Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 lærlingur til verkstaðið! Ert tú ágrýtin og fyrikomandi, og hevur tú lætt við at samskifta við onnur, so er eitt lærupláss her hjá okkara verkstaði kanska júst nakað fyri teg. Vit kunnu bjóða góðar arbeiðs- umstøður og góðar starvsfelagar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur lokið SIT og at tú hevur koyrikort til persónbil. Eisini er gott, um tú hevur tekniskar og mekaniskar førleikar. Freistin at søkja læruplássið er 28. august 2012. Send umsóknina við próvskjølum og møguligum viðmælum til: auto service undir krákugjógv 19 Postbox 3168 FO-110 tórshavn Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Heðin Weihe á tel.34 54 00 ella teldu postadressu hw@autoservice.fo Auto Service er ein av førandi bilasølunum í Føroyum. Í dag starvast 23 fólk deild á verk- stað, klárgering, eykalutagoymslu, bilasølu og umsiting. Vit umboða merkini Peugeot, Opel, Nissan og Chevrolet. www.autoservice.fo Løgfrøðingur til Umhvørvisstovuna Traðagøta 38, Argir, tel 342400, us@us.fo Umhvørvisstovan søkir eftir løgfrøðingi til nýstovnaða deild á Umhvørvisstovuni. Vit bjóða Eitt spennandi starv við avbjóðingum, fak- liga eins væl og persónliga. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsum- hvørvi við góðum menningarmøguleikum. Starvsøkið Saman við deildarleiðaranum kemur tú at hava ábyrgd av útlendingamálum eins og at ráðgeva og vegleiða í ymiskum løgfrøði- ligum viðurskiftum, ið fevna um ábyrgdar- økið hjá stovninum. Málsøkini á deildini, har tú kemur at starv- ast, fevna um Útlendingamál, Tinglýsing, Landsfólkayvirlit og Navnamál. Vit vænta • at tú hevur løgfrøðiliga útbúgving, góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur • at tú trívist í einum umhvørvi við sera ymiskum fakbólkum, dámar at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum, ert opin og positiv/ur av lyndi • at tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu, serliga á føroyskum, men eisini á donskum og enskum. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Umsóknir við prógvum og møguligum við- mælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, tann 17. august kl. 12:00. Áhugaði eru vælkomin at seta seg í sam- band við Gunnvá S. á Lofti, deildarleiðara ella Jóhonnu Olsen, stjóra fyri at frætta nærri um starvið. Umhvørvisstovan Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umhvørvisstovan er stovnur undir Innlendis- málaráðnum, sum fevnir um virkisøkini Vernd, Matrikul, Kort og Skráir, Gransking, Skógrøkt, Tinglýsing, Landsfólkayvirlit, Útlendingastovan og Stjórnardeild. Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vistskipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar staðfestingar. www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum