Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan FF-blaðið var í síni tíð eitt ógvuliga fjølbroytt fakfelagsblað, sum umframt fiskivinnutíðindi og felagstíðindi eisini hevði nógv søguligt tilfar. Her var grundarlagið lagt fyri teirri skriving av søgu fiskimanna, sum seinni helt fram í Miðvikuni, og sum nógvir lesarar hava verið fegnir um. Eisini var í blaðnum annað siðsøguligt tilfar, sum lýsti lívið hjá fólki í “gomlum døgum”. Ein, sum dugnaði FF-blaðnum var Esther Djurhuus. Hon var gift við Johan, son Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmann, hvørs endurminningar frá barna- og ungdómsárum, vit hava havt í Miðvikuni. Esther lat meg einaferð fáa eitt maskinskrivað eintak av endurminningum hjá abbasystir síni, Onnu Evensen. Hon var dóttir Andreas C. Lützen, tann fyrsta Lützen í Føroyum. Tað sást á handritinum, at hesar endurminningar vóru niðurskrivaðar av einum Christian Olsen í bygdini Eskebjerg, beint uttanfyri Kalundborg á Sælandi. Eg fekk áhuga fyri at vita meira søguna aftanfyri søguna og skrivaði tí til lokalarkivið í Eskebjerg, um teir vistu nakað meira. Fekk í hesum sambandi samband við Dorte Weiss, sum í fyrsta umfari einki visti um nakað handrit. Dorte hevði verið í Føroyum og fekk áhuga fyri málinum. Hon visti um Christian Olsen. Hann hevði ein bóndagarð, Torpelund, men hansara størsti áhugi var tónleikur, “spillemandsmusik”. Hann ferðaðist um í nærumhvørvinum og fekk niðurskrivað fleiri hundrað løg, sum tískil eru varðveitt fyri eftirtíðina. Men hann hevði eisini áhuga fyri siðsøgu, sum hann eisini fekk skrivað nógv av. Christian var ógiftur, men hann hevði ein trúgvan húskall, Louis Helt, sum arvaði hann. Dorte kendi væl Louis, sum búði í grannalagnum. Hon fekk loyvi frá honum at fara upp á loftið at leita. Har rann hon seg fram á upprunahandritið til bókina, sum hevði ligið har meira enn hálva øld. Eg fekk tískil eitt fotokopi av handritinum. Nú vísti tað seg, at bókin var munandi longri enn maskinskrivaða handritið. Her vóru eisini nógvar áhugaverdar myndir í. Bókin er hondskrivað í trimum eintøkum. Tað sæst, at Christian Olsen var listamaður. Hansara handskrift er beinleiðis fagurskrift, sum er sera væl lesilig. Rundan um hvørt síðutal er teknað eitt blomstur. Hetta var handrit nr. 1. Hini bæði handritini fóru til Onnu Evensen sjálva og til Folkemindesamlingen í Danmark, sum hevur tað í varðveitslu. Eintakið hjá Onnu er hjá eftirkomarum hennara í Danmark. Tískil bar til at hava alla hesa søguna í sjey pørtum í FF-blaðnum saman við øðrum viðkomandi tilfari, har Dorte Weiss útvegaði ein stóran part. Síðani tá havi eg havt eitt neyvt samband við Dorte Weiss og havi eisini vitjað hana og Louis Helt. Vildi geva føroyingum bókina Fyrr í ár kom teldupostur frá Dorte Weiss við boðum frá Louis Helt, at hann vildi lata upprunahandritið hjá Onnu Evensen til Føroya. Hetta merkir, at tað verður latið landsbókasavninum í varðveitslu. Á danmarkarferð í juni var eg tískil í Eskebjerg og fekk handritið handað. Tað vísti seg, at Louis Helt eisini hevði eitt annað minni um Onnu Evensen. Hetta var ein sera snøggur grindaknívur, Anna Evensen hevði givið Christian Olsen til minnis um teirra samstarv. Knívurin var helst gjørdur av einum Arge. Handritið verður nú skannað, so tað skal vera lætt hjá áhugaðum at fáa eintak av bókini. Hetta kann hava serligan áhuga, tí komandi ár, í 2013, eru 200 ár síðan A.C. Lützen var føddur. Í ár eru annars 175 ár síðan hann kom til Føroya. Tá ið henda skanning er liðug verður handritið latið landsbókasavninum. Louis Helt hevur uppiborið stóra tøkk uppiborið fyri hesa vælvild, og tað sama hevur Dorte Weiss fyri hennara medvirkan. Framúr søga Hjá søgufróðum er hetta ógvuliga áhugavert, tí her er ein fyrstahondsfrásøgn frá eini kvinnu, sum er fødd í 1841. Tað eru neyvan nógvar frásagnir frá hesi tíðini, skrivaðar av føroyingum. Anna giftist við prestinum, tí eitt ár eldri Jens Christian Evensen. Fyrsta kallið var á Viðareiði, har tey vóru fyrstu árini. Síðan fóru tey til Hvalbiar, og aftaná gjørdist Jens Christian próstur á Nesi. Bæði úr Havn og frá øllum hesum plássum eru sera áhugaverdar frásagnir um gerandisdagin hjá fólki og um forvitnisligar hendingar. Men at vera prestur í Føroyum var ógvuliga strævið. Ferðast skuldi jú frá kirkju til kirkju, og hetta var til gongu og við báti, sum ofta var ógvuliga ótespiligt. Heilsan fór at vikna, og Jens Christian søkti sær prestastarv í Danmark. Hansara seinasta starv var í Bregninge nærindis Eskebjerg. Men Jens Christian doyði longu í 1904. Tá fluttu Anna í fyrsta umfari heim aftur til Føroya. Men hon flutti aftur til Bregninge, har ein dóttir, Sigrid, var gift við einum einkjumanni. Í 1925 er tað, at Christian Olsen fekk orðið á hana. Hetta var í tøkum tíma, tí longu í 1927 doyði Anna, 85 ára gomul. Hon varð jarðað undir liðuni á manninum beint við kirkjuna í Bregninge, har gravsteinar eisini eru settir á teirra grøv. Skemt førdi Lützen til Føroya A.C. Lützen er eitt gott dømi um, hvussu danir hava ríkað okkara land. Tað serliga við hansara søgu er, at tað var ein tilvild, sum fekk hann higar. Her skal endurgevast nakað av tí, sum Anna greiddi frá um pápa sín: Min Faders Forældre [Sicka og Nickels] døde, medens Fader var lille, og Fader, der var født í 1813, blev da opdraget hos hans ældre Søster, der var gift med en Gaardejer i Sønderjylland. Fader maatte være ved med Landbruget, men maa næppe have arbejdet med samme Lyst eller Interesse, thi en Dag han havde Besøg af en af Faderens Venner, sagde denne til ham: “Hør, sig mig Andreas, bryder du dig egentlig om at blive Landmand?” “Nej, jeg vil meget hellere læse,” svarede Fader. Vennen tog sig saa af Fader og betalte for ham paa Skaarup Seminarium. Efter at Fader havde taget Lærereksamen, blev han Huslærer hos en Greve. Engang, da han var paa Vej hjem for at holde Juleferie, traf han paa en Kro, hvor han var taget ind, nogle Seminariekammerater. Som de nu sidder allerbedst og taler om alt muligt, er der pludselig et af de unge Mennesker, der i Spøg sagde til Fader: “Hør du, Andreas Lützen, der er et Lærerembede med Orgelspil ledigt oppe paa Færøerne, det maa lige være noget for dig. Du skulde søge det”. “Jeg! Det kan ikke nytte noget, der gaar jo ingen Skibe derop nu, saa inden min Ansøgning kommer derop, er Embedet nok besat, men jeg kan jo gerne søge det for Spøgs Skyld.” Dermed skrev Fader en Ansøgning og sendte afsted. Da der om Foraaret kom Skib fra Færøerne, var der Svar til Fader. Han var antaget. Greven, som han var hos, mente, at han havde godt af at komme derop, han fik i hvert fald set sig om. Mit Barndomshjem Det var den 5. maj 1837 Fader kom til Thorshavn, der den gang var Í 2003 hevði FF-blaðið eina forvitnisliga røð, sum var grundað á frásøgn hjá Onnu Evensen, fødd í Havn í 1841. Nú er upprunahandritið komið til Føroya Anna og Jens Christian Evensen 85 ára gamla handritið hjá Onnu Evensen komið til Føroya