Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey! Eg byrjaði at lesa niðri fyri einum ári síðani, og fann útav, at eg ikki vildi lesa víðari til tað. Tí søkti eg inn á ein annan skúla í ár, og eri komin inn. Hvussu geri eg, við at boða hinum skúlanum frá, at eg ætli at gevast, og hvussu við SU? Hendir hetta av sær sjálvum, ella skal eg boða frá? HBF Hey HBF Ikki nógv hendir av sær sjálvum. Tað er millum annað tín ábyrgd at: • Søkja SU • Lesa treytirnar fyri at fáa SU • Yvirhalda tíðarfreistina fyri at søkja SU • Geva boð um broytingar henda í SU-viðurskiftunum – tú hevur upplýsingarskyldu • Upplýsa rætta bústaðin – tú hevur skyldu upplýsa bústaðarbroyting frá útibúgvandi til heimabúgvandi og at boða frá flyting í seinasta lagi fimm dagar eftir flyting • Geva boð um tú gevst ella skiftir útbúgving – tú gevur boð til eitt SU-starvsfólk á tíni fyrrverandi útbúgving. Minst til, at tú altíð skal søkja SU og møguligt SU-lán í minSU av nýggjum, um tú skiftir útbúgving og/ella útbúgvingarstað. VH Bjørg og Holger Hej Bjørg og Holger Eg gjørdist studentur í 2010 og havi júst átt her í mai mánað. Kann eg søkja um og fáa bonus fyri skjóta lestrarbyrjan í DK í 2013? »Mamma« Góða Mamma Ja, tú kann søkja útbúgvingarstaðið um undantaksloyvi. Bonus fyri skjóta lestrarbyrjan Tú kanst fáa faldað títt eksamiumiðaltal við 1,08 um tú søkir upptøku í kvotu 1 við einari atgongdsgevandi eksamiu, sum er endað í seinasta lagi upp til tvey ár undan søkingarárinum. Tú skal altíð uppfylla vanligu og serligu atgongdskrøvini til eina útbúgving fyri at sleppa inn á hana. Er eksamiu miðaltalið givið eftir 13-skalanum, fer ein tilpassan fram eftir umrokning til 7-stig skalanum. Søkjarar, sum hava endað sína eksamiu í 2008 ella seinni, kunnu fáa longt tvey ára freistina og fáa bonus fyri skjóta lestrarbyrjan um viðkomandi er forðaður í at byrja eina útbúgving av fylgjandi orsøkum: • vernarskyldu • útbúgving við ætlan um at verða útsendur í sambandi við altjóða uppgávur hjá verjuni • adoptión ella barsil • longri sjúkralegu • ansan av familju, sum er brekað, álvarsliga sjúk ella doyggjandi • venjing til ella luttøku í OL sum av fremstu ítróttafólkum úttikin av Team Danmark Víðari útbúgvingarstaðið, har tú søkir inn, ger av, um tú uppfyllir treytirnar at fáa longda freist. Vh Holger og Bjørg Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni, og Bjørg Róin, lærari á Føorya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin. fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Ófaklærdir verksmiðjuarbeiðarar gerast meira og meira óneyðugir orsaka av ídnaðarrobottum, ið stingast alt meira fram, vísir ein kanning, sum Ugebrevet A4 hevur gjørt Samstundis hækka robottarnir munandi um góðskuna á framleiðsunum, eins og teir tykjast at geva betri tøl á botnlinjuni hjá fyritøkunum. Og eisini sær út til, at teir bremsa fyri tøvrinum at flyta ídnaðarftyritøkur til útlandið. Ringu tíðindini Ein stórur partur av teimum 79.000 ófaklærdu ídnaðararbeiðarunum eru komandi árini í vanda fyri at verða skiftir út við robottar. 42 prosent av fyritøkunum, ið brúka robottar, vænta, at tær í framtíðini fara at hava minni tørv á ófaklædrum arbeiðarum, orsakað av robottunum. Sum verksmiðjustjórin á einari fyritøku sigur: »Ein vanligur robottur kann gera arbeiðið hjá trimum til fýra monnum, og er vunnin inn aftur eftir tveimum árum. Tí verður ikki brúk fyri teimum ófaklærdu«. Robottar eru vanliga betri enn fólk til at montera, til at samla lutir saman og flyta frá einum stað til annað. Og seinnu árini eru teir vorðnir munandi meira fleksiblir og lættari at umskipa. Sambært Bjarke Nielsen, ið er deildarleiðari í innovatiónsnetverkinum, RoboCluster, verður tað mesta av framleiðsluni um tjúgu ár fult automatisk. Og hetta er ikki talan um leyst hugflog. Danish Crown í Esbjerg hevur ein robott við 3D sjón, sum kann skera 1.400 miðstykkir av svíni av um tíman. IKEA í Taastrup er í holt við at seta eina skipan upp, har ein goymsluarbeiðari kann biða ein robott fara eftir tí, hann hevur brúk fyri. Góðu tíðindini Tað góða við hesari menningini er, at robottar leysgeva fólk frá hørðum arbeiðsuppgávum, ið hava slitið ættarlið eftir ættarlið av ófaklærdum arbeiðarum. Tað finst eisini ljós fyri framman fyri starvsfólk í ídnaðinum. Tí fleiri robottar, fyritøkurnar keypa, meira brúk verður fyri faklærdum og verkfrøðingum. Kanningin hjá Ugebrevet A4 vísir samstundis, at fleiri robottar koma á marknaðin, meira framkomin útgerð er at stilla inn. Ein robottur koyrir kanska í átta tímar við einari framleiðslu, men skal so stillast um til at gera okkurt anað. Og tær uppgávurnar skulu loysast av faklærdum við neyðugu vitanini – sum oftast maskinareiðarum og tilgongdstøkningum. Samfelagsgongd »Tað verða alsamt færri funktiónir, ið ikki krevja eina útbúgving. Og tað gondur bara tann eina vegin. Hinvegin skapar nýggj tøkni størri tørv á útbúnari arbeiðsmegi«, sigur Jan Rose Skaksen, professari í búskapi við CBS. Ófaklærd verða skift út við robottar Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Møt føroyskum lesandi í Fraklandi Møt Ann Jóanesarson, Ragnu í Geil og Napoléon Smith á Altjóða Skrivstovuni, mikudagin 22. august millum klokkan 16.30 og 18.00 at hoyra um lesnað í Fraklandi og mállestur í tí sambandi.