Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar 28. juni 2012 tók Terje Hammer, Kollafirði, prógv sum cand. ped. ped./psyk. á Danmarks Pædagogiske Universitet, Keypmannahavn Tann 4. juli, fekk Katrin M. Einarsson, Trongisvágur, prógv sum Bachelor of Honors í Illustration frá Lancaster University,The University Centre at Blackpool and Fylde College í Englandi. Í dag fyllir Thea Johansen 80 ár. Thea var borðin í heim tann 17.8.1932 í Hesti. Foreldrinum vóru bónda­ hjúnini Johannes Martin og Sanna Joensen. Pápi Theu varð ætt­að­ur úr Hesti og mamman var ætt­að av Velbastað. Thea vaks upp í einum góðum og tryggum heimi, ”Uppi í Stovu” í Hesti sam­an við brøðrunum Jógvani og Óla. Thea átti eisini eina systur, sum æt Herdis, hon doyði bert 9 dag­ ar gomul. Umframt systkin og foreldur, vaks Thea eisini upp saman við ommuni Herdis og abba­systurini Hansinu Uppi í Stovu. Thea luttók í húsliga arbeið­num eins og í hoyna. Sum verða man var nógv at takast við í einum bónda­hús­ið tá í tíðini. Tá Thea var 17 ára gomul fór hon á Háskúla í Havn. Og sum 18 ára gomul fór hon síðani á Húsar­haldskúla í Danmark. Heimafturkomin úr Danmark starv­aðist Thea 4 ár á Føroya Barna­heimið og var tíðin hon starvaðist á Før­oya Barnaheimið ein serstøk tíð fyri hana, sum hon mangan enn tosar um, sum eina sera góða og minni­liga tíð. Tað var ímeðan hon starv­að­ist á Føroya Barnaheimið, at hon møtti babba. Í 1960 giftust Thea við Karl Johan­sen (Karl hjá Talis) saman fingu tey 5 børn. Katrin, Jón, Trúg­va, Súsan og Kára. Tá Thea fekk børn­ ini valdi hon at verða heima í nøkur ár. Hettar var nak­að, sum hon setti stóran prís uppá. Thea hevur arbeitt sum rein­gerð­ings­kvinna í mong ár. Hon starv­aðist eitt nú í Eystur­skúla­num í samfull 30 ár, í gamla Foss­banka­num og á Skattadeilidini. Thea eigur 14 ommubørn og eina lang­ommu­dóttir, sum hon gleðist um hvønn einasta dag. Vit minnast okkara barnaár við gleði, mamma var sera tolin og var tað altíð hjartarúm heima hjá okk­um. Altíð var tað lív í heiminum hjá okk­um. Føðingardagin verður hildin Dan­mark hjá dóttrini Súsan, saman við familjuni. Vit ynskja mammu, ommu og lang­ommu hjartaliga til lukku við føð­ing­ar­degnum og nógv góð ár fram­yvur. Børn og barnabørn Thea Johansen 80 ár Í Miðvikuni 25. juli høvdu vit hesa myndina, sum var tikin av skotska hermanninum Hugh MacDonald í 1940. Vit vita nú, hvør ið er á myndini, sum er tikin á Toftum. Tey eru f.v.: Aftara rað: Petra Olsen, f. Skaale, Olivia Thorhildsjøj, Brynhild f. Thomsen, ættað úr Syðrugøtu, Christian Thorkildshøj, Carolina, Linnebeth kallað, f. Mikkelsen. Frammanfyri: Marjun, dóttir Petru, Anni f. Davidsen og Tóra f. Thorkildshøj Fólkini á myndini Nøvn 90 ára føðingardagur Hósdagin 23. august verður Arn­hold Olsen úr Fuglafirði, bú­sitandi á Skála, 90 ár. Dag­urin verður hildin kl. 19 í bygd­ar­húsinum í Leirvík. Tey, sum vilja halda dagin saman við føð­ingardagsbarninum, verða biðin um at siga frá á tlf 441252 innan 16. august. 90 ára føðingardagur Í morgin 16. August verður Margreta Hansen, Tórshavn, 90 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur Sunnudagin 19 august fyllir Per Jacobsen Søldarfjørður (Per hjá Gustu) 80 ár. Føðingar­dagurin verður hildin í Elim frá kl.17.00 til 21.00. 70 Ára føðingardagar Mikudagin 15 aug.há­tíðar­halda vit 70 ára føð­ing­ar­dagar okkara í Starvs­manna­felags­húsi­num, J.H.Schrøtersgøta 9. Vit ynsk­ja at bjóða allari okkara fam­il­ju, vinum og kenn­ingum til opið hús, frá kl.16.00 til kl.22.00. Og ynskja at síggja tykk­um øll. Vinaliga Nelly og Petur Sørensen, Tórshavn Gullbrúðleyp Hjartaliga takka vit tykkum sum mintust okkum á Gullbrúdleypsdegi okkara Ólavsøkudag Minna og Asbjørn Petersen Gullbrúðleyp Hósdagin 16. august 2012 kunju hjúnini Hjørdis og Jóannes Hansen, Tórshavn, halda gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Gullbrúðleyp Leygardagin hin 18. august 2012 hava Sólrun og Andrias Klein verið gift í 50 ár. Tey eru burturstødd. prógv