mikudagur 15. august 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Roknskapur hjá løgmanni
eru so illa fyri, at pengar ikki
eru til at gera búgvið upp.
Felagið er tí tikið av, uttan at
búroknskapur er gjørdur, og
tí veit eingin myndugleiki,
hvussu nógv felagið skyldaði.
Skiftirætturin hevur bara
staðfest, at als eingir pengar
eru til nakað sum helst, og tí
verður felagið bara strikað.
Sambært seinasta árs
roknskapi, sum er fyri 2007,
og sum er sendur Skráseting
Føroya tann 9. oktober í
2008, hevði felagið eitt hall
upp á 10 milliónir krónur.
Eginpeningur
felagsins
– sum er munurin millum
ogn og skuld – var minus
fýra milliónir krónur. Tað er
góðar 11 milliónir minni, enn
árið fyri.
Hvussu stórt tap møgu
lig flutningsfeløg og fiska
framleiðarar
í
Føroyum
kunnu hava havt – um teir
hava havt tap, sæst ikki í
teimum skjølum, sum Sosial
urin hevur fingið frá Taks.
Men tann skuld, sum var í
felagnum, tá tað fór undir
trotabúarviðgerð,
er
ikki
goldin.
Hall upp á 25 milliónir
Atknýtta felagið P/F Trans-
Farex Invest, sum P/F KRK-
Holding
átti
saman
við
Transpesca S. A. í Spania,
varð strikað í Skiftirættinum
4. oktober í 2010. Her vóru
heldur eingir pengar hjá
møguligum kreditorum at
heinta, og felagið var eisini
tikið av sambært grein 143
í
konkurslógini.
Seinasti
almenni
roknskapur
fyri
hetta felagið, sum varð latin
Skráseting Føroya var fyri
2008, vísti hann eitt hall upp
á 25 milliónir krónur.
Tann partapeningur, sum
P/F KRK-Holding hevði í hes
um felag, var allur mistur.
Krøv oman fyri
tvær milliónir
Dóttirfelagið P/F Kaldbaks
Seafood fór somuleiðis undir
trotabúarviðgerð í 2010. Í
brævi til Taks greiðir Páll
Nielsen, advokatur, sum er
bústjóri í felagnum, frá um
viðurskiftini hjá felagnum:
– Eg skal við hesum boða
frá, at tær ognir, sum felagið
eigur,
eru
innistandandi
á konto í BankNordik kr.
2.804,85, sum eru veðsettar
til bankan umframt 290
stk. partabrøv í P/F Atlantic
Petroleum, sum eisini eru
veðsett til bankan.
– Hetta merkir, at felagið
ikki
hevur
ognir,
sum
kunnu dekka eina veruliga
búsviðgerð, og tí fari eg á
skiftirættarfundi, sum verður
hildin á Dómaraskivstovuni
21. april 2010 at mæla skifti
rættinum til, at felagið verður
strikað sambært grein 143 í
konkurslógini, skrivar Páll
Nielsen.
Hetta merkir, at heldur
ikki í hesum felag er búrokn
skapur gjørdur, og heldur
ikki í hesum felag eru pengar
at býta til kravánarar.
Samlaðu fráboðaðu krøv
ini hjá hesum felag vóru
2.202.894 krónur.
– Eg kann tí longu nú
staðfesta, at neyðugt verður
hjá tykkum (Taks, red.) at
avskriva krav tykkara, sum
tap upp á skuldarar, sigur
Páll Nielsen í brævinum til
Taks, sum er dagfest 7. apríl
2010.
Tann 4. oktober í 2010
boðar Sorinskrivarin í Før
oyum Taks frá, at búgvið
hjá P/F Kaldbaks Seafood er
endað tann 13. september 2010
sambært grein 143 í konkurs
lógini – sum aftur merkir,
at eingin búroknaskapur er
gjørdur, og at eingir pengar
hava verið at býtt til møgu
ligar kravánarar.
Taks avskrivað
300.000 kr
Taks hevur avskrivað slakar
300.000 krónur í mvg og
partafelagsskatti hjá SP/F
Sisero, P/F KRK-Holding og
P/F Farex tilsamans. Hetta
er tað tapið, sum løgmaður
fleiri ferðir hevur afturvíst,
at Taks hevur havt.
Viðvíkjandi tapinum hjá
Taks upp á 200.000 kr í SP/F
Sisero, so er tað talið úr bú
roknskapinum, sum er góð
kendur í rættinum. Restin er
út frá metingum, sigur Taks.
Hvussu hetta so verður
vent og snarað, so hevur
Taks mist hesar pengar upp
á virksemið hjá feløgum,
sum Kaj Leo Johannesen
hevur varðað av, hóast hetta
eru lítil tøl í mun til tað, sum
BankNordik – sum landið
eigur triðingin av – hevur
mist.
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
Tað er sagt fleiri ferðir, at
einki kriminelt er í tí at fara
á húsagang. Men hættirnir
at fara á húsagang uppá
eru fleiri.
Sum vit hava víst við
búroknskapinum hjá SP/F
Sisero, so stóð so illa til har,
at felagið steðgaði – men tó
áðrenn allir pengarnir vóru
uppi. Tá búgvið varð upp
gjørt, fingu kravánararnir
5,37 prosent av tí, teir áttu
til góðar.
Felagið varð tí avtikið,
og ein búroknskapur fram
lagdur og góðkendur í rætt
inum.
Tá kravánararnir fingu
hesi góðu fimm prosentini
av tí, tey høvdu til góðar, so
varð málið avgreitt, og ong
ar skyldur lógu á felag ella
partaeigarum.
Men tað kann ganga nógv
verri enn so. Og tað er tað,
sum er hent í hinum feløg
unum, sum løgmaður hevur
varðað av. Har hevur skilið
verið so út av lagi vánaligt,
at ikki ein króna hevur ver
ið til vanligar kreditorar.
Pengar hava ikki verið til at
gera búgvið upp, sum tí bara
er strikað – uttan at nakar
myndugleiki veit, hvussu
stór skuldin í veruleikanum
var. Og tað kann eisini gera
rættinum
tað
sama,
tá
eingin er at gjalda skuld
ina. Teir einastu, ið kenna
veruligu
skuldina,
eru
ábyrgarpersónarnir í feløg
unum, sum eiga at vita,
hvørjar rokningar liggja
ógoldnar.
Men onkur tapir, tá so
er. Ein stórur tapari í hes
um føri var bankin, sum
landsstýrið eigur triðingin
av, sum misti 13 milliónir
krónur.
Sum
Sosialurin
skilir
tað, so er tað ikki er óvan
ligt, at feløg verða gjørd
upp sambært grein 143 í
konkurslógini – men tað er
ikki vanligt fyri feløg við so
stórum virksemi, sum feløg
ini hjá Kaj Leo Johannesen.
Tað hendir bara í feløgum,
har púra einki skil er á.
Fíggingarstovnar
hava
neyvan gott eyga á ábyrgdar
persónum í feløgum, sum
verða rikin so ivasamt, sum
P/F KRK-Holding og tess
dóttirfeløg, og tí kann verða
trupult hjá teimum aftur at
reka vinnulív í Føroyum.
Feløgini vóru sera illa fyri
HÚSAGANGUR P/F KRK-Holding, P/F Farex, P/F Kaldbak Seafood og P/F Trans-Farex Invest vórðu
øll avtikin sambært grein 143 í konkurslógini, sum verður nýtt, tá feløg er so illa fyri, at ráð ikki eru
til at gera búgvið upp. Eingin uttan ábyrgdarpersónar í feløgunum kenna tí veruligu skuldina