mikudagur 15. august 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Roknskapur hjá løgmanni
Eirikur Lindenskov
Tá P/F KRK-Holding, sum Kaj
Leo Johannesen átti saman
við Kára Danielsen og Róa
Egholm, fór á húsagang 1.
mars fjør, var tað við sera
stórum tapi.
Sanbært uppgerð, sum Páll
Nielsen, advokatur, gjørdi,
var ognin góðar 65.000 krón
ur, meðan fráboðaðu krøv
ini vóru góðar 21 milliónir
krónur.
Felagið átti tvey hús í
R. C. Effersøsgøtu í Havn,
sum
eru
tinglisin
sum
ogn hjá BankNordik, sam
bært upplýsingum frá Um
hvørvisstovuni, tann 14. juni
2010.
Í brævi, sum bústjórin
Páll Nielsen hevur sent Taks
25. mars í 2010, mælir hann
til, at húsini verða seld fyri
hægsta boð, sum er ávika
vist 3,5 milliónir krónur og
4,5 milliónir krónur – ella
tilsamans
átta
milliónir
krónur.
– Sum nú er, so er tinglýsti
veðrætturin í hvørjum av
hesum ognunum 20 milliónir
krónur og skuldin, sum liggur
aftan fyri hendan veðrætt er
væl oman fyri givnu boðini,
sigur Páll Nielsen í bræv
inum.
7. mars í fjør sendir Páll
Nielsen
uppgerðina,
sum
nevnd er omanfyri, til Taks.
– Eg viðhefti uppgerð
yvir ogn og skuld og skal
samstundis
upplýsa,
at
felagið ikki eigur ognir, sum
kunnu dekka víðari viðgerð
av málinum, og tí verður
felagið nú strikað sambært
grein 143 í konkurslógini.
Sostattt verður neyðugt hjá
tykkum at avskriva áogn
tykkara sum tap upp á
skuldarar, sigur Páll Nielsen,
advokatur.
Sambært telduposti til
Taks frá Páll Nielsen, advo
kati, dagfestur 21. januar 2010,
sigur hann seg hava tosað við
BankNordik um veðrættin,
sum BankNordik hevur í
húsunum hjá KRK-Holding
upp á 20.000.000 krónur.
– Skuldin aftan fyri henda
veðrætt er umleið 21.000.000
krónur, og eftir samrøðu
mína við bankan eru vit
samdir um, at í fríari sølu
eru ikki útlit til, at bankin
fær dekkað sín veðrætt, og
tí tekur bankin undir við, at
undirritaði sum avtøkustjóri
heiti á Føroya Fútarætt um
at lýsa ognirnar á almennari
uppboðssølu.
Hægsta boð upp á ogn
irnar var, sambært brævi
frá Páll Nielsen til Taks,
8.000.000 krónur, og bankin
hevur keypt húsini. Soleiðis
hevur bankin minkað um
tapið við at keypa ognirnar.
Restina – góðar 13 milliónir
krónur – má bankin avskriva
sum tap.
Farex ongar pengar
Dóttirfelagið hjá P/F KRK-
Holding, P/F Farex, fór undir
trotabúarviðgerð í oktober í
2008, og varð felagið endaliga
likviderað tann 5. mai í 2009.
Eins og við móðurfelag
num, so var heldur einki
at heinta hjá kravánarum í
hesum felag. Í brævi til Taks
skrivar
Djóni
Thomasen,
advokatur, soleiðis:
– Tá eingin kreditorur
hevur verið sinnaður at seta
trygd fyri, at búgvið verður
tikið undir konkursviðgerð,
havi eg boðað skiftirættinum
frá, at búgvið kann verða
endað uttan víðari.
Soleiðis er hetta felag eis
ini tikið av sambært somu
grein 143 í konkurslógini,
sum snýr seg um feløg, sum
BankNordik misti
13 milliónir upp á
KRK-Holding
HÚSAGANGUR BankNordik átti 21 milliónir krónur til góðar hjá P/F KRK-Holding, sum fór á húsagang í
marsmánaði í fjør. Við at keypa bæðin húsini hjá felagnum avmarkaði bankin tapið til 13 milliónir krónur
Eirikur Lindenskov
Lesarabrævið á Vágaportal
inum, har sagt varð, at feløg,
sum Kaj Leo Johannesen,
løgmaður,
og
Jørgen
Niclasen, eiga ella hava átt,
skyldaðu landinum pengar
sum mvg, fekk bein at ganga
á, eftir at løgmaður fyrst á
Vágaportalinum 30. mai og
so í Sosialinum 1. juni av
sannaði páhaldið.
Við hesum gjørdi løg
maður seg sekan í fjala sann
leikan, tí tað er prógvað, at
fleiri feløg, sum løgmaður
varðaði av, hava givið land
inum tap við ógolgdnum
MVG og partafelagsskatti.
Gamaní er talan ikki um
risa upphæddir, sum soleiðis
gera mun í øllum tapunum,
sum onnur hava fingið av
hesum feløgum, har talan
er um tvísiffraðar millióna
upphæddir í tapi.
Løgmaður setir
spurning við dóm
Tað er ikki óvanligt, at
partafeløg fara á heysin. Og
tað kunnu vera fleiri orsøkir
til, at virki ikki klára at røkja
sínar skyldur og tí fara av
knóranum.
Tá slík feløg enda í
skriftirættinum, so verður
ein bústjóri settur, sum skal
syrgja fyri at fáa yvirlit yvir
skyldur og ogn hjá felag
num, so kravánarar fáa sum
frægast burturúr.
Av tí at Sosialurin átti
góðar 100.000 krónur til
góðar í einum av feløgunum,
sum løgmaður átti í og var
nevndarforamður í, fekk
Sosialurin frá Skiftirætt
inum innlit í búroknskapin,
og her kundu vit staðfesta,
at samlaða tapið hjá krav
ánarum var um 1,5 milliónir
krónur. Av hesum var stað
festa tapið hjá TAKS 200.000
krónur.
Henda upphædd kemur
fram í búroknskapinum,
sum altso ikki er ein meting,
men staðfest og góðkent í
rættinum.
Kortini sigur løgmaður á
Facebook fríggjadagin:
– Tølini eru so lítil, at eg
enn ikki havi fingið endaliga
staðfest, um tað var nakað
millumverandi yvirhøvur.
Soleiðis setir løgmaður
spurnartekin við búrokn
skapin, sum er góðkendur í
rættinum, heldur enn at við
ganga, at hann duldi sann
leikan um, at feløg, hann
hevur varðað av, hava givið
landinum tap.
Ikki pengar
til bústjóra
Sosialurin hevur biðið um
innlit í búroknskapirnar
fyri hini feløgini, móðirfel
agið KRK-Holding, Farex,
Kaldbaks Seafood og Trans-
Farex Invest. Hjá Skifti
rættinum kundu vit sum
kunnugt ikki fáa hetta inn
lit. Løgmaður noktaði at
útflýggja okkum tøl, men
frá taks fingu vit umsíðir
innlit.
Men talan er ikki um
búroknskapir, tí hesi feløg
vóru so illa fyri, at pengar
vóru ikki til at seta ein bú
stjóra
at
gjøgnumganga
skjølini. Tað vil við øðrum
orðum siga, hóast feløgini
– sum løgmaður hevur víst
á á Facebook – hava útflutt
fyri tvær milliardir, havt
50 fólk í arbeiði, goldið 80
milliónir í farmagjøldum
og 50 milliónum í rentum
til førosykar bankar og 10
tals milliónir í MVG, so vóru
eingi virði í felagnum, ikki
ein gong nakrar túsund
krónur til ein bústjóra.
Tá feløg eru komin so illa
fyri, so verða tey vanliga
upployst eftir gerin 143 í
konkurslógini, sum er um
»selskab uden midler«. Tá
verða feløgini bara strikað,
og eingin kravánari fær
so mikið sum eina krónu
av tí, hann hevur til góðar.
Eingin
uppgerð
verður
gjørd yvir kreditorar, og tí
er tað eingin myndugleiki,
sum veit, hvussu stór tap
feløgini
í
veruleikanum
hava givið øðrum. Tann ein
asti, sum veit tað, er leiðsl
an í felagnum, í hesum føri
Kaj Leo Johannesen, sum
nevndarformaður, og stjór
arnir í feløgunum.
Leiðslan hevur
altíð ábyrgd
Tað er ikki vanligt, at feløg
við so stórum virksemi
koma soleiðis á ørmundar
hús. Tað er sjálvandi leiðslan
í felagnum, sum hevur
ábyrgdina av at tryggja, at
partafelagið hevur ein for
svarligan rakstur. Og tað er
eisini nevndin undir leiðslu
av nevndarformanni, sum
leggur
rætningslinjurnar,
sum stjórnin í felagnum skal
fylgja, og tað er nevndin,
sum hevur ábyrgdina av, at
tøkur kapitalur er til taks í
mun til rakstur felagsins.
Tað er hesa ábyrgd, vit
fleiri ferðir hava víst á – yvir
fyri løgmanni – at hann
hevur havt. Kortini blívur
hann við at misteinkiliggera
tað, vit hava víst á – og sigur
seg framvegis ivast í, um
feløgini í heila tikið skylda
Taks pengar, ella um Taks
skyldar likvideraðu feløg
unum nakað, hóast hetta er
staðfest við dómi.
Innlitið, sum vit nú hava
fingið frá Taks, í viðurskifti
í nevndu feløgum, vísir, at
tapini hava verið sera stór av
hesum húsagangum, og at
nógvar milliónir hava verið
millum virði og skyldur.
eirikur@sosialurin.fo
TAKS misti 290.000 krónur