, nær barn­ ið sjálvt dugir at bera seg rætt at í ferðsl­uni. – Tí eru foreldur tey, ið duga at meta um, hvat teirra børn megna. Bæði í mun til tað tey hava vant í fersðl­uni, og hvussu ferðslan er, har tit búgva, sigur Ferðslutrygd. Tað er gott, at Ferðslutrygd nýt­ ir orku upp á at gera vart við tað neyðuga í, at vit øll geva skúla­ børn­u­num – serliga teimum nýggju – stór­an ans í ferðsluni. Tað skulu vit sjálv­andi altíð gera. Tað er eisini gott, at stovn­urin roynir at elva til eina hug­burðs­broyting, har í hesum før­um foreldur fara aktivt og venja børn­ini, hvussu tey skulu fyrihalda seg á skúlavengum, sum tey skulu nýta tey nógvu næstu árini. At tilvitskan um ferðslutrygdini er økt sæst á nógvum brøgdum. Hag­tølini siga okkum eisini, at hóast nógv økta ferðslu, so eru álvarsligu van­lukk­ur­nar – og ikki minst van­lukk­ur­nar av kleyv­ar­ skapi – nógv færri enn fyri 20 ella 30 ár­um síðani. Gamaní hevur henda til­vitska eisini broytt bæði bilar og veg­ir – og tað er jú bara gott. Latið okkum øll sýna nýggja skúla­ætt­ar­lið­num ta virðing, tey hava upp­i­bor­ið – og latið okkum í fel­ag vísa børn­u­num, at tey vaksnu eru góð­ar fyrimyndir í ferðsluni. Tá er nógv vunnið. Mánadagin fara nógv børn í skúla á fyrsta sinni Tað er ikki rætt, tá íslendska Morg­un­blaðið í dag skrivar, at ís­lendsku manningarnar á farm­a­skipunum hjá Eim­ skip og Samskip rinda 35 pro­sent í skatti í Føroyum, at reiðaríni fáa 28 prosent aft­ur, og at tey seinastu sjey pro­sentini verða verandi í før­oyska landskassanum. 

 TAKS ger vart við, at inn­i­haldið í greinini hjá ís­ lendska blaðnum er ikki í sam­svari við galdandi reglur, men heldur reglurnar, sum vóru galdandi til 2009. 

 Frá 1. januar í 2009 verður øll hýra, bæði føroysk og útlendsk, skattað við 35 pro­ sentum, og reiðaríið fær 35 prosent aftur, sigur TAKS. Reiðaríini fáa allan skattin aftur Fyrimyndir í ferðsluni Ævintýr bergtaka børn Hvat hendi við Rá­fis­ka­ grunninum? Óli Jacobsen á síðu 23 Runu­ blak loysir einki mál Eivin jacobsen kjak á síðu 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000