Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagur & Vika: Nýggj útgáva og nýtt andlit SJÓNVARP Ein nýggj og dagførd útgáva av Degi & Viku er sett á skrá. Henda verður myndað av orðaskiftum, beinleiðis innsløgum úti um landi og vangamyndum av persónum, ið eru frammi Rólant Waag Dam Summarsendingin í sjón­ varpi­num, Fríggjakvøld, er av og gerandisdagurin við Dagur & Viku á skránni – bæði hjá hyggjarunum, men eisini hjá teimum, sum arb­ eiða í Kringvarpinum. Eins og tíðindaleiðarin í Kring­ varpi Føroya, Liljan Weihe, lovaði í útvarpssamrøðu hin 22. mai, so er talan um eina dagførda útgávu av sjón­ varps­tíðindasendingini, ið vit higartil hava sæð. Nýtt konsept Sum Katrin Petersen, sjón­ varpsvertur, segði í Degi & Viku mánakvøldið, so hava fólkini handan sjónvarpstíð­ indasendingina tikið nakrar av royndunum, tey hava fingið við at gera sendingina Fríggjakvøld, og ført hetta yvir á nýggju útgávuna av Degi & Viku. Tíðindaleiðarin í Kring­ varpi Føroya váttar eisini, at fleiri broytingar enn tær, vit higartil hava sæð, eru ávegis. Framyvir verður 3-2 at síggja, eins og tað plagdi at vera, at síggja eftir Dagur & Viku mánakvøld. Týskvøld verður orðaskifti á skránni. – Eins og vit sóu í Fríggja­ kvøldi, so skal hetta ikki neyðturviliga vera eitt polit­ iskt kjak, sigur Liljan Weyhe. Hóskvøld fer Dagur & Vika fólk úti um landið, sum ger beinleiðis innslag til tíð­ indasendingina eins og vit sóu í Fríggjakvøld. Liljan Weyhe upplýsir, at hóskvøldið fara tey hava fólk á Tvøroyri. Og fríggjakvøldsútgávan av Degi & Viku verður merkt av eini sokallaðari vangamynd, har fokus verður varpað á og farið verður aftur um ein persón, ið hevur verið frammi í vikuni. – Heldur enn at hava fleiri høvuðssøgur, so fara vit at leggja okkum eftir at hava eina høvuðssøgu við fleiri vinklum. Somuleiðis ynskja vit at fáa meiri ferð á send­ ingina, og gera tað heila eitt sindur spískari enn áður, sigur Liljan Weyhe. rolant@sosialurin.fo Fríggjakvøld kostaði minni SJÓNVARP Dagur & Vika skuldi av skrá, tí pengar skuldu spar­ ast. Sambært tíðinda­leiðara­ num í Kringvarpi Føroya, Liljan Weihe, hevur hetta eydnast Rólant Waag Dam »Vit fara ikki hava ráð at dekka kommunuvalið í vetur, um eg skal hava Dag & Viku koyrandi«. Soleiðis segði Liljan Weyhe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, tá hon skuldi greiða frá, hví Dagur & Vika varð tikin av skrá í sjey vikur í summar – frá 25. juni til 13. august. Við øðrum orðum vóru fíggjarligar spar­ ing­ar fremsta orsøkin til, at eingin sjón­varps­tíð­ inda­s­ending var á bredd­ a­num í summar. Og sambært tíðindaleiðara Kring­varpsins, so hava tey spart pening. Liljan Weyhe er í feriu og hevði tískil ikki neyvu tølini við hendurnar, tá vit tos­ aðu við hana í gjár. Hon vísti tó á, at tey hava fingið avviklað eina rúgvu av avspáking og feriu, sum fólk annars høvdu havt til góðar. So­ mu­leiðis eru tað mun­an­ di færri starvsfólk, sum arbeiða dagliga arbeiða við Fríggjakvøld. Liljan Weyhe upplýsir, at tað dagliga eru knútt umleið tíggju fólk at Degi & Viku, meðan tað hava verið millum fimm og seks fólk knýtt at Fríggja­ kvøldi. – Tá sendingin so var í luftini hava tað sjálv­ andi verið fleiri fólk til arbeiðis, men saman­ umtikið hava tað verið færri, sigur Liljan Weyhe. Hóast fólkini handan sendingina hava eftir­ mett hvørt Fríggjakvøld so hvørt sendingarnar hava verið, so hevur eing­ in yvirorðnað eftirmet­ ing av sendingini verið enn. Tískil fær Liljan Weyhe ikki sagt, um væl­ umtókta summar­send­ ing­in verður aftur næsta summar. – Men eg vóni ikki, at vit koma í eina líknandi støðu aftur, har vit bara framleiða eina sending um vikuna, sigur tíðinda­ leiðarin. rolant@sosialurin.fo »Vit fara ikki hava ráð at dekka kommunuvalið í vetur, um eg skal hava Dag & Viku koyrandi« segði Liljan Weyhe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum Sjónvarp Hóskvøld fer Dagur & Vika fólk úti um landið, sum ger beinleiðis innslag til tíð­indasendingina eins og vit sóu í Fríggjakvøld. Finnur nýggjur vertur SJÓNVARP Finnur Koba verður nýggjur vertur í Degi & Viku Finnur Koba verður nýggjur vertur í Degi & Viku. Hann fekk seg royndan sum sjón­ varpsvert fyri fyrstu ferð í Fríggjakvøldi, og í sjónvarpi­ num hava tey verið so mikið væl nøgd við avrik hansara, at tey hava ynskt hann sum vert í Degi & Viku nú Fríggja­ kvøld er av. – Tað vera so Finnur Koba og Katrin Petersen, sum vit koma at síggja mest at byrja við, men hinir vertirnir eru tó ikki vrakaðir, sigur Liljan Weyhe. Við øðrum orðum fær hyggjarin ivaleyst eisini Johnsigurd Johannesen, Boga Godtfred og Sigrúna Brend at síggja við jøvnum millum­ bili. Tað var Katrin Petersen, sum var vertur í Degi & Viku mánakvøldið og týskvøldið, men vit fingu eisini Finn Koba at síggja í gjár, tá hann stýrdi orðaskiftinum millum Rigmor Dam, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, og Agga Niclasen, kjakara.