Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hóast landsstýrið nærum dag­liga sendir fráboðanir út um positivu gongdina í skatta- og av­gjalds­inn­ tøk­um landskassans, so er veru­ leikin ein annar. Hetta staðfestir Aksel V. Johannesen, formaðurin í Javn­ að­ar­flokkinum, sum nú krevur at fáa røttu tølini fyri, hvørja ávirkan flat­skatturin hevur havt á inntøkur lands­kassans. Formaðurin greiðir frá, at tá ið landsstýrið fer so lætt um sann­ leikan, er neyðugt, at almenn­ing­ urin fær røttu upp­lýs­ingarnar. ­ Veruleikin er tann, at vanligu inn­tøkur landskassans eru mun­ andi lægri higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í 2011. Tá lands­ stýrið samanber inntøkurnar frá 2012 við 2011, verða skatting av pen­ sjó­num – bæði við inngjaldi og út­ gjaldi – tiknar við í uppgerðina fyri 2012. Men í 2011 fekk lands­kassin bara skattiinntøkur frá pen­sjóns­ út­gjaldi. Skulu vit síggja beinleiðis hvørja ávirkan flatskatturin hevur havt á inntøkur landskassans, so mugu tølini, ið verða brúkt vera samanberilig. Tað, sum lands­ stýrið tilvitað ger fyri at vil­leiða almenningin, svarar til at saman­ bera perur við bananir, sigur Aksel V. Johannesen. Harumframt vísir hann á, at skatta­inntøkur frá pen­sjóns­inn­ gjøld­um eru ikki nýggjar inntøkur, men einans framskundan av inn­ tøk­um, sum verða futtaðar av í ein­ um glantrileiki her og nú, og sum vanligi føroyingurin kemur at svíða fyri um fá ár. So eitt er, at landsstýrið spæl­ ir hasard við okkara væl­ferðar­ samfelag. Men ikki nokk við tí, so royna tey eisini bluffa við vil­leiðandi upplýsingum – ofta send­ir út á náttartíð – um hvørjar av­leið­ingar flatskatturin hevur havt á landskassan, sigur Aksel V. Johannesen, sum tí hevur sett landsstýrismanninum í fíggj­ar­mál­ um eina røð av §52a fyri­spurn­ing­ um hesum viðvíkjandi. Soljóðandi fyrispurningar eru settir Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um, hvørja ávirk­an flatskatturin hevur havt á landskassan, settur Jørgeni Nicla­ sen, landsstýrismanni (at svara skriv­liga eftir TS § 52a) 1. Hvørjar vóru inntøkur landskassans fyrstu sjey mánaðirnar av 2011 frá vanligum landsskatti, meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum? 2. Hvat metti Fíggjarmálaráðið vanliga landskattin, meirvirðisgjaldið, tollin og onnur avgjøld til í fíggjarkørmunum fyri 2012, sum Løgtingið samtykti á vári 2011? 3. Hvørjar vóru inntøkur landskassans fyrstu sjey mánaðirnar av 2012 av vanligum landsskatti, meirvirðsgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum, tá sæð verður burtur frá skattinum av pensjónsinngjøldum? 4. Hvussu stór er hækkingin/ lækkingin (í krónum og prosentum) av vanligum landsskatti, meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum fyrstu sjey mánaðirnar av 2012 samanborið við somu mánaðar í 2011, tá sæð verður burtur frá skattinum av pensjónsinngjøldunum? 5. Hvussu stór er hækkingin/ lækkingin (í krónum og prosentum) av vanligum landsskatti, meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum í mun til metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum í fíggjarkørmunum fyri 2012, tá sæð verður burtur frá skattinum av pensjónsinngjøldum? Viðmerkingar: Flatskattaskipanin hevur nú virkað í gott og væl eitt hálvt ár. Sambært ávís­um fjølmiðlum og umboðum úr sam­gonguni, so hevur flatskatturin havt eina positiva ávirkan á lands­ kass­in. Skal borgarin fáa røttu mynd­ina av, hvørja ávirkan flat­skatta­skipan­ in hevur havt á landskassan, so er av tvinnum orsøkum neyðugt at síggja burtur frá inntøkunum frá skatt­ing av pensjónsum við inn­ gjaldi. Í fyrra lagi, tí pensjónir ikki vórðu skattaðar við inngjaldi í 2011, men einans við útgjaldi. Í 2012 verða pensjónir skattaðar bæði við inngjaldi og útgjaldi. Skal borg­ar­in fáa ta røttu myndina av, hvørja ávirkan flatskatturin hev­ur havt á landskassan, so má Fíggjarmálaráðið borðreiða al­ menn­ing­inum við tølum, ið til ber at saman­bera. Í øðrum lagi, tí at sambært Bú­ skap­ar­ráðnum, so styrkir broyt­ ing­in av pensjónskattingini ikki um inntøkugrundarlagið hjá lands­ kassa­num uppá sikt. Her verð­ur víst til síðu 20 í seinastu bú­skap­ar­ frá­greiðingini frá búskaparráðnum: ”Broytingin í skattastiganum varð ikki fíggjað við at hækka aðrar inntøkur í almenna geira­ n­um. Skattainntøkur eru flutt­ar úr framtíðini. Hesar skatta­inn­ tøk­ur minka, sum frá líður, tá íð landskassin bara fær skatt­in frá inn­gjøldum til eftir­løn­ir. Skatta­ inn­tøkurnar hjá kom­mu­nun­um minka eisini, sum frá líður, tá ið tær ikki longur fáa skattainntøkur frá útgoldnum eftirlønum. Broyt­ing­in í skattastiganum er tí grund­leggj­ andi ófíggjað.” Tá spurt verður um, hvørjar met­ ingar Fíggjarmálaráðið hevði um inntøkur landskassans í fíggj­ar­ kørmunum fyri 2012, sum Løgtingið samtykti á vári 2011, er hetta fyri at stað­festa um møguligar hækkingar í inntøkum landskassans einans stava frá flatskattaskipanini, ella um Fíggjarmálaráðið longu vænt­ aði ein ávísan vøkstur í inntøkum lands­kassans, áðrenn Løgtingið sam­tykti nýggju skattaskipanina. Hesir spurningar verða settir lands­stýrismanninum í fíggj­ar­ málum, so almenningurin sjálvur kann lesa úr tølunum, hvørja ávirk­ an flatskatturin hevur havt á inn­ tøkur landskassans. kjak Landsstýrið samanber perur við bananir Tað harmar meg almikið, at ein siðiligur og nærlagdur politikari sum Sirið Stenberg í blaðgrein roynir at manipulera eina útsøgn hjá mær um stakir upphaldarar í Føroyum. At eg havi nýtt eitt orð sum ”skelkað” um eina eina syrgiliga søgu í Útvarpinum verður nú brúkt til beinleiðis politiska manipulatión. Møguliga er orðið ”skelkað” nakað misbrúkt við tíðini, og møguligt óheppið valt til støðuna, men tað var mín spontana reaktión sum menniskja. Men hetta merkir ikki, at eg ikki eri greið yvir, hvussu trupul støðan er hjá mongum støkum í Føroyum, og at eg ikki kenni ábyrgd fyri hesum lagnum vit hava í okkara samfelag. Um Sirið hevur fylgt við tí orðaskifti, ið hevur verið, so hevði hon kunnað lagt afturat, at eg javnan havi gjørt vart við støðuna og truplu korini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum, tí hesi eru um nakar ein sera útsettur samfelagsbólkur. Og somuleiðis kundi hon nevnt, at øktur lestrarstuðul er givin til støk við børnum á 1500 kr, at eyka stuðul á 6.420 kr árliga er veittur til stakar uppihaldarar, at barnafrádrátturin er øktur við 1000 kr, soleiðis, at føroyskar barnafamiljur nú fáa upp til 12.000 kr í barnafrádrátti um árið pr barn frá tí tað er føtt til tað er 18 ár, at støk við børnum eru uppraðfest í føstu veitingunum, sum just er samtykt í samband við lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, at arbeiðið er farið í gongd viðvíkjandi fátækramarki v.m. Hóast hetta neyvan er nokk hjá mongum, og nógv arbeiði er eftir at gera fyri at bøta um viðurskiftini, so eru hetta hóast alt talan um glottar, ið eg haldi eiga at verða nevndir. Harmiligt er tað eisini, at Sirið Stenberg í somu blaðgrein sigur beinleiðis ósatt um, at eg atkvøddi ímóti bústaðarpakkanum, og at tað var ironiskt, at eg nú ætlaði at bøta um bústaðarviðurskiftini. Um hetta var fyri at pynta uppá eina góða søgu, ella tí hon ikki hevði kannað málið orduligt, skal eg lata vera ósagt. Hóast eg sat í andstøðu, so atkvøddi eg fyri uppskotinum um bústaðarpakkan, tí eg metti tað vera alneyðugt at fáa bøtt um bústaðarviðurskiftini í Føroyum, netupp við atliti at nevnda samfelagsbólki. Nú eg havi fingið ábyrgd av bústaðarmálum, ætli eg mær saman við fíggjarmálaráðharranum og húsalánsgrunninum at arbeiða hart fyri at fremja hetta í verki. Annars má eg leggja afturat, at vit politiskt mugu ansa okkum við ikki at vera alt ov stigmatiserandi, tá ið vit nærmast koyra øll støk við børnum í ein fátækrabás, og siga at hesi eru óhjálpin og ikki klára seg sjálvi. Tað er at gera teimum órætt, tí hesin bólkur er eins ymiskt samansettur og aðrir samfelagsbólkar. Okkara politiska ábyrgd er at finna fram til tær lagnur í okkara samfelag, sum finnast í øllum samfelagsbólkum, ið hava tað serliga trupult og seta miðvísa hjálp inn har. Tá orð gerast til politiska manipulatión Aksel V. Johannesen Annika Olsen Landsstýriskvinna í almannamálum