mikudagur 15. august 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólkaflokkurin fullur
av Breivíkarum
ORÐASKIFTI Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtingslimur, fólkatingslimur
og landsstýrismaður, førir fram á Facebook, at Fólkaflokkurin hevur ein
her av Breivíkarum. Hetta er enn eitt dømi um óhepna kjakmentan
Rólant Waag Dam
Hóast Tórbjørn Jacobsen ikki
stillaði upp til seinasta løg
tingsval, og dagliga starvast í
Runavíkar havn, so blandar
hann seg framvegis dúgliga í
politiska kjakið. Sum fyrr
verandi næstformaður hjá
Tjóðveldi, fyrrverandi lands
stýrismaður, fólkatings- og
løgtingslimur, viga orð hans
ara ikki einki, sama um tey
eru skrivað ella talað.
Um dagarnar hevur Tór
bjørn
Jacobsen
umvegis
Facebook-síðu sína gjørt við
merkingar til makrelmálið,
nú tað gjørdist greitt, at einki
móttøkuskip kemur til Før
oya í summar. Fleiri við
merkingar vóru til tað, Tór
bjørn Jacobsen skrivaði – og
onkur teirra fekk av sonnum
sinnið í kók hjá fyrrverandi
politikaranum.
»Fólkaflokkurin hevur ein
her av Breivíkarum, eitt nú
BJ (stytting av navninum,
sum Sosialurin tó kennir,
blðm.), sum verður uppringd
ur av BD (t.e. Bjarni Djur
holm), ÓB (t.e. Óli Breckman)
ella JN (t.e. Jørgen Niclasen)
hvørja ferð tað lotar úr hana
kjafti, og sendur út á markina
at gera karaktermorðini, sum
skulu kvala alla mótstøðu
ímóti seráhugamálunum sum
aftur stjórna Fólkaflokkinum
og landinum við rubb og
stubb«, skrivar Tórbjørn, um
framt aðrar persónligar við
merkingar, í svari til við
komandi.
Hetta skrivaði Tórbjørn
Jacobsen seint mánakvøldið
á Facebook, og ófantaliga
tilsipingin til høgrasinnaða
hópdrápsmannin í Noregi, ið
drap tilsamans 77 fólk í Oslo
og oynni Utøya í Noreg tann
22. juli í fjør, stóð framvegis á
Facebook-síðuni hjá Tórbirni,
tá Sosialurin fór til prent
ingar í dag.
Onnur dømi
Óhepna viðmerkingin hjá
Tórbjørn Jacobsen er enn eitt
dømi, har politikkarar og
almennir persónar annars
ikki duga samskifta á Face
book. Áður hava vit sæð, at
Kári á Rógvi, fyrrverandi for
maðurin í Sjálvstýrisflokki
num, rópti danska forsætis
ráðharran fyri eitt »r-hol«, at
Levi Mørk, býráðspolitikari í
Tórshavnar kommunu, førdi
fram fasistisk sjónarmið og
gav muslimum skuldina fyri
áður umrødda sorgarleik í
Noreg í fjør og at Jóna
Mortensen,
løgtingslimur,
strikaði sína vangamynd á
Facebook.
Facebook er alment
Sambært miðlafrøðinginum
Høgna Reistrup, er skrivi- og
talufrælsi eisini galdandi á
Facebook. Hann sigur tó, at
vit her enn eru á byrjunar
stigi og læra av royndunum,
men:
– Tað, sum politikarar
skriva á Facebook, skal takast
í størsta álvara, og tað er
sjálvandi
ein
søga,
um
politikarar grea vart við seg
við meiningum. Mín sann
føring er, at tignin á lesara
brævi og Facebook er tann
sama. Einasti munurin er, at
kjakið gongur í størri mun
fyri seg á samskiftismiðlunum
og fer bara at vinda upp á
seg, segði Høgni Reistrup,
miðlafrøðingurin, tá Sosial
urin hevði tema um evnið 18.
juli.
Eingin
viðmerking
ORÐASKIFTI Tórbjørn Jacobsen
metir seg ikki vera ein almennan
person longur og hevur tískil
ongar viðmerkingar. Jørgen
Niclasen sigur hinvegin, at hann
ikki vil søkka niður á søk lágt
støði
Rólant Waag Dam
Tórbjørn Jacobsen er
havnameistari í Runa
víkar havn og hevur
tikið seg aftur av pol
itiska pallinum. Hann
metir seg tískil ikki vera
ein almennan persón.
Við Sosialin sigur hann,
at hann er ein púra
vanligur borgari, sum
hevur gjørt eina við
merking til ein annan
púra vanligan borgara á
Facebook. Hann hevur
tískil onga sum helst
viðmerking til skriving
ina á Facebook.
Jørgen Niclasen, for
maður
Fólkafloksins,
hevur heldur ikki hug at
gera stórvegis viðmerk
ingar. Hann sigur, at
hatta má standa fyri
rokningina hjá Tórbjørn
Jacobsen – og at hann
ikki ynskir at søkka á so
lágt støði.
rolant@sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen sigur, at Fólkaflokkurin hevur ein her av Breivíkarum, sum Bjarni
Djurholm, Óli Breckmann og Jørgen Niclasen gera sær dælt av
Jørgen Niclasen heldur, at støðið hjá Tórbjørn
Jacobsen í hesum førinum er so lágt, at hann
ikki ynskir at viðmerkja tað yvirhøvur