Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann bert 15 ára gamla Cecilia Eysturdal met í svimjing um fjørðin í tíðini 1.07.48.

 Hon tók harvið metið hjá Jóhannes av Fløtta­num frá 2004, sum ljóðaði upp á 1.17.00.

 Tað var Jógvan Arge, formaður í mentan­ar­ nevndini hjá Tórshavnar býráð, ið stutt framman undan­hevði sett ova­ stevnuna 2012, sum hand­aði teimum sjey svimjaru­num steyp.

 Teir sjey svimjararnir vóru:
 Cecilia Eysturdal, 1.07.48
 Evald Rasmussen, 1.12.57
 Erlendur Simonsen, 1.27.14
 Eyðun Húsgarð, 1.34.45
 Jákup Enni, 1.34.56
 Anja Midjord, 1.46.23
 Rakul Biskopstø, 1.46.52

 Nevnast kann, at hetta er 15. árið, at svomið verður um Nólsoyarfjørð í sambandi við ovastevnuna. Tað var Erlendur Simonsen, ið tók stig til svimjingina, og hann hevur sum tann einasti verið við hjøvra ferð. Sum vanligt hevur verið síðani 2000, tá Hós­ví­k­ar Róðr­ar­felag yvir­tók re­gatta­ ina eftir jubileums­til­takið hjá Róðrarsambandi Føroya í 1999, endaði regattain eisini í ár í Nólsoy á ovastevnu.

 Mett verður, at millum 80 og 90 bátar vóru við í regattaini av Eiði til Hósvíkar, og umleið 50-60 av teimum hildu fram til Nóls­ oyar.

 Flestu bátarnir liggja har heima á keiini, sum nevnt verð­ur í Nólsoy, men nakrir bátar liggja úti á keiini við flaka­virkið, har ferjulegan er. Ternan leggur at keiini móti norðurendanum av keikantinum undir flaka­ virki­num, og ikki at ferju­ leguni.

Millum bátarnar, sum vóru komnir til Nólsoyar, var eisini nýggi teinæringurin, Royð­ur.

 Har heimi á keiuni var eisini mat- og øltjaldið sett upp, og tað er tí stuttur veg­ur av bátinum í tjaldið, um svongdin dregur. Har fing­ust matbakkar við heima­spurdum breyði og føroyskum viðskera, um­ framt teir vælumtóktu ova­ stevnu­búff­arnir, sum mat­ stovan Carello borð­reiddi við.

 Sunnumorgunin hevði regattafólkið so møguleikan at fáa morgunmat á Kunn­ ingarstovuni, har verturin, Baldur Bjørnsson, borðreiddi við morgunbreyði og rug­ breyði við viðskera, jogurt og müsli og so sjálvandi eisini té og kaffi.
 Baldur segði, at tað sá svart út at byrja við, men tá klokkan var farina av 10.30 møttu fólk upp, og har høvdu verið ein rúgva á gátt at fáa morgunmat. Signar í Homrum spæl­ di í mattjaldinum á kei­ini í leygarkvøldið, og á mið­nátt var so dansur á flaka­virki­ num, har Páll Finn­ur Páll spældi, og fyri tey eldru var dansur í Royndarhúsinum, har Rozac spældi til dans. Árligi stevnudysturin mill­ um tónleikarar yvir 30 ár og undir 30 ár var óvanliga ójavn­ur.

Hetta er sjeynda árið, at dysturin millum tón­ leik­ar­ar verður spældur. Tað var Terji Rasmussen, ið tók stig til dystin á fyrsta sinni, og hetta hevur ment seg tilo at gerast eitt av hæddar­punktunum á stevn­uni.

 Spælt hevur øll árini verið um eitt ferðasteyp, og fyri tveimum árum síðani vun­nu »teir yngru« fyrsta steyp­ið til ognar. Eftir fimm árum høvdu teir yngru vunnið steypið fýra ferðir, meðan teir eldru bert áttu ein sigur.

 Tí varð á fyrsta sinni spælt um nýtt steyp í fjør, og tá megnaðu teir eldru at vinna, so spælt varð á øðr­ um sinni um nýggja steypið í ár.

Og teir eldru lótu ongan iva vera um, at teir ætla sær hetta næsta ferðasteypið til ogn­ar.

 Í einum annars rímiliga javn­um dysti megnaðu teir eldru at leggja seg á odda 2-0 í hálvleikinum við mál­ um frá gomlu lands­liðs­ veteranunum, Una Arge og Frankie Jensen.

 Heilt gott sá út, tá Mikael Blak stutt inn í seinna hálv­ leik legði teir eldru á odda 3-0, men henda leiðsla helt sær ikki so leingi, tí stutt eftir eydnaðist Boga á Borg at minka um munin úr spísk­um vinkli.

 Men enn einaferð skor­ aðu teir eldru, tí eftir at mál­verj­in hjá teimum yngru ikki megnaði at halda ein­ um skoti útifrá, kundi John Johansen prika bóltin í netið til endaligu støðuna 4-1.

 Tað merkir sostatt, at teir eldru – við Terja Rasmussen sum managara – nú eiga tvey partabrøv av fimm í nýgg­ja ferðasteypinum. Regattain hugnaði sær Teir eldru vóru omaná Cecilia setti met