Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í hesum døgum verða fyrireikingar gjørd­ar til gerð av súkklubreyt yviri við Strond, og er hetta ein liður í framhaldandi arbeiðinum at útbyggja súkklubreytarkervið í komm­u­nuni. Tá arbeiðið er liðugt, verð­ur ein ferðslutrygg súkklu­ breyt allan vegin frá Hvíta­nes­veg­ num og oman á Skansan. Fyri nøkrum árum síðani sam­ tykti tekniska nevnd og síðani býráðið, at allar nýggjar vega­ gerð­ir í kommununi skulu hava gongu­breytir, súkklubreytir og góð atkomuviðurskifti fyri rørslu­ tarnað. Dømi um hetta eru t.d. Glyvursvegur á Argjum, Klingr­ an í Hoyvík, Vegurin langi og R. C. Effersøesgøta. Somuleiðis er súkklu­breyt eisini tikin við í verk­ æt­lan­ina fyri samtyktu gøtu­skipa­ n­ina millum Hvítanes og Hoyvík. At gera súkklubreytir á gamlar ella verandi vegir er mangan ein a­v­bjóð­ing, tí tíðum er plássið sera avmarkað, samstundis sum ferðslu­trygd­in skal vera í hásæti. Men tó hevur støðugt gingið fram­á við hesum arbeiði. Nú er tí­verri ein stígur komin í, av tí at ferðslumyndugleikin hevur gjørt kommununa varuga við, at neyðugt er við eini kunngerð frá lands­stýri­ num, sum heimilar kom­mu­n­uni at halda fram við ar­beiði­num at gera súkklubreytir. Tórs­hav­nar kommuna sendi tí Inn­lendis­mála­ ráð­num bræv, har heitt varð á landstýrismannin um at útvega hesa heimild. Tað er mín vón, at heimildin skjótt verður útvegað, soleiðis at miðvísa arbeiðið kann halda áfram, til kommunan hevur eitt samanhangandi súkklu­breyt­ ar­kervið; tí tástani er komið á mál. Styttri súkklubreytarstubbar geva ikki meining einsamallir, tí alneyðugt er, at samanhangur er í. Stevnumiðið hjá Tórshavnar kommunu viðvíkjandi súkklubreytum kann býtast upp í 3 partar: 1. Felagsbreyt, har fá gangandi og súkklandi eru. 2. Deild súkklu- og gongubreyt, sum t.d. á R. C. Effersøesgøtu og á Glyvursvegi 3. Súkklubreyt, har t.d. ein 20 cm. breið linja skilir súkklur og bilar á vegabreytini. Á íløguætlanini í ár er peningur sett­ur av til súkklubreytir, og nú farið verður undir at leggja fíggjar­ ætlanina fyri 2013, er ætlanin at seta enn meira av til súkklubreytir. Súkkl­ing, eins og onnur rørsla, er nakað, sum støðugt vindur uppá seg, og eru fólk meira tilvitað um heilsuna nú enn nakrantíð. Kann­ ingar aðrastaðni vísa, at tess fleiri súkklubreytir verða gjørdar, tess fleiri fara at súkkla. Hagtøl frá Keyp­mann­havnar kommunu siga t.d., at tá ein súkklubreyt verður gjørd á einum vegastrekki økist talið av tí súkk­landi ferðsluni eini 20% meðan bil­a­tal­ ið samsvarandi minkar eini 10% á sama teini. Miðvísa ar­beiðið hjá Keypmannahavnar kommunu seinastu uml. 30 árini at leggja umstøðurnar betur til rættis fyri súkklandi ferðsluni hevur borið so góðan ávøkstur, at Keyp­manna­ havn nú verður nýttir sum fyri­ mynd í altjóða ferðsluhøpi, og m.a. hevur lagt navn til hugtakið “Copen­hagen-style bicycle lanes”. Síðstu árini hevur Tórshavnar kommu­na eisini útbygt gøtukervið, tað verið seg gøtur úti í Guds fríðu nát­túru og gøtur millum býlingar o.a. Hesar gøtur verða sera nógv brúkt­ar, bæði av fólki á súkklu og til gongu; millum heim, arbeiðið, skúla, ítrótt ella bara til spákingartúrar og/ella rennitúrar. Tað skal vera ein sjálvsagdur rætt­ur hjá borgarum at ferðast trygt á súkklu í kommununi. Somu­ leið­is átti Landsverk í nógv størri mun at tikið atlit til súkkl­ing á landsvegunum. Eisini í ferða­vinnu­ høpi er súkkling, ein vaksandi skari av brúkarum. Fólk, sum búgva uppi í Hoy­víks­ haga­num og arbeiða niðri í býnum, hava nú skjótt tvær súkklufarleiðir oman í miðbýin; eftir Vegnum langa, gøtunum undir Svartafossi, R.C. Effersøesgøtu; og eisini skjótt yviri við Strond. Samsvarandi er ætlan­in at binda býlingarnar í Vestur­býnum og Argir, eins og aðrar bý­ling­ar, uppí súkklubreytarkervið. Men meðan Tórshavnar kommu­ na bíðar eftir Inn­lendis­mála­ráð­ num, halda fyrireikingarnar fram til enn eina nýggja súkklubreyt yviri við Strond. kjak Súkklubreytir – bíða eftir kunngerð frá Innlendismálaráðnum Havnin hevur fostrað nógv dugna­lig listafólk, hesi vísa vegin so okkara høvuðsstaður hevur møgu­l­eikar at ganga einari bjartari fram­tíð ímóti – tó bert um vit síggja møguleikarnar og gera um­støð­ur­nar soleiðis, at okkara listafólk hava tað gott og hava góðar umstøður at starvast í. Nýggjur musikkskúli Av øllum listagreinum eru tað nógv flest børn og ung sum fáast við tónleik. Undirvísing í tónleiki hevur verið eitt tilboð í mong ár og við góðum úrsliti – ja, musikkskúlin hevur á mangan hátt verið ein sól­ skyns­søga. Musikkskúlin hevur í nógv ár húsast í ótíðarhóskandi høl­um, og tí er gleðiligt at nýggjur musikk­skúli nú verður bygdur í høvus­staðnum. Hóast vánaligar um­s­tøður, hevur musikkskúlin víst í verki, hvør dugur er í honum – úrslitini tala fyri seg. Spennandi verður at fylgja gongdini og vón­ andi verður arbeitt skjótt, so nýggi musikkskúlin kann standa klárur í nærmastu framtíð. Reinsaríið sum spælistað Tað er gleðiligt at ætlanir eru frammi um at skipa Reinsaríið til spælistað so bæði yngri og royndir tón­leikarar hava høvið at framføra har. Í nógv ár hava tónleikarar víst á tørv­in á einum spælistaði, tó uttan úr­slit. Eitt spælistað er alneyðugt fyri at stimbra hugin at framføra og fyri at ríka um trivnaðin hjá borg­ar­um sum ynskja at lurta eftir tón­leiki. Ein skitsa fyriliggur hvussu Reinsarí­ið skal gerast til spælistað og tað er at fegnast um. Tað er tó av alstórum týdningi at rætt verð­ ur borið at, tá hettar arbeiðið fer av bakkastokki. Reinsaríið má verða spælistað burturav og um­væl­ing­ ar­arbeiðið má fara fram í samráð við tey, sum skulu brúka hølini, og umvælingin leggjast soleiðis til rættis, at úrslitið verður gott - hálv­ ar loysnir er løtuvinningur. Listaskúli Farið eigur at vera undir at skipa undirvísing fyri aðrar listagreinar eisini, og seta á stovn ein listaskúla, sum kann hýsa listagreinum sum myndlist, sjónleiki, leirlist o.s.fr. Tað er umráðandi at undirvíst verður í list, tí í undirvísingini ligg­ ur menningin, bæði fyri undir­vís­ aran og fyri tey ið verða undir­víst. Í byrjanini kann undirvísingin part­ víst gerast í kommunalu skúlu­num, men høli mugu eisini verða til taks, har listafólk hava sína grund­vøll og har arbeitt verður útfrá. Ein listaskúli, har okkara framkomnu listafólk undirvísa børnum og ungum eigur avgjørt at vera mál at seta sær. Møguleikar at framføra uttandura Tað er soluleiðis stórur tørvur á at fáa eitt hóskandi stað í miðbýnum at framføra uttandura – í løtuni er hettar tíverri ikki veruleiki. Ein uttandura pallur er gjørdur í miðbýnum á økinum frammanfyri Løgtingið, men hesin krevur ábøtur, um hann skal nøkta tørvin. Her má nýhugsan til, økið má betrast, so ein møguliga takkonstruktión fæst yvir plássið, sum ger at plássið er meiri atkomuligt til framførslur, í øllum veðri. Eisini eigur goymsla við stólum og tøkni til konsertir o.a at vera knýtt at plássinum, so konsertir og aðrar framførslur lættliga kunnu fyriskipast. Búdeplar til listafólk Aðrastaðni er vanligt at listafólk fara til onnur lond at virka í styttri ella longri tíð, soleiðis eru eisini føroysk listafólk farin út í heim at menna seg. Til hettar verða hús bjóðaði fram sum kunnu hýsa listafólkunum og vera karmur um teirra arbeiðið. Her mugu vit ikki verða eftirbátar, men vit eiga at skipa so fyri, at vit eisini í høvustaðarkommununi hava skipaðar møguleikar at hýsa útlendskum listafólkum, sum koma til Føroya í styttri ella longri tíð at arbeiða. Hesi listafólk uttaneftir, eru umráðandi fyri menningina av listini her á landi, tí tey koma við nýggjum íblástri. Tí eiga vit at skipa so fyri, at Havnin eisini hevur búdeplar til listafólk at bjóða fram. Listin er framskygd Ein íløga í listina er ein íløga í framtíðina, og tí er avgerandi fyri menningina av høvuðstaðnum, at vit gera íløgur, sum menna okkara listaumhvørvið. Listafólk eru skapandi fólk – skapandi fólk eru framskygd og hava kreativar ætlanir, sum eru førar fyri at menna Havnina á ein hátt, sum vit í dag kanska ikki síggja fyri okkum. Havnin eigur í nógv størri mun at taka listafólk við uppá ráð, tá listaøkið skal útbyggjast, eins og fólk innan sjúkrahúsverkið vita best um sjúkur og viðgerð og løgfrøðingar vita best um løgfrøði, eru listafólk eisini serkøn innan listaøkið! Listin – ein íløga í framtíðina Marin Katrina Frýdal býráðslimur fyri Tjóðveldi og forkvinna í teknisku nevnd Tórshavnar kommunu Andrea Heindriksdóttir