mikudagur 15. august 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Annika Olsen, landsstýriskvinna í
almannamálum, hevur sagt seg vera
skelkaða av, at stakir uppihaldarar
noyðast at biða um hjálp frá til
dømis Frelsunarherinumsum.
Næstforkvinnan
í
Tjóðveldi,
Sirið Steenberg, vísti í væl grund
givnari grein á, at tað áttti ikki
at komið óvart á almannamála
ráðharran. Tí hon er partur av eini
samgongu, sum higartil bert hevur
skorið hjá vekastu bólkunum,
meðan stóri lættar eru lætnir
teimum, sum ikki eru í sosialari
trongstøðu. Ongin skeivur upp
lýsingur varð førdur fram frá Sirið
Steenberg.
Men nú leggur Annika Olsen
harðliga eftir Sirið Steenberg og
ákærir hana fyri politiska mani
pula-sjón(!). Til tess at bera í bøtu-
flaka fyri samgonguna, reksar
Annika Olsen síðani upp nøkur
politisk átøk, ið eru gjørd fyri stak-
ar uppihaldarar. Hon sigur, at stakir
uppihaldarar hava fingið dupultan
barnafrádrátt. Og at lesandi við
børnum hava fingið fíggjarligt
ískoyti.
Men hetta eru álvsarslig
ósannindi frá Anniku Olsen:
-
Átøkini við dupultum
barnafrádrátti til stakar
uppihaldarar vórðu framd
undir CHE-samgonguni
(tað var úr valskránni hjá
Tjóðveldi, og tá hevði tað
jú týdning, hvat flokkarnir
søgdu undan valinum).
-
At lesandi við børnum
hava fingið ískoyti, er
eisini eitt uppskot hjá
CHE-samgonguni, sum
seinni varð framt av einum
samdum tingi, langt áðrenn
hendan samgongan tók við.
Veruleikin er altso, at hendan
samgongan hevur als onki átak
framt fyri stakar uppihaldarar.
Tann íbúðarpolitikkur við Húsa
lánsgrunninum,
sum
Annika
Olsen nú tosar um, varð framdur
eftir
kravi
frá
Tjóðveldi
í
minnilutasamgonguni í fjør við
harðari mótstøðu frá Fólkaflokki
num.
Hendan samgongan hevur hin
vegin hækkað skattin munandi
hjá teimum støku uppihaldarum,
ið gjalda inn til pensjón og hev
ur tikið uppsparingina frá koma
ndi ættarliðum – harundir børn
unum hjá støku uppihaldarum.
Hesir pengar eru brúktir til at geva
teimum hægru inntøkunum stórar
skattalættar. Ímeðan eru javn
ingarnar av almannaveitingum,
pensjónum og lestrarstuðli strik
aðar.
Var tað í einum øðrum landi, at
ein almannaráðharri og enntá vara
løgmaður, royndi at tilskriva síni
stjórn heiðurin fyri politisk átøk,
ið vórðu framd av aðrari stjórn.
Og enntá brúkti hesa villleiðing
til at leggja andstøðupolitikara
undir manipulasjón, so var talan
um álvarsmál, ið ein kritisk pressa
beinanvegin hevði kannað og kravt
svar uppá ella avleiðingar av.
Men Annika Olsen roknar helst
við, at hon framvegis kann spæla
leiklutin sum tað menniskjaliga
andlitið hjá eini karráari høgrasam
gongu. Ja, í roynd og veru, er hesin
leiklutur, har Annika Olsen mót
vegis almenninginum skal látast
sum at samgongan eisini hugsar
sosialt og um tey á niðaru rókum,
ein avgerandi fortreyt fyri, at tann
grovi høgrapolitikkurin kann halda
fram. Hendan leiklut eigur Annika
Olsen saman við Miðflokkinum í
samgonguni. Hetta er hykl á høgum
støði, og eg haldi í roynd og veru, at
tað er tann ódámligasti leikluturin
at velja sær.
Hyklið hækkar í hvørjum – í Føroyum
Í einum aftursvari til nøkur sannleksorð hjá Sirið Steenberg, leypir landstýriskvinnan
Annika Olsen framav og sigur ósatt um politisku avgerðirnar hjá samgonguni
Eftir at hava hoyrt røðuna hjá
løgmanni, sum er formaður fyri
Sam-bandsflokkin,
á
ólavsøku,
sat eg eftir við kenslu av at hava
fingið vátan vøttin frammaná frá
mín-um politiska formanni við út
søgnini um, at hann droymir um,
at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt
land, og síðan fara í ein ríkjafelags
skap við Danmark.
Hetta stríðir ímóti øllum tí, eg
sum sambandsmaður havi trúð
uppá.
Havi alla mína tíð stuðlað Sam
bandsflokkinum. Kom í nevndina
í Suðuroyar Sambandsfelag í 1986,
og havi síðani tá verið formaður í
nevndini í 20 ár. Hetta havi eg gjørt,
ikki fyri at fáa nakran politiskan
ella fíggjarligan vinning, heldur
tvørturímóti, men tí at eg havi verið
góður við flokkin.
Eg havi ongantíð í hesi mongu
ár hoyrt talan um, at Sambands
flokkurin hevur havt ætlanir um
at fára burtur úr tí ríkisfelagsskapi,
sum eftir floksins metan hevur verið
við til at føra landið fram til tað væl
ferðarsamfelag, sum vit hava.
Havi heldur ongantíð verið
av tí fatan, at stevnuskráin, sum
flokkurin hevur, leggur upp til,
at vit skulu fara burtur úr hesum
felagsskapi.
Tá formansins politiski vápna
bróður í Klaksvík tekur undir
við honum um at loysa Føroyar
úr
ríkis-felagsskapinum,
hevði
eg ikki væntað annað frá hasari
síðuni. Hann hevur fyrr fingið væl
burturúr við at hella seg upp at for
manninum.
Orð formansins frá tingsins
røðarapalli hava skapt sovorðið
órógv í Sambandsflokkinum, at
hann eigur at umhugsa sína støðu
sum formaður.
Hann hevur í hvussu so er
ongan rætt til, sum formaður fyri
Sambandsflokkin, at fara út við
privatum dreymum, sum flokkurin
ikki stendur aftanfyri.
Tí hvat hevði hent, um Høgni
Hoydal frá tingsins røðarapalli
hevði sagt, at hann hevði ein dreym
um, at Føroyar aftur gjørdist eitt
danskt amt? Hann hevði neyv
an sloppið snikkaleysur aftur úr
tingsalinum. Í hvussu so er hevði
hann neyvan sitið sum formaður
fyri Tjóðveldi dagin eftir.
Ella hvat hevði hent, um Lars
Løkke Rasmussen í fólkatinginum
hevði sagt, at Venstre var fyri at
avtaka kongshúsið? Hann hevði
nevyna sitið sum formaðurfyri
Venstre dagin eftir hetta.
Hesar
samanlíkningar,
fyri
at vísa álvaran í tí, sum kaj Leo
Joahnnesen, sum formaður fyri
Sambandsflokkin,
segði
í
síni
ólavsøkurøðu. Eg havi í mínum
politiska lívið altíð stuðlað lógliga
valda formanninum. Havi altíð
gjørt mítt besta til at stuðula
Sambandslokkinum
og
havi
ongantíð sett mítt politiska ljós
undi skeppuna.
Men eftir útsagnir forman
sins og við tí í huga, at fyrsti sum
gleddist um orð hansara var Jørgen
Niclasen, havi eg tikið ta støðu,
at eg ikki longur stuðli Kaj Leo
Johannesen sum formanni fyri
Sambandsflokkin.
Eg havi einki ímóti broytingum
í Sambandsflokkinum, um tað er til
gangs fyri tað føroyska samfelagið.
Men tá ið sjálvur formaðurin av
sínum eintingum og uttan loyvi
frá sínum baklandi, fer at pilka við
sjálvt grundstøði, sum flokkurin
byggir á, tá eri eg ikki hansara
stuðul meira.
Eg havi tí valt at fara so langt,
at eg til eitt komandi løgtingsval,
nær tað so verður, ikki gevi mína
atkvøðu
til
Sambandsflokkin,
um formaðurin tá eitur Kaj Leo
Johannesen.
Kaj Leo skal frá sum formaður
Zacharias Bech,
Porkeri
Høgni Hoydal