mikudagur 15. august 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Clint Eastwood, Russel Crowe,
Tom Cruise, James Bond og onnur
við teimum hava innspælt partar
av filmum í Íslandi seinastu árini.
Hetta hevur havt sera stóra ávirkan
á íslendsku filmsvinnuna har í dag
umleið 300 fólk starvast! Ikki er
neyðugt at nevna hvussu stóran
týdning hetta hevur fyri ma.,
islendsku
ferðamannavinnuna.
Og so kann ein spyrja hvussu tað
ber til at filmsvinnan er voksin
so munandi í Íslandi? jú, Ísland
letur ein studning uppá 10 % av
filmskostnaðinum
til
avvara
ndi producentar. Hetta verður
alt meira vanligt í Skandinavia
at
kommunur
lata
studning
fyri at tilrekkja filmproducent
ar vegna tess at spin-off effektin
er so stór av filmsídnaðinum,
ma., varð stórur partur av Oscar
vinnaranum Hævnen hjá Susanne
Bier innspældur á Suðurfjónu har
kommunarnar árliga lata umleið 10
Mio Kr úr filmsgrunni og er Keyp
mannahavn eisini við at stovnseta
ein stóran líknandi grunn.
Í Havn hava vit – enn - ein sera
litlan filmsídnð. Klippfisk og nógv
filmsáhugaði ungfólk gera eitt gott
arbeiði og tað skulu tey hava stórt
rós fyri. Eisini hava vit fleiri talentir
sum vit fara at siggja meira til í
komandi tíðum bæði sum leikarar,
producentar og á upptøkuøkinum.
Tiðanverri er tann studning
urin sum verður veittur til hesar
kveikjarar ikki meira enn peanuts
at rokna og ikki til at liva ella
doyggja av. Filmsvinnan verður
als ikki tikin í tí álvara sum skal
til. Tað skulu aðrar upphæddir til
og munandi betur umstøður fyri
at vit veruliga kunnu fara undir at
fyrireika eina føroyska filmsvinnu.
Tó havi eg ongan iva um at tað
ber at byggja upp ein filmsidnað
her í Havn sum bæði kann skapa
inntøkur og gera sitt til at okkara
kreativi
ungdomur
støðast
í
Havnini. Við einari føroyskari
filmsvinnu fara føroyingar eisini
at gera seg nógv meira galdandi
uttanlanda, hyggið bara at okkara
Olafi og Anniku Johannesen sum
øll Havnafolk eiga at vera errin
av. Eisini vil ein filmsvinna eggja
okkara skrivandi fólki í størri mun
at skriva filmshandrit.
Vit
í
Tjóðveldisflokkinum
vilja menna hesa vinnu í nýgg
ja Býráðnum og voni eg at øll
filmsáhugaði Havnarfólk fara at
stuðla okkum. At áhugin í Havn
er til staðar sóðu vit tá Norð
urlandahúsið, Birgir Kruse og
undirritaðu skipaðu fyri syningum
av
norðurlendskum
filmum
í
Havnar Bio seinasta vetur, tað var
nærum fullsett til hvørja sýning.
Eg skal nevna at eg hava
tikið stig til at fáa kenda films
mannin Peter Ålbæk, stjóra í
Zentropa at koma hendavegin
í heyst at hava eina workshop.
Tiltakið verður lýst í Oktober men
kunnu áhugaði longu senda mær
ein teldupost á johan_m@olivant.fo
Filmsvinnan er ein av heimsins
stóru globalu vinnum har tað eisni
er rúm fyri Havnini.
Filmsvinnan,
Tórshavn og
okkara kreativi
ungdómur
Brot úr filminum
»Duld Sorg«
Filmur gjørdur
í samband við
filmsummarskúlan
Nóllywood 2010
Tað er gott at búgva í og kring
Tórshavn. Her er trygt, list og
tónleikur blóma og tað blívur
alt
meira
vanligt,
at
síggja
og vera saman við fólki við
fjølbroyttum lívsstílum. Leggja
vit okkum harafturat eftir at
fremja útbúgving, grøna orku
og burðardygdni, er tað skjótt at
Føroyar kunnu verða ein fyrimynd
hjá øðrum smásamfeløgum.
Fyri
at
hetta
skal
blíva
veruligt, krevur tað tó, at vit gera
Tórshavnar
kommunu
meira
lokkandi og livandi. Talið av ungum
fólkum og børnum minkar í stórum
í Tórshavn sum er, og er hetta helst
størsta hóttanin móti Føroyum sum
heild. Savnaði útbúgvingarøki, tætt
knýtt at nýggjum og áhugaverdum
fyritøkum, er ein týdningarmikil
partur av at steðga hesi gongdini,
men tað eru eisini minni torskild
og lættari ting vit kunnu gera her
og nú, fyri at gera tað meira liviligt
í kommununi.
Íbúðir eru helst mest átrokandi
trupulleikin. Tað er alt ov dýrt og
torført, at seta búgv í Føroyum. Ung
fólk hava sjáldan ráð ella hug til at
keypa ella byggja hús, og íbúðirnar
vit hava eru alt ov dýrar. Tað er
heilt einfalt ikki lokkandi hjá fólki,
at flyta heim aftur til foreldrini.
Og tað er slett ikki lokkandi, at
seta seg í skuld fyri milliónir beint
eftir lokna útbúgving. Tí mugu
og skulu vit sum kommuna gera
alt vit kunnu, fyri at vit fáa fleiri
og bíligari íbúðir. Vit mugu hava
øki, har ung fólk, børn og alt tað
virksemi og lívið, sum hoyrir til har,
kunnu festa røtur.
At
gagnnýta
náttúruna
vit
hava, vil eisini gera tað nógv meira
lokkandi at búgva her. Tað er
vakurt, friðsælt og fult av íblástri
at ganga runt í Føroyum. Tað er
lekkurt at súkkla, renna og ganga
úti, og hetta er blivið uppaftur
meira
lokkandi
við
teimum
íløgunum kommunan longu hevur
gjørt. Gera vit eisini t.d. eina breyt
fyri mountain bikes, fleiri og betri
súkklubreytir so hvørt við umvæla
vegirnar, og gera tað lættari hjá
børnum og vaksnum at koma út og
njóta grønu økini í býnum, verður
tað heilt einfalt stuttligari at búgva
her.
List og tónleikur eru somuleiðis
í
øðrumhvørjum
kjallara
í
Tórshavnar Kommunu. Hvussu
týdningarmikið hetta er, kann
bara undirmetast. At vera í einum
øki, sum er fult av vakurleika,
undrunarsomum
verkum
og
skapanarhuga,
er
dreymurin
hjá flest øllum fólkum – ungum
eins væl og gomlum. Tórshavnar
Kommuna ger og hevur gjørt nógv,
fyri at stuðla hesum – hygg bara
at nýggja musikkskúlanum – men
vit kunnu altíð gera meira og fyri
lutvíst lítið av peningi.
Tórshavn skal vera lokkandi.
Her skulu vera bíligar íbúðir, ein
náttúra vit kunnu njóta í friði og
ítrótti, og list úti í gøtunum eins
væl og inni. Tórshavn skal vera
eitt stað, har bæði útlendskir og
føroyskir ungdómar vilja búgva.
Tórshavn skal liva.
Tórshavn skal liva
Johan Mortensen
Á Tjóðveldislistanum
til Býráðsvalið
Bergur A. Dalsgarð
kjak