Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Baklandið ikki samt við løgmanni Higartil er bert tann eini formaðurin í lokalfeløgunum samdur við løgmanni, tá hann í ólavsøkurøðu síni rør upp undir at ríkisfelagsskapurin í staðin verður ein tíkjafelagsskapur við trimum sjálvstøðugum ríkjum Leo Poulsen Tað kom sum snarljós av klárum himli, at løgmaður í ólavsøkurøðu síni kunngjørdi ein dreym um, at tað í fram­ tíðini verður ein ríkjafelags­ skapur við trimum sjálvs­tøð­ ugum londum. Tingmanningin hevur boð­að frá, at hon tekur ikki undir við løgmanni í hansara dreymi, og higartil hevur bert ein for­maður í lokal­ feløgunum stuðla Kaj Leo Holm Johanne­sen. Tað er formaðurin í No­ oya Sambandsfelag, John William Joensen. Hinir formenninir, sum Sosialurin hevur tosað við, halda, at málið má takast upp til umrøðu á landsplani, tí tað samsvarar ikki við stevnu­skrá floksins at tosa um sjálvstøðugt ríki. Johan Petersen, formaður í Samhald, Asbjørn Djurhuus, formaður í Norðstreymoyar Sambandsfelag og Hugin Skaalum, formaður í Vága Sambandsfelag siga allir, at neyðugt er at tosa um tingini, tí dreymur løgmans sam­ svarar ikki við stevnuskrá floksins. Stuðlar ikki Kaj Leo Zacharias Bech, formaður í Suðuroyar Sambandsfelag, fer so vítt í einum lesara­ brævi sum at siga, at er Kaj Leo Holm Johannesen fram­ vegis formaður í Sam­bands­ flokkinum, tá val verður aftur, fær flokkurin ikki hansara atkvøðu. »Orð formansins frá tings­ ins røðarapalli hava skapt sovorðið órógv í Sambands­ flokkinum, at hann eigur at umhugsa sína støðu sum formaður.

 Hann hevur í hvussu so er ongan rætt til, sum formaður fyri Sambandsflokkin, at fara út við privatum dreymum, sum flokkurin ikki stendur aftanfyri.

 Tí hvat hevði hent, um Høgni Hoydal frá tingsins røðarapalli hevði sagt, at hann hevði ein dreym um, at Føroyar aftur gjørdist eitt danskt amt? Hann hevði neyvan sloppið snikkaleysur aftur úr tingsalinum. Í hvussu so er hevði hann neyvan sitið sum formaður fyri Tjóðveldi dagin eftir«, sigur Zacharias Bech í skrivi sínum. Og hann heldur fram: »Eg havi einki ímóti broyt­ ingum í Sambandsflokkinum, um tað er til gangs fyri tað føroyska samfelagið. Men tá ið sjálvur formaðurin av sín­ um eintingum og uttan loyvi frá sínum baklandi, fer at pilka við sjálvt grundstøði, sum flokkurin byggir á, tá eri eg ikki hansara stuðul meira.

Eg havi tí valt at fara so langt, at eg til eitt komandi løgtingsval, nær tað so verð­ ur, ikki gevi mína atkvøðu til Sambandsflokkin, um for­ maðurin tá eitur Kaj Leo Johannesen«. Umrøða málið Hugin Skaalum sigur, at Vága Sambandsfelag ikki enn í nevndini hevur umrøtt hetta málið, men at hann hevur tikið stig til at kalla inn til fundar. – Tað eru nógv, sum ikki eru samd við løgmanni í hes­ um máli, men áðrenn nevnin hevur tosað saman, ber illa til at siga nakað, sigur Hugin Skaalum. Heldur ikki nevndin í Norð­streymoyar Sambands­ felag hevur umrøtt máli á fundi, men formaðurin, As­ bjørn Djurhuus, heldur, at hetta er eitt mál, sum lands­ nevndin eigur at umrøða. – Vit eru fleiri, sum standa spyrjandi. Ber tað yvirhøvur til at hava ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. Og at tosa um Før­ oyar sum sjálvstøðugt land er í hvussu er tað mótsætta av tí, sum Sambandsflokkurin stendur fyri, sigur Asbjørn Djurhuus. Hann heldur, at tað verður neyðugt hjá løgmanni at út­ dýpa tað, sum hann førdi fram í ólavsøkurøðu síni um Føroyar sum sjálvstøðugt land. Samhald í Eysturoynni hevur heldur ikki sum nevnd viðgjørt hetta málið, men formaðurin, Johan Petersen, heldur, at tað verður neyð­ ugt. – Sambandsflokkurin má finna út av, hvar hann stend­ ur, sigur Johan Petersen. Í hvussu er tykist greitt, at løgmaður stendur rættiliga einsamallur við sínum dreymi um einar sjálvstøðugar Før­ oyar í einum ríkjafelags­ skapi. Løgmaður hevur ikki stóra undirtøku fyri sínum dreymi um einar sjálv­støð­ ugar Føroyar í einum ríkja­ felagsskapi