Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg rann meg um dagarnar fram á Vinnuvitan, útgivið av Dimma­ lætting. Her var ein grein, sum snúði seg um ta prísásetingarskipan fyri rá­fisk við ráfiskagrunni, sum var gald­andi fram til endan av 1980- unum. Greitt varð frá, hvussu kom­ið var burtur úr tí planbúskapi, sum henda skipan stóð fyri. Tað faktuella í hesi grein er vist stórt sæð í lagi, men tað tykist bland at vera komið í lýsingina av leiklutum í sambandi við rá­fiska­ grunn og fiskiveiðuskipan annars. Eg var sjálvur partur í til­ gongdini við Ráfiskagrunnin og kann tí staðfesta, at í hesi grein er ikki alt við. Standandi einsa­ møll lýsir henda grein ikki alla til­gongdina í málinum um Rá­ fiska­grunnin og leiðina til mark­ nað­ar­b­úskap. Hetta er alt ein long søga. Her skal bert verða tikið fram høvuðs­tættirnir í hesi tilgongd. Tað, sum manglar í nevndu grein í Vinnuvitan, er í høvuðsheitum hetta: Restin av søguni Eg var sjálvur nevndarlimur í rá­ fiska­grunninum frá byrjan í 1975, til grunnurin varð avtikin í 1990. Uppgávan var sjálvsagt at um­ boða sjónarmið fiskimanna. Hetta var millum annað gjørt við at royna at fáa størst møguliga játtan til grunnin og at fáa størsta partin av hesi játtan sum studning til tey fiska­sløg, sum limir FFs veiddu, sum brosmu og upsa. Hetta varð eisini gjørt uttan trega fram til 1986. Hetta ár fór ráfiskanevndin á kunn­ing­arferð í okkara granna­ lond­um. Í Danmark varð eitt salt­ fiska­virki vitjað. Tað kundi geva mun­andi hægri prís fyri ráfiskin, enn ráfiskanevndin ásetti. Hetta vísti, at okkurt var galið í Føroyum. Spurningurin var, hvat tað kundi vera. Niðurstøðan var, at í Danmark høvdu teir mark­nað­ar­ bú­skap, har tann sum kundi geva hægsta prís, eisini slapp at keypa rá­fiskin. Í Føroyum høvdu vit “sovjet­ iskan planbúskap”. Hetta var ser­liga galdandi fyri tann “av­ rokn­ing­a­rprísin”, sum var ásettur flaka­virkjunum at gjalda. Skipanin var tann, at uttan mun til, hvat ið fekst fyri lidnu fram- leiðsluna og hvørjar útreiðslur, ið vóru at virka fiskin, fingu virkini eitt fast krónutal til sín rakstur. Hetta merkti, at virkini ikki grund­ leggjandi høvdu áhuga fyri at fáa meira fyri lidnu vøruna ella fyri at minka um útreiðslurnar sum til dømis lønarútreiðslur. Hetta merkti eisini, at útreiðslurnar “slúktu” størri og størri part av mark­nað­ar­ virðinum á fiskinum. Hetta var ser­ liga fyri tey bíligu fiskasløgini, sum gjørdust størri og størri partur av samlaðu veiðuni. FF hevði fyrsta ítøkiliga uppskot um marknaðarbúskap Seinni sama ár hevði eg eina fram­ løgu á árliga fiski­vinnu­tingi­num við heitinum “Er verandi prís­áset­ ing­arskipan tann besta fyri fiski­ mannin?” Her vórðu fyrst vansarnir við gald­andi skipan lýstir. Síðan var eitt útgreinað uppskot lagt fram um, at virkini í staðin fyri eitt fast krónu­tal pr. kg, skuldu fáa ein pro­ sent­part av endaliga virðinum á fiski­num í sín part. Hetta vildi geva teim­um ein beinleiðis áhuga í at fáa so stóra virðisøking sum gjørligt, og vildi eisini geva teimum áhuga fyri at minka um útreiðslurnar av fram­leiðsluni mest møguligt. Samstundis varð lagt fram eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu studn­ ing­urin kundi niðurlagast eftir nøkr­um árum. Hetta ljóðar kanska ikki so koll­ velt­and í dag, men tá var hetta ein rættilig nýhugsan. Atli Dam, løg­mað­ur, sum tá eisini umsat fiski­vinnu­mál, setti beinan vegin eina nevnd at arbeiða víðari við upp­skotinum. Henda nevnd, har uppskotsstillarin ikki var við, kom nakað seinni við einum veru­leika­ fjarum uppskoti, sum ikki kundi brúkast, og sum tað heldur ikki hendi meira við. Nú koma vit til 1988. Tá skal vera løgtingsval, og Atli Dam varð noydd­ur at gera okkurt við henda spurn­ingin. Dagin fyri seinastu fram­løgu­ freist varð í skundi tilevnað eitt uppskot at leggja fyri tingið, og var hetta uppskot grundað á mítt til­ mæli í 1986. Uppskotið varð eisini samtykt, hóast tað ikki var so full­ fíggjað og útgreinað, sum eitt slíkt upp­skot skuldi verið. Men nú var ógvuslig kreppa við skrædli í fiskaprísunum, og hetta darv­aði arbeiðinum við at seta hesa skipan í verk. Tað vóru nógvir fundir í ráfiskanevndini um hetta, og gamal hugburður mátti mýkjast hjá fleiri. Fíggjarligt undur Men um ársskiftið 1989/90 varð sam­tykt ein skipan, sum ásetti, at av príshækkingum skuldu 50% fara til hvønn partin, virkið og fiska­ prísin. Hóast hetta ikki var nøk­ur kollvelting, so var tað fyrsta ítøki­ liga almenna stigið á leiðini úr plan­ bú­skapinum. Hvussu var og ikki, so byrjaði beinan­vegin ein kapping um fiskin. Virkir fór so ella so at bjóða eyka fyri fiskin útyvir tað, sum var alment ásett. Hetta hevði verið púra óhugsandi, ið hvussu er hjá virkjum, sum vóru limir í fiska­ søluni, og tað vóru nærum øll. Aftur til planbúskapin Í 1990 var ein politisk kreppa, sum endaði við tí sokallaða “fiskivinnuuppritinum”, sum merkti stórar broytingar. Eitt var avtøkan av ráfiskagrunninum. Hesum var FF ímóti, men tíðin vísti, at hetta var í lagi. Men tað avgerandi var, at í staðin ráfiskagrunnin skuldi koma ein nýggj prísásetingarnevnd, sum í prin­sippinum setti aftur í verk tann plan­búskapin, sum vit júst vóru við at koma burtur úr. Nú skuldu virk­ ini aftur tryggjast á sama hátt sum við gomlu prísásetingini. Hetta sigur eisini nakað um, at politiska skipan­in hevði avgjørt onga “patent­loysn” heldur. Men henda nevndin kom als ikki í gongd. FF og Meginfelag Út­ róðr­ar­manna noktaðu nevniliga at velja limir í hesa nevnd, sum feløg­ ini mettu at vera eina forðing fyri tann marknaðarbúskapinum, sum júst var farin at virka. Og nú fingu vit nakað, sum kann kall­ast eitt fíggjarligt undur. Tað gjørdi­st ein heilt frí kapping um fisk­in. Virkini vóru nú eisini leys av skipunum. Vit fingu óhoyrdar rá­fiska­prísir, sum nú í mongum før­um vóru hægri uttan almennan studn­ing, enn teir vóru fyrr við nógv­um studningi. Leikluturin hjá vinnuni, og eisini hjá fiskimannafelagnum, verð­ur ongantíð partur av almennu søgu­ ni um hetta mál. Tann al­menna søgan er tann, at tað vóru ábyrgd­ ar­full­ir politikarar, sum settu eina ábyrgdarleysa vinnu út av spæli­ num! So einføld er søgan ikki. Vinnan og ikki minst FF høvdu ein týdn­ing­ ar­miklan lut í leiðini úr umrødda plan­búskapinum. Tað er lætt at síggja í dag, at skipan­in við ráfiskagrunnin var ør­skapur. Hetta dugdu vit eisini sum frá leið at síggja í vinnuni, og vit áttu í hvussu er okkara leiklut í tí, at komið varð burtur úr hesum ør­skapi. Tað skal eisini sigast, at politiska skipanin spældi eisini við í hesum. Hon hevði heldur ikki nakrantíð nakað reelt boð uppá eitt alterna­tiv. Hetta er væl lýst í mínum árs­ frá­greið­ingum, sum er alment til skjals m.a. á Býarbókasavninum í Havn. Her sæst eisini, at FF í øllum frá­greið­ingum í hesi skiftistíð hevði ítøkilig uppskot um mark­ nað­ar­bú­skap á ráfiska­økin­um og um niðurlaging av stud­n­ingi­num. Høvdu hesi hugskot verið loftað beinan­vegin, tey komu fram í 1986, hevði støðan kanska ikki blivið so vána­lig, sum hon gjørdist á hesum øki seinast í 1980-unum. Hóast hesin partur av søguni neyvan verður partur av almennari søgu­skriving, so skal hon tó vera til skjals sum í eini grein sum hesi. kjak Óli Jacobsen Halla Samuelsen Forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs Hvat hendi við Ráfiskagrunninum? Ískoyti til grein í Vinnuvitan um Ráfiskagrunnin og planbúskap Í summar gjørdist endaliga greitt, at Tórshavnar kommuna nú sjálv fer at standa fyri allari ser­tann­ lækna­vi­ðg­erð til børn, sum hava tørv á eitt nú tannjavning. Umleið 5.000 børn og ung eru fevnd av kommunalu tannrøktini, og umleið ein triðingur av hvørj­um árgangi hevur tørv á sertannlæknaviðgerð. Í nógv ár hevur kommunan havt av­talu við privatan tannlækna um sertannlæknaviðgerðirnar, men nú henda avtalan er end­að, hevur kommunan sett egn­an ser­tann­ lækna í starv á Tann­lækna­stovuni. Í løtuni verða tannlækahølini í skúlanum við Løgmannabreyt innrættað til sertannlæknastovu við nýggjari og framkomnari út­ gerð. Fyri nøkrum árum síðan varð álit skrivað um framtíðarkarmarnar fyri barnatannrøktina í Tórs­havn­ ar kommunu. Mælt varð til at skipa tannrøktina sum eina sentral­ klinikk, ið skuldi fevna um bæði vanligu tannrøktina og sertann­ læknaviðgerðina. Hetta er nú lutvíst framt, og sum forkvinna í sosialu nevnd frøð­ist eg um hesi framstig, har Tann­lækna­ stovan nú hevur ábyrgd av allari kommunalu barnatannrøktini í Tórs­havnar kommunu. Men eingin ivi er um, at gamla og hugnaliga tannlæknastovan í Tórsgøtu hevur tænt fyri seg. Nú nýggj høli verða gjørd til ser­tan­n­ læknaviðgerðirnar, er tíðin kom­ in hjá býráðnum at fáa til vega nýggjar og hóskiligar karmar til van­ligu barnatannrøktina. Nýggir karmar til barnatannrøktina