Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Komandi partur Tann 23. august eru 100 ár síðani Sigurd Simonsen, skipari, í Fuglafirði, var føddur. Í hesum sambandi verður givið út eitt rit við hansara lívssøgu, sum var prentað í FF-blaðnum í 2002, skipað av abbasoninum Hera Simonsen. Komandi partur verður partur úr hesi søgu. en dejlig og fredelig By mod, hvad den nu er. Fader lejede sig ind paa et Pensionat, der laa i nærheden af Kommuneskolen, hvortil han jo var kaldet som Lærer. Pensjonatværtinden havde en Kusine, Eva Margrethe Jacobsen, der hjalp hende, og hende blev Fader forlovet med. Inden Aaret var omme fejrede de deres Bryllup 10. Marts 1838. Efter Bryllupet flyttede mine Forældre ind i deres Lejlighed, der var beliggende i selve Skolebygningen. Lejligheden bestod af 2 store Værelser i Stueetagen og 2 mindre oppe paa Loftet. Møblerne var af Mahogni. I Dagligstuen Sofa, Spillebord og Stole samt et bornholmsk Stueur. I Spisestuen var der Spisebord, Stole og smaa Bord ved Vinduerne. I Faders Værelse stod det gamle taffelformede Klaver, som han øvede sig paa, Skrivebord og Bogreoler. Det var møbler, som stammede fra Danmark. De Embedsmænd, som kom dernede fra, medbragte i reglen selv Møbler. Da de senere atter søgte ned til Danmark, var der næsten aldrig plads til deres Møbler på de tre smaa Skonnerter (det var alle de Skibe, der dengang gik til Danmark om Aaret), der skulde jo saa mange færøske Varer med. Men paa den Maade blev der jo i Aarenes løb mange danske Møbler deroppe. Krákusteinur Øll kenna við Krákustein. Tað eru nøkur ískoyti til sjálva bókina, skrivað á leysum bløðum, har á einum teirra er frágreiðing um Krákustein: Paa Færøerne var det i min Barndom en uskreven Lov, at Næbbet paa alle de dræbte Krager skulde gemmes til den store St Olajfest, der blev holdt en gang om Aaret i Thorshavn. Paa den Dag stævnede en masse Færinger til fra de andre Bygder og alle havde saa vidt muligt et eller flere Kragenæb med. Naar de naaede Thorshavn, gik de opad Skansevejen til den store “Kragesten”, og paa den lagde de alle Kragenæbbene. Derefter blev der tændt Ild i dem, og medens de brændte, var Folk saa glade og morede sig saa godt. Jeg har saamænd selv været deroppe og se paa det. Ogsaa Børn lagde Kragenæb paa Stenen. Dette var begyndelsen til den store Olajfest. Jeg har lidt undret mig over, hvad der har været Aarsagen til dette besynderlige Skuespil. Hvør var “Jegvan den Havnemand” í grindavísuni? Grindavísan í síni heild verður eisini endurgivin við viðmerkingum hjá Onnu. Tað áhugaverda er, at Anna staðfestir hvør ið var “Jegvan, den Havnemand”, sum fann grindina, sum vísan er um. Tað vóru jú so nógvir Jógvanir í Havn. Anna sigur, at hann var ein “kendt Thorshavnsk Fisker, Joen Simonsen, alm. kaldet Fløtti”. Tað kundi verið áhugavert, um onkur veit meira um hann. Søgan um ættina Anna Evensen greiðir væl frá ættini í bókini. Í henni er eisini ein ættartalva við áhugaverdum upplýsingum um ættarfólkið hjá henni. Um langabba sín í Baianstovu, Poul, skrivar hon: Han rejste med en bayersk Turist, der kom til Færøerne, og som vilde have en Færing som Fører. Han lod bygge et hus, der blev kaldt Bayernstue, og dette fik Poul efter ham. Ein sonur Poul var Jacob Poulsen, “som var en arbejder, der vilde eje alt”, hvat ið enn liggur í tí. Hann var giftur við Onnu Mariu, og er Anna helst uppkallað eftir ommuni. Børnini hjá Evu og Andreas C . Lützen: 1. Nicels, doyr hálvt ára gamal. 2. Anna Maria Nicoline (1841-1927), upprunin til bókina. 3. Nicels, sum alt lívið kom at virka í Klaksvíkshandlinum saman við Faktorinum, Johan Christian Djurhuus. 4. Jacob, giftist við Henriette Restorff, dóttir “gamla Restorff”. Tey fingu 12 børn. Valdemar Lützen var ein sonur. 5. Lütje f. 1848. Skrivstovumaður hjá sorinskrivaranum. Gjørdist løgfrøðingur og fekk arbeið sum løgfrøðingur í Korsør. 6. Andreas Christian. Fór til Amerika at grava eftir gulli. Tað frættist frá honum í eini tvey ár. Síðstu ferð hann skrivaði, ætlaði hann sær til Australia. 7. Georg Flemming. Uppkallaður eftir sorinskrivaran, Tillish, sum var góður við pápa hansara. Doyði í 1860 8. Vilhelm, doyði ársgamal av difteritis. 9. Edvard Ægideus. Prestur, búði seinast í Fredericia Anna giftist við Jens Christian Evensen (1840-1904). Pápi hansara var Johan Christian Evensen, sýslumaður í Suðuroy, og mamman var Elsebeth Susanne Larsen, ættað úr Porkeri. Pápi Johan Christian var Ole Even Olsen, norðmaður sum búsettist í Hvalba. Systkin hjá Jens Christian vóru Jóan Petur, abbi millum onnur Kjartan Mohr, og Kristina, sum giftist við Christoffer Michael Olsen, kendur frá síni dagbók frá 1800-talinum. Ein dóttir teirra, Margretha, giftist við Søren Müller í Havn. Hetta eru tískil alt kendar ættir. Anna og Jens Christian fingu børnini: 1. Jens sum doyði heilt lítil á Viðareiði og er jarðaður har. 2. Andreas Christian, sum gjørdist Føroya próstur eitt stutt tíðarskeið. 3. Margretha Elisabeth, gift í Bregninge á Sælandi, har pápin hevði sítt seinasta prestastarv. Hon eigur ongar eftirkomarar. 4. Margrethe Frederikke, sum giftist við systkinabarninum Johan Evensen, sum var kolonistjóri í Grønlandi. Eru fyrr umrødd í Miðvikuni. Eigur ættarfólk í Danmark. 5. Johan Edvard, vanliga kallaður Spinnarin, tí hann hevði spinnarí í Havn. Hann var tann fyrsti, sum varð grivin í “nýggja” kirkjugarði í Havn í 1935. Ein abbadóttir hansara er Ingun, gift við Eiriki Lindenskov. Ingun og børnini Anna og Jónas eru einastu eftirkomarar hjá Onnu Evensen í Føroyum. 6. Johannes Evens, yvirgrannskoðari í landbúnaðarmálaráðnum í Keypmannahavn. Andreas Lützen og konan Eva. Tað er kend søga, at Andreas small niður, tá ið hann talaði fyri kongi í 1874, og hann doyði við kongsins hond í síni. Anna helt, at hetta var ein “skøn død”. Eva doyði í 1877 Grindaknívurin, sum Anna Evensen gav Christian Olsen Brot úr handritinum, tá ið Andreas C. Lützen kom til Føroya Louis Helt og Dorte Weiss, sum vit kunnu takka fyri, at handritið hjá Onnu Evensen er komið til Føroya Christian Olsen, sum í tøkum tíma fekk niðurskrivað søguna hjá Onnu Evensen