mikudagur 15. august 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen, arni@sosialurin.fo
Neyðugt við betri
tilbúgving í Grønlandi
Tann veksandi skipa
ferðslan í havøkinum
kring Grønland hevur
fingið
politikararnar
í Keypmannahavn at
skilja, at tað er neyðugt
bøta um tilbúgvingina
í Grønlandi. Tí hendir
eitt ella annað óhapp við
einum ferðamannaskipi,
hava danir ábyrgdina av
tilbúgvingini. Nú skal
okkurt gerast við hetta,
sigur Nick Hækkerup,
verjumálaráðharri.
Hann
sigur
við
danska kringvarpið, at
tilbúgvingin í Grønlandi
er ein ovurstór avbjóðing,
sum ikki kann loysast
við teirri orku, sum nú
er. Tí fer hann at tosa við
hinar flokkarnar í Fólka
tinginum um at finna
pening til at menna
tilbúgvingina.
Nick Hækkerup hvur
júst verið í Grønlandi,
og um fjúrtan dagar fer
verjunevndin hjá Fólka
tinginum til Grønlands
at gera sær eina mynd
av tilbúgvingini.
Eiga at hava Ísland
sum fyrimynd
Búskaparframburðurin
í Íslandi kann vera ein
fyrimynd
hjá
øðrum
londum og vísa teim
um, hvussu tey kunnu
sleppa burtur úr krepp
uni. Tað heldur Daria
V. Zakharova, sum er
umboð
hjá
Altjóða
Gjaldoyragrunninum í
Íslandi.
Hon sigur við ameri
konsku
tíðindatæn
astuna Bloomberg, tað
rætta er at lata krav
ánararnar taka avleið
ingarnar
av
einum
bankaskrædli
heldur
enn skattaborgararnar.
Samstundis vísir hon á,
at íslendingar gjørdu av
at varðveita vælferðar
skipanirnar, og tað hev
ur gjørt, at landið er
komið skjótari aftur á
føtur.
Dania V. Zakharova
sigur við Bloomberg, at
nú ræður um hjá teim
um íslendsku politikar
unum at halda fast um
avmarkingarnar í gjald
oyrapolitikkinum,
og
at tað er umráðandi hjá
Seðlabankanum at skipa
so fyri, at peningur ikki
streymar av landinum,
tá
avmarkingarnar
verða linkaðar aftur.
Mentanararvur í vanda
Veðurlagsbroytingar
kunnu hótta ein part
av mentanararvinum í
Grønlandi, tí tá jørðin
gerst
heitari,
hvørva
summi av teimum lív
runnu evnunum, sum
kunnu siga granskarum
eitt sindur um søguna
hjá teimum, sum hava
búð og virkað í Grønlandi
upp ígjøgnum tíðina.
Nú skulu fólk hjá
danska tjóðarsavninum
til Grønlands at kanna
viðurskiftini
á
fimm
útvaldum
búplássum
nærhendis Nuuk. Nakrir
granskarar hava longu
verið í Diskovíkini og
kannað viðurskiftini í
búplássinum Qajaa, sum
er eitt av teimum kendu
í Grønlandi. Tað vísti
seg, at støðan er ikki so
hættislig har, tí Qajaa er
so langt norðuri.
Jørgen Hollesen, sum
er ein av granskarunum
hjá danska tjóðarsavn
inum, sigur við grøn
lendska kringvarpið, at
allar mentanir – eisini
tann grønlendska – eiga
at vísa áhuga fyri at
varðveita
kunnleikan
um sítt land og sín upp
runa.
22. juli-frágreiðingin kann
kosta ráðharrum sessin
Norska stjórnin fer at nærlesa frágreiðingina frá 22. juli-nevndini,
og á tíðindafundi í gjár duldi Jens Stoltenberg, forsætisráðharri,
ikki fyri, at frágreiðingin kann kosta ráðharrum sessin
– Vit hava fingið tað, sum
vit hava biðið um, hóast vit
mugu sanna, at partar av
frágreiðingini eru óhugaligur
lesnaður. Frágreiðingin hjá
nevndini avdúkar umfatandi
trupulleikar
í
løgregluni.
Tað er álvarssamt. Stjórnin
fer tí at skipa fyri einari
umfatandi
gjøgnumgongd
av løgregluni, segði Jens
Stoltenberg og legði afturat,
at hann hevði longu biðið
løgmálaráðharran taka sær
av málinum.
Á tíðindafundinum varð
forsætisráðharrin fleiri ferðir
spurdur, um hann ella onkur
av hansara ráðharrum fer frá
sum avleiðing av atfinning
unum frá 22. juli-nevndini.
– Eg taki ábyrgdina av tí,
sum virkaði, og tí, sum ikki
virkaði tann 22. juli í fjør. Nú
er tað mín uppgáva at taka
ábyrgdina av, at nakað verður
gjørt, segði Stoltenberg. Hann
vildi hinvegin ikki útiloka, at
onkur ella onkrir ráðharrar
noyðast frá orsakað av at
finningunum,
men
legði
afturat, at tað er ov tíðliga at
siga nakað um tað enn.
Ikki nóg eyðmjúkur
Blaðið Verdens Gang skrivaði
í oddagrein í gjár, at eftir tss
tykki eigur forsætisráðharrin
at taka avleiðingarnar av
frágreiðingini og at leggja frá
sær. Stoltenberg hevur sagt,
at hann átekur sær ábyrgd
ina av avleiðingunum av
22. juli, men at hann hevur
ongantíð hugsað um at fara
frá orsakað av hesum.
Formaðurin
í
eftirlits-
og
stýrisskipanarnevndini
hjá Stórtinginum, Anders
Amundsen úr Framburðs
flokkinum, heldur, at for
sætisráðharrin var ikki nóg
eyðmjúkur, tá hann helt
tíðindafund um frágreiðing
ina. Tað er ikki nóg mikið, at
hann átekur sær ábyrgdina,
segði Amundsen við NRK í
gjár.
Men forsærtisráðharra
sessurin hjá Jens Stoltenberg
er ikki í vanda, tí hann hevur
meirilutan í Stórtinginum
aftan fyri seg, skrivaði NRK.
22. juli-kanningarnevndin legði dent
á seks høvuðsevni í frágreiðingini um
tað, sum hendi tann 22. juli í fjør, og
niðurstøðan viðvíkjandi teimum flestu
evnunum var ein røð av lemjandi at
finningum:
• Álopið á stjórnarbygningarnar í
Oslo tann 22. juli í 2011 kundi verið
fyribyrgt, um trygdartiltøk, sum
vóru samtykt, høvdu verið sett í
verk.
• Evnini hjhá myndugleikunum
at verja fólkið á Utøya sviku.
Løgrteglan kundi havt borið
skjótari at. Gerningsmaðurin
kundi verið steðgaður fyrr tann 22.
juli.
• Fleiri trygdar- og tilbúgvingar
tiltøk, sum skuldu avmarka
møguleikarnar fyri nýggjum
álopum og avmarka skaðan, áttu
at verið sett í verk tann 22. juli.
• Heilsu- og bjargingarstarvsfólk
komu væl frá uppgávuni at hjálpa
teimum særdu og at taka sær av
teimum avvarandi.
• Kunningin frá stjórnini til
almenningin var góð, og
ráðharrarnir megnaðu at røkja
teirra arbeiðið hóast skaðarnar.
• Við einum øðrum arbeiðslagi
og størri víðskygni kundi
fregnartænastan hjá løgregluni,
PST, havt avdúkað gernings
mannin innan tann 22. juli. Kortini
heldur nevndin seg ikki hava
grundarlag fyri at siga, at PST
kundi og skuldi havt forða fyri
atsóknunum.
Lemjandi niðurstøða
Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, og Grete Faremo, løgmálaráðharri, svara spurningum á tíðindafundi fyrradagin
Mynd: Polfoto
Frágreiðingin avdúkar,
at fleiri ungfólk á Utøya,
teirra millum tann 16 ára
gamla Karin Elena Holst,
kundu verið sloppin við
lívinum, um løgreglan
hevði borið seg rætt at
Mynd: NRK