Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Hóast frágreiðing løgmans á ólavsøku er farin afturum, hev­ ur fólka­tingsmaðurin Ed­mund Joen­sen ikki hug at sleppa ein­ um av seinastu setn­ing­un­um í røðuni. Løgmaður, Kaj Leo Johanne­ sen, lýsir týdningin í okkara heima­stýrislóg fram til dagin í dag, og ikki minst týdningin av at kunna broyta seg, um hetta tæn­ir samfelagnum. Tað er ikki fallið mær í lut at týða dreymar, men havi ikki trupulleikar av fram­tíðar­ dreym­unum hjá løgmanni um eina broytta skipan, sum sameinir heldur enn spjaðir. Orsøkin til hesar reglur er skrivingin hjá Edmundi Joen­ sen, sum heldur skuldi verið við­gjørd innanveggja enn í al­ men­nu miðlunum. At leggja upp til formans­ skifti í tveimum greinum í somu viku, er ikki til at taka feil av. Edmund Joensen, fólka­ tings­maður fyri Sambands­ flokk­in, vil hava Kaj Leo Holm Johanne­sen løgmann frá. Skriv­ing hansara kann ikki skilj­ast øðrvísi. Hóast tingbólkur floksins hevur viðgjørt málið, kann skriv­ing­in hjá Edmundi ikki fara aftur við borðinum. Ovasta leiðs­la floksins má til eina og hvørja tíð hava stuðul frá sín­um tingbólki og bak­ landi ann­ars. Tí eigur løg­mað­ ur at sleppa at útgreina sín setn­ing í løgmansrøðuni, so óneyð­ugar politiskar gjáir ikki verða skapt­ar, og sum seinri kunnu verða truplar at koma tvørt­ur­um. At Sambandsflokkurin hev­ ur flutt seg í takt við sam­felags­ menn­ing­ina seinastu árini, eiga vit sambandsfólk at vera errin av. Skrúva vit tíðina 20- 25 ár aftur, hevði hetta nærum verið óhugsandi. Men tað var tann tíðin. Einki galið var við henni. Men við skilagóðari leiðslu hevur flokkurin valt at verið pragmatiskur, og hetta hev­ur eydnast. Vit kundu valt tað øvugta og sitið uttanfyri við ongari ávirkan. Hvussu nógv hevði flokkurin vunnið við tí? Nevnast kann yvir­tøku­ lógin, sum er ein týdningrmikil partur av tí ríkisrættarligu broyt­ing­ini, og sum ein samdur Sam­bands­flokkur hevur tikið undir við. Henda lóg broytir okkara ríkisrættarligu støðu, so hvørt sum vit yvirtaka, við ella uttan Sambandsflokkin. Sambandsflokkurin var eisini við í stjórnar­skipan­ar­ ar­beið­num, sum gevur okkum rætt­in til at skipa land okkara á ein fólka­ræðis­ligan hátt. Hen­da fyriskipan skal tryggja fræl­si, mannarættindi í landi okk­ara. Alt hetta kemur at hava broyt­ing­ar við sær. Tað kann ikki koma óvart á nakran nú. Tá formaðurin í Sam­bands­ flokk­i­num verður lagdur undir at vera loysingarmaður, og lagt verð­ur upp til at velja nýggjan for­mann, er hetta rættiliga álvars­ligt. Men er hesin spurningurin ikki minni viðkomandi: Kanst tú ikki vera formaður, tí tú verður lagdur undir at bróta viðtøkur floksins, kanst tú heldur ikki umboða flokkin. Tað er neyvan tað Edmund Joensen ynskir, ella? Ríkisfelagsskapurin er í trygg­um hond­um við tingbólki, løg­manni og land­stýris­mann­ ing Sam­bands­floksins. Hann fer ongan veg. Men tíðir broyt­ ast, Eu­ropa broytist, allur heim­u­r­in broytist hvønn dag. Hvør skuldi roynt at steðgað tí? Um reglubrotið hjá løg­ manni er ein so stór­ur trupul­ leiki, sum tað verður gjørt til, áttu allir part­ar um­boð­andi Sam­bands­flokk­in at sessast runt borðið. At blaka við runu í fjøl­miðlu­num tænir sjáldan nøkrum. Eg kann ikki staðfesta ann- að enn, at eg framvegis havi fult álit á formanni okkara og ynski honum alt tað besta í til tíðir turbulenta starvinum. Runublak loysir einki mál Eg ein stóran og tú ein lítlan... Ein“umfordeiling”og ein liberali­ser­ ing av fiskatilfeingi okkara má fara fram sum skjótast. Tað, sum í løtuni fyri­gongur umsitingarliga innan fiski­vinnuna luktar illa. Tilætla til­ vild niðurbrýtur hvønn dag álitið á politisku skipanina. Framsókn hevur ferð aftaná ferð víst á, at okkara fiski­vinnu- politikkur – bæði tá tað snýr seg um fiski­rættindir heima og úti – eigur at endurmetast og broytast soleiðis, at marknaðarkreftir í munandi størri mun ávirkar skipanina. Vit fegnast um, at tann langtíðar fiski­vinnuavtala, sum Framsókn gjørdi við Sambandsflokkinum, Javn­að­ar­flokkinum, Tjóðveldi í fjørð, var á so góðari leið, at hon gjørd­ist grundarlagi undir fleiri sól­skins­søgum. Vit harmast tí líka nógv um, at Sambandsflokkurin - bara nakrar mánaðar aftaná – er lop­in frá avtaluni. Í dag ræður tilvildin og gramm­ leik­in hevur fríar ræsur. Umvegis sera kreativt uppfinningarsemi verða fiskirættindi keypt og seld og enda á færri og færri hondum, har stór útlendsk áhugamál dominera ruðu­leik­an. Tú ein lítlan eg ein stóran. Soleiðis, sum skilið í fiskivinnuni nú er og soleiðis sum verandi fiski­ vinnu­lóggávu virkar og verður um­sitin, er neyðugt at “umfordeila” nógva ríkidømi soleiðis, at hetta kann koma flest øllum í fiski­vinnu­ ni til góðar. Sera sannlíkt er, at niðurgongdin í botnfiskastovnunum beinleiðis skyldast stóru tilgongdina av upp­ sjóv­ar­fiski í vistskipan okkara. Er óvissa um hetta fyribrigdi, eig­ur óvissan at koma teimum í fiski­ vinnuni, sum í løtuni merkja mátt­ loysi og mótfall, til góðar. Vit kunnu staðfesta, at meðan heima­flotin er sera avmarkaður í síni vinnu, er veiða og veiðuorkan hjá uppisjóvarflotanum fleir­fald­að. Tað er ikki so langt síðan at uppi­ sjóv­ar­flotin fekk eina hjálp­andi hond frá landinum og tí kann ein væl­vild hagani ikki kennast heilt fremm­ant. Tilætlað tilvild og lyftisbrot. Kann tí vera kilagott, at vit - í eina tíð - tilluta heimaflotanum makrel­ rætt­indir, sum kompensatión fyri vána­liga botnfiskiskapin. Ein slík skipan má javnstilla allan heima­ flotan. Undir viðgerðini lovaði lands­ stý­rið løgtinginum, at tey skip í heima­flotanum, sum fingu til­ lutað makrelkvotu ikki kundu selja kvotuna, men skuldu fiska hana sjálvi. Hetta lyftið helt ikki! Av tilætlaðari tilvild fann lands­ stýrismaðurin eitt hol í lógini, sum loyvdi línuskipunum at selja síni makrelloyvir til aðrar at fiska, men fann onki hol í lógini, sum kundi geva útróðrarflotanum somu rætt­ indi. Hvat er hetta fyri nakað? Hvat er hetta fyri ein um­siting­ar­lig­ur hugburður henda samgonga legg­ ur fyri dagin? Hóast at Framsókn ikki er fyri at veita stuðul til fiskivinnuna, so eigur Løgtingið beinanvegin at broyta lógina um makrelveiðu so­ leiðis, at allur heimaflotin er javnt­ stillaðu­r. Hetta er liberal hugsjón at geva øllum sama møguleika. Nær er talan um stuðul ? Í ein komandi nýggjari fiski­vinnu­ lóg­gávu – eiga vit at gera upp við stuðuls­hug­takið. Nær er talan um stuðul ? Í nógv ár hava barents­ havs­trol­ar­arnir fingið tillutaðan nógv­an svartkjaft og makrel, sum hevur verið skiftur um við tosk. Teir hava sostatt ikki fiskað svart­ kjaft­in ella makrelin, men hava hand­lað hann til annan fisk, er tá talan um stuðul ella ikki ? Um línu­ bát­ar­nir skifta makrelin um við tosk í Íslandi er so talan um stuðul ella ikki ? Ella er orsøkin so einføld, at bara onk­ur annar, enn teir sum plaga, ger tað - so er talan um stuðul ? Mest sannlíkt er, at vistskipanin er soleiðis samansett, at uppgongd í uppisjóvarfiski hongur neyvt sam­ an við minkandi tilgongd í botn­ fiski. Tá so er, eigur allur flotin, sum van­liga fiskar botnfisk, at avmarka sín fiskiskap alt árið ella partar av ári­num. Fyri at kompensera fyri hetta veiðu­bann, kann botnfiskaflotin sam­sýnast við at fáa part av uppi­ sjóðarrættindunum. Tá er ikki so avgerðandi um henda kom­pen­sa­ tión­kvota verður fiska, seld ella skift um við annan fisk í øðrum lon­d­um, men avgerandi er at øll hava sama ræðisrætt á kvotuni. Sum støðan er, vil ein slík skipan vil virka fyri góðari stovns­røkt – bæði av botnfiski og uppi­sjóv­ar­ fiski. Henda skipan kundi vart fram til 2018. Eftir 2018 eiga vit at fáa ein heilt nýggjan fiski­vinnu­poli­tik, hvar munandi broyt­ing­ar mugu gerast. Vit eiga at fara frá plan­bú­ skapi og seta mark­na­ð­ar­kerft­ir inn í staðin.. Lívfrøðin trilvar seg fram. Í samband við at greina, hvørja ávirk­an nógvi uppsjóvarfiskurin hevur á botnfiskastovnin hevur Hav­stovan hiartil ikki verið til nógva hjálp.Tað eru í prinsippinum tveir møguleikar, hvørja ávirkan uppi­sjóv­ar­fisk­urin hevur á vist­ skipan­ina. Onga ávirkan ella hevur ávirk­ an. Havstovan hevur valt at taka støði í tí fyrra. Hetta er óskiljandi, tí tað sigur seg sjálvt, at ein stórur bio­massi inni á okkara landgrunni hev­ur sannlíkt ávirkan á alla vist­ skipan­ina. Og nógv eru tey, sum halda, at hetta er høvuðsorsøkin til, at sera lítið kemur undan av botn­ fiski – hetta hóast at vit hava haft fleiri sera góðar árgangir við gróðri. Tað kann undra ein, hví Hav­ stov­an ikki velur at taka somu støðu sum íslendingar í hesum máli ?. Íslendinar hava valt, at fylg­ ja logikki­num, sum sigur, at upp­ sjóv­ar­fiskur í so stórum nøgd­um ávirkra botnfiskastovnin, til annað er prógvað. Hóast stóra virðing fyri lív­frøð­ ini og at hon er grundarlagið und­ ir støðutakan okkara um burð­ar­ dygga fiskivinnu, so halda vit, at óvissan - so ella so - má geva okkum í Føroyum somu rættindi og møgu­ leikar at umsita stovnarnar sum lond­ini rundan um okkum gera. Undrunarvert er tað, at vitvið um­leið 100 ára gomlun hagtølum fyri toskafiskiskapin undir Før­oy­ um sjálvdan hava verið so í iva umm hví stóru árgangirnir, ið skuldu verið komnir inn í fiskiskapin, nú als ikki vísa seg at vera komnir undan. Tí kann hugsast, at øll skipanin at meta um stovnarnar undir Føroyum má endurskoðast. Eivin Jacobsen løgtingsmaður Poul Michelsen Framsókn