Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uni Holm Johannesen Úrslitið hjá Bakkafrost fyrra hálvár var munandi betri í ár enn í fjør. Úrslitið eftir skatt var 107,3 milliónir krónur í ár, sammett við 77,9 milliónir krónur í fjør. – Laksaprísurin hevur verið støðugur, hóast útboðið av laksi er økt við gott og væl 30 prosentum. Úrslitið er nøktandi, sigur Regin Jacob­ sen, stjóri. Rakstrarúrslitið fyrra hálv­ ár var 137,7 milliónir krónur í ár. Tað var 219,2 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør. Samlaða úrslitið er sostatt betri í 2012. Góð gongd Bakkafrost stendur seg sera væl í altjóða kappingini, og úrslitið hjá fyritøkuni er sera gott sammett við onnur al­ tjóða alifeløg. Góða lívfrøði­ liga gongdin og ein effektivur rakstur seta sín greiða dám á úrslitið hjá alifyritøkuni fyrra hálvár. – Tað hevur riggað væl at skipa eina góða alivinnu í Føroyum, og virkisskráin hevur eftir øllum at døma verið røtt, sigur Regin Jacob­ sen. Bakkafrost økti rakstrar­ úrslitið við 30 prosentum frá fyrsta ársfjórðingi í 2012 til annan ársfjórðing 2012, og útliini eru rímiliga góð næstu mánaðirnar. Felagið væntar framvegis at taka millum 42.000 og 44.000 tons av laksi í 2012. – Tað vil siga, at vit taka meira laks í seinnu hálvu enn í fyrru hálvu, vísir stjórin í Bakkafrost á. Hann væntar, at útboðið av laksi verður væntandi stórt í triðja árs­ fjórðingi, men frá fjórða árs­ fjórðingi verður betri javnvág millum útboð og eftir­spurn­ ing. Stjórin skoytir uppí, at Bakkafrost er væl fyri at gagnnýta møguligar áhuga­ verdar vakstrarmøguleikar. Úrslitið pr. kilo (EBIT) var 6,43 krónur fyrra hálvárí ár. Prísurin var 16,18 krónur fyrra hálvár í fjør. Niður­ gongdin er stór, sum serliga er orsakað av lækkingini í laksaprísinum. Í altjóða høpi eigur Bakka­ frost umleið trý prosent av heimsins samlaðu laksa­ framleiðslu. Gott úrslit hjá Bakkafrost ALIVINNA Úrslitið hjá Bakkafrost fyrstu seks mánaðirnar í ár vóru munandi betri enn fyrra hálvár í fjør. – Virkisskráin er eftir øllum at døma røtt, sigur Regin Jacobsen, stjóri Ríkis­felags­ skapurin á ríkisfund Uni Holm Johannesen – Eg ætli mær at umrøða áleikandi mál Føroyar og Danmarkar millum, ið hava verið frammi sein­ asta árið. Eitt nú, hvussu ein framtíðar moderni­ sering av ríkisfelags­ skapi­num kundi sæð út. Tað skrivar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í svari til Gunnvør Balle, tingkvinnu, sum hevur sett honum skrivligan fyrispurning um ríkis­ fundin í Grønlandi um tvær vikur. Gunnvør Balle vildi vita, um løgmaður fór at umrøða sín dreym um ein ríkjafelagsskap á ríkis­fundinum. Tað fer løgmaður, men hann hevur enn ikki boð­að Helle Thorning- Schmidt og Kuupik Kleist frá hesum. – Tað er vanligt, at vit stjórnarleiðarar siga hvør øðrum frá fram­ manundan, um stórmál eru at tosa um. Tað havi eg ikki gjørt enn, svarar løgmaður. Ikki raðfest fremst Gunnvør Balle vildi eisini vita, hvussu átrokandi henda ríkisrættarligi ný­ skipanin er í verandi sam­gongusamstarvi. Enn er hetta ikki meira enn ein dreymur, sigur løg­maður. ­– Hetta er ikki fyrsta mál á skrá hjá verandi samgongu. Onnur áleik­ andi mál verða at taka upp fyrst. Tá ið málið verður tikið upp, mugu nærri umhugsanir ger­ ast, hvussu farast skal fram, skrivar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í svarinum. RÍKJAFELAGSSKAPUR Kaj Leo Johannesen, løgmaður, vil hava eina nýggjan skipan í ríkis­ felags­skapinum. Hesum boðaði hann frá á ólavsøku og í við­ talu við Politiken sunundagin. Løgmaður fer at umrøða ríkis­ felags­skapin á ríkisfundinum í Grønlandi um tvær vikur – Laksaprísurin hevur verið støðugur, hóast útboðið av laksi er økt við gott og væl 30 prosentum. Úrslitið er nøktandi, sigur Regin Jacobsen, stjóri. Í altjóða høpi eigur Bakkafrost umleið trý prosent av heimsins samlaðu laksaframleiðslu Manningarnar íslendskar men skatturin fer til Føroya Árni Joensen Hóast íslendingar manna øll størvini umborð á teimum seks farmaskipunum, sum sigla millum Ísland og evro­ peiska meginlandið, eru mann­ingarnar roknaðar sum føroyskir løntakarar og rinda skatt í Føroyum. Tað skrivar Morgunblaðið í dag.  Blaðið vísir á, at tey fýra skipini hjá felagnum Eimskip eru skrásett í Antigua og Bar­ buda í Karibiska Havi­num, og at tey bæði skipini hjá felag­ num Samskip eru skrásett í FAS.  Manningarnar rinda 37% í fløtum inntøku­skatti í Før­ oy­um, men reið­aríini fáa 28% aftur frá tí før­oyska lands­ kassanum. Á tann hátt spara reiðaríini nógv í lønarút­ reiðsl­um, og føroyski land­ skassin hevur tey sjey pro­ sentini eftir um­framt inn­tøk­ur av, at skipini eru skrásett í FAS, skrivar blað­ið.  Í Morgunblaðnum í dag kemur fram, at ein lóg sum eina altjóða skipaskrá í Ís­ landi hevur ikki virkað. arni@ras2.fo