Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Undir viðgerðini í vinnu­ nevndini av fiskidøgum fyri næsta fiskiár, býtti nevndin seg í ein meiriluta og tveir minnilutar. Meirilutin (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim) vísir á, at tey flestu, ið hava verið á fundi við vinnu­ nevndina, taka undir við, at fiski­dagatalið verður tað sama næsta fiskiár sum í ver­ andi fiskiári. Teir vísa á, at neyðugt er við stabilum kørmum um okkara fiskivinnu, so vinn­ an veit, hvat hon hevur at halda seg til og virka út frá. Víst hevur eisini verið á, at fiski­dagaskipanin, sum er tann skipan, ið hóskar best til blanding­fiskiskapin undir Før­oyum, skuldi regu­lerast einans eftir, um skip, reiðskapur v.m. gerst effektivari - heldur enn eftir stødd­ini á fiska­stovnunum. Í álitinum hjá meirilut­ anum verður eitt nú víst til tøl hjá Fiskiveiðieftirlitinum sum siga, at nøgdin av smáfiski var ovurhondsstór í 2009. Nógvar leiðir vóru áhaldandi stongdar í hesum tíðarskeiði. – Tað vekir undran, at hes­ in árgangur púrasta tykist vera burtur úr føroyskum sjóøki. Ymiskar orøskir eru nevndar um, hví eingin til­ gongd er, tó uttan at nakað endaligt svar er fingið upp á spurningin um tilgongd, og hví stovnarnir eru so illa fyri, sigur meirilutin. Lagt verður aftrat, at tá umsitingarætlanin varð løgd fram á heysti 2011, var eitt nú víst á, at veiðitrýstið á hýsu er í samsvari við til­ráð­ ingarnar, og at mett verður, at tær reguleringar, ið longu eru gjørdar fyri tosk, og til­ laginging av veiðitrýstinum fyri tosk, eisini fara at gagna hýsu­stovninum. – Uppskotið hjá lands­ stýris­manninum leggur eis­ – Arbeiðið við at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap, tekur atlit til øll viðurskifti, ið eru nevnd í arbeiðssetninginum. Vit ivast ikki í, at hetta kemur at føra við sær, at vit fáa eina góða fiskivinnulóggávu, sigur meirilutin í vinnunevndini, sum mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum um óbroytt fiskidagatal fyri næsta fiskiár Føroyar fáa eina góða fiskivinnu Vilmund Jacobsen Ásettu freistirnar í sam­ band við ásetan av fiski­ døgum eru sambært lógini um vinnuligan fiski­skap, at fiskiárið byrjar hin 1. sep­ tember, og fiski­dag­arnir verða ásettir við støði í lógaruppskoti, sum lands­ stýrismaðurin í fiski­vinnu­ málum leggur fyri løgtingið. Við í lógini um tíðar­ freistir er eisini, at fyri 15. juni skal Havstovan lata l a n d s­s tý r i s ­m a n n ­i nu m stovns­met­ingar, tilmæli um fiski­dag­ar komandi fiskiár – um­framt tilmæli um, hvussu fiski­skap­urin skal skipast kom­andi fiski­ár. Á sama hátt sum Havstovan, skal fiski­ danevndin á hvørjum ári fyri 22. juni eisini lata lands­ stýrismanninum sítt til­mæli um fiskidagar – um­framt tilmæli um, hvussu fiski­ skapurin skal skipast kom­ andi fiskiár. Í seinasta lagi hin 18. august skal løgtingið hava ásett fiskidagatal fyri botn­ fiskaveiði á føroyska land­ grunninum fyri næsta fiskiár. Óbroyttir fiskidagar Í gjár var málið um fiskidagar til 2. viðgerð á tingi, og alt bendir á, at uppskotið hjá lands­stýrismanninum um óbroytt fiskidagatal fyri næsta fiskiár verður samtykt við stórum meiriluta á ting­ fundi í morgin. Áðrenn málið kom til 2. viðgerð í gjár, hevur vinnu­ nevndin við­gjørt upp­skotið hjá lands­stýris­manninum. Undir viðgerðini býtti vinnunevndin seg í tríggjar partar, har umboðini hjá samgonguni taka undir við landsstýrinum, meðan Páll á Reynatúgvu og Poul Michelsen hava sítt egna uppskot við tilhoyrandi við­ merkingum – og Aksel V. Johannesen ger sínar við­ merkingar til málið. Á hesi opnu fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, sum teir tríggir partarnir í vinnu­nevndini siga. Við 2. viðgerð á tingi í gjár varð uppskotið hjá lands­ stýrismanninum um óbroytt fiskidagatal samtykt við stórum meiriluta. 21 atkvøður vóru fyri – og átta ímóti. Saman við samgonguni, at­ kvøddu eisini umboðini hjá Javnaðar­flokkinum fyri óbroytt­um fiskidagatali. Broytingaruppskotið hjá minnilutanum í vinnu­ nevndini, Pálli á Reynatúgvu og Poul Michelsen, fall. Her vóru átta atkvøður fyri – og 21 ímóti. Uppskotið um fiskidagar fær eina viðgerð á tingi aftrat, og hon verður í morgin. Stórur meiriluti óbroyttum fiski Í gjár var málið um fiskidagar til 2. viðgerð á tingi, og alt bendir á, at uppskotið hjá landsstýrismanninum um óbroytt fiskidagatal fyri næsta fiskiár verður samtykt við stórum meiriluta á tingfundi í morgin. Umboðini hjá Javnaðarflokkinum taka undir við landsstýrinum Alt bendir á, at fiskidagatalið í fiskiárinum, sum byrjar hin 1. september, verður hitt sama sum í verandi fiskiári Mynd: Karstin Vang