mikudagur 15. august 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Spæla
russiska rulett
í ferðsluni
– Hóast vit støðugt hava víst á vandar, sum eru í ferðsluni, so eru tað fólk, sum spæla russiska
rulett við lívinum, tá tey ferðast í bili. Tað sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum Fyri
Ferðslutrygd, sum heldur tað vera trupult at broyta ferðsluvanar hjá føroyingum
Rannvá G. Fossaberg
Hóast trygdin á føroysku vegunum
er batnað munandi síðani 1976, tá
Ráðið fyri Ferðslutrygd bleiv sett
á stovn, er neyðugt við áhaldandi
upplýsing og serligum átøkum
fyri at gera ferðslu á føroysku
vegunum tryggari. Ov høg ferð,
rúsdrekka, gáloysni og manglandi
bilbelti eru framvegis tær mest
vanligu orsøkirnar til at fólk lata
lív í ferðsluni.
– Vit arbeiða altíð við eini null-
hugsjón, sum merkir, at hvørjaferð,
ein føroyingur doyr í ferðsluni, er
tað ein ov nógv, sigur 44 ára gamla
Brynhild Høgnadóttir, sum hevur
virkað sum stjóri á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd í eitt ár.
Multitasking
vandamikið í bili
Ein stórur trupulleiki á føroysku
vegunum er, at bilførarar fáast
við fleiri ting, samstundis sum
teir sita í førarasetrinum.
– Vit liva í eini tíð, har tað verð
ur kravt av okkum, at vit multi
taska og altíð eru til at fáa fatur
á, og tað er ógvuliga vandamikið,
tá tú ferðast í ferðslu. Dømi um
hetta er, at bilførarar senda sms-
boð, tosa í fartelefon, lurta eftir
útvarpi og seta síðani eina fløgu
á. Tá sigur tað seg sjálvt, at tú ikki
kanst hugsavna teg 100 prosent
um tað, sum hendir á vegnum,
greiðir Brynhild Høgnadóttir og
leggur afturat:
– Bilførarar eru heldur ikki
nóg tilvitaðir um ferðamarkið og
vandarnar, sum kunnu standast
av ov høgari ferð. Útlendsk tøl
vísa, at ov nógv ferð er orsøk til
flest ferðsluvanlukkur, har onkur
doyr, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Sjálv viðgongur hon, at hon eis
ini hevur verið ein av teimum,
sum hevur tosað í fartelefon,
samstundis sum hon hevur sitið
handan róðri.
– Eg eri ikki errin av tí, men jú,
tað er komið fyri, at eg havi hoyrt
til tann bólkin av bilførarum,
sum tosar í fartelefon, ímeðan
teir koyra bil. Síðani eg byrjaði á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd havi eg
tó sæð, júst hvussu vandamikið
tað er at koyra bil og tosa í
fartelefon samstundis, og tann
vitanin ræðir meg so mikið nógv,
at tað als ikki kemur fyri hjá mær
í dag.
Árlig lýsingarátøk rigga
Javnan skipar Ráðið fyri Ferðslu
trygd fyri herferðum, sum skulu
vera við til at broyta vanarnar
hjá føroyingum í ferðsluni. Fyrst
í hesum árinum fór ráðið undir
eitt lýsingarátak, sum skuldi
ávara fólk ímóti at vera gáloysin
í ferðsluni, og sum liður av átak
inum vóru ymisk skelti sett upp
fyri at gera bilførarar varugar við
gáloysni í ferðsluni. Fleiri vóru
heldur atfinningarsom um stað
setingina av nøkrum av skelt
unum, men Brynhild Høgnadóttir
er stak nøgd við átakið. Ein
Gallupkanning, sum ráðið gjørdi,
vísti eina bøtta atferð, sum var
betri enn eitt líknandi átak í Dan
mark.
– Ætlanin var, at ávirka bil
førarar í koyrisituatiónini. Hetta
ger mann rættiliga nógv í Noregi,
sum er undangonguland, tá tað
kemur til ferðslutrygd. Sum heild
vil eg siga, at átakið um gáloysni
riggaði, tí fólk gjørdust tilvitað
um vandan av gáloysni og nógv
prátaðu um skeltini og boðskapin,
sigur Brynhild Høgnadóttir. Hon
vísir á, at tað ikki altíð er heilt
lætt, at samskipa átøk, sum skulu
broyta ferðsluvanarnar hjá før
oyingum.
– Tíverri hava vit ógvuliga fá
hagtøl at styðja okkum til, og tá
kann vera trupult at siga nakað
um vanarnar hjá fólki í ferðsluni.
Tí hava vit seinastu tíðina lagt
okkum eftir at gjørt Gallup-kann
ingar áleið átta vikur áðrenn eitt
átak, og so aftur eina kanning
einar tvær vikur eftir, at átakið er
liðugt. Á tann hátt kunnu vit fáa
eina ábending um atferðina hjá
føroyingum í ferðsluni, greiðir
Brynhild Høgnadóttir frá.
Skulu røkka teimum ungu
Tað er av alstórum týdningi fyri
stjóran á Ráðnum fyri Ferðslu
trygd, at tey eisini upplýsa børn
og ung um vandarnar í ferðsluni.
Eitt nú samskipar ráðið ferðslu
undirvísing í Havn, har landsins
8. flokkar verða kunnaðir um
ferðsluvandar.
– Árliga savna vit saman allan
árgangin í 8. flokki ung í Perluni,
har koyrilærarar, umboð frá løg
regluni og portørar greiða hesum
ungu frá, hvussu vandamikið
tað kann vera, um tú ikki ert
ansin í ferðsluni. Eisini luttekur
annaðhvørt eitt ferðsluoffur ella
ein avvarðandi, ið hevur mist í
ferðsluni, og tað tykist mær, sum
tað hevur stóra ávirkan á hesi
ungu, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Fyri hana er tað umráðandi, at
ungdómurin longu í 8. flokki lærir
um ferðslutrygd.
– Tað er um tað mundið, at
tey ungu standa á gáttini til eitt
vandamikið tíðarskeið, har tey
byrja at koyra á prutli og skutara,
og nøkur teirra hava kanska eis
ini vinfólk, sum júst hava fingið
koyrikort. Harafturat er tað ein
sannroynd, at tey ungu í stóran
mun eru umboðað í deyðsvan
lukkum í ferðsluni, sigur Brynhild
Høgnadóttir. Tískil arbeiðir stjórin
í Ráðnum fyri Ferðslutrygd eisini
fram ímóti, at tey ungu fáa nýtt
og tíðarhóskandi tilfar til ferðslu
undirvísingina.
– Sambært fólkaskúlalógini
skulu næmingar hava undirvísing
í ferðslu. Tað tilfarið, sum tey
brúka í løtuni, eigur at verða dag
ført, og tí kundi eg hugsað mær,
at ráðið var við til at framleiða
nýtt undirvísingartilfar, greiðir
Brynhild Høgnadóttir frá.
Av teimum fólkunum, sum
doyggja í ferðsluni, eru mong
framvegis ung, og tískil er um
ráðandi við ferðsluundirvísing,
heldur Brynhild Høgnadóttir. Hon
fegnast um, at ferðsluvanarnir
tykjast vera broyttir seinastu
árini.
- Hyggja vit eini 25 ár aftur
í tíðina, so er talið á deyðum í
ferðsluni lækkað munandi, og tað
er sjálvandi gleðiligt. Eisini hava
vit í dag ábendingar um, at færri
fólk koyra ávirkað, sigur Brynhild
Høgnadóttir og leggur afturat:
- Vit fegnast um lækkandi
talið
av
ferðsluóhappum
og
deyðum, sum kunnu staðfestast,
samstundis sum talið av akførum
hevur verið hækkandi seinastu
árini, umframt at vit koyra nógv
meira. Tað eru fleiri orsøkir til
tað, og fleri sum arbeiða eftir
nullhugsjónini.
Í
fyrsta
lagi
er orsøkin ein meiri tilvitaður
hugburður til ferðslutrygd, tað vil
siga, at fólk ansa betur eftir at bera
seg rætt at. Hetta kann mann siga,
tí vit vita, at í 9 av 10 førum henda
vanlukkur av menniskjansligum
mistøkum. Eisini er revsingin
fyri ferðslulógarbrot herd, eitt
nú er revsingin fyri at koyra
ov skjótt og at koyra ávirkaður
munandi herd fyri nøkrum árum
síðani, eins og promillumarkið
lækkað niður í 0,2. Vit hava fingið
eina Klippikortskipan, og síðst
men ikki minst eru bilar og vegir
vorðnir tryggari og betri.
í meldrinum