Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Brot úr setanarrøðu hjá Jógva­ni Arge, undir Mikkjals­ veggi leygardagin 11. august 2012. Tað er altíð spennandi, tá nólsoyingar bjóða til Ova­ stevnu. Fólk tysjir út higar í bæði skipaðum og óskip­að­ um farti at hitta nóls­oy­ingar og halda sær á gaman. Hetta er eitt sosialt og ment­anar­ ligt átak, sum vil nakað, og sum hevur týdning fyri bæði heima­fólkið og stevnugestir. Eg fari at biðja tykkum góðan dag og bjóða tykk­um at vera vækomin á Ov­a­stev­ nu – við serligari kvøðu til Vinu á Bátatúgvuni, mammu Ova. Ovastevnan er vorðin ein fastur táttur í okkara summar­lívi, og tað er ikki yvir at dylja, at hon setir Nóls­o­y á føroyakortið. Tøkk skulu tit hava, sum legg­ja rygg til at skipa fyri stevnu­ ni. Í vavi og úthaldni er hon eindømi av sínum slag í Før­ oyum í mun til tað fólk, sum býr í bygdini. Hetta er 20. ferðin, Ova­ stevna verður hildin. Hon sjóð­ar heimafólkið saman, bæði til at fyrireika ymiskt til gamans og álvara og til at taka ímóti gestunum. Stevn­ an hevur ment seg nógv hesi árini, og alt fleiri tættir eru komnir á skránna. Sum tónleikari kanst tú ikki longur hava virðing fyri tær sjálvum uttan at vera við í fótbóltsdystinum á Ova­ stevnu millum yngri og eldri tón­leikarar. So høgt ganga teir upp í hendan leik, at teir í stremb­ an­ini eftir at vinna, eru farnir at manna seg við monnum, sum áður hava verið úrmælingar á lands­ lið­num. So tað verður nóg illa pláss fyri einum lokalum føstu­fressi sum Terja Ras­ mus­sen, tá teir bresta saman klokkan 4. Kvinnurnar á megin­landi­ num vilja ikki standa aftan fyri tónleikararnar, so tær eru farnar at skipa fyri old girls fótbólti millum B36 og AB á sama vølli, og tær spara ikki krútið. Svimjingin um Nóls­oyar­ fjørð er vorðin ein sjálv­sagd­ ur partur av Ovastevnu. Í dag lupu tey út í í Havn klokkan 11.00, og steypini verða vænt­ andi handað her niðan fyri um ein tíma. Út á seinnapartin fara eisini bátar úr regattuni í Sunda­lagnum at taka land her. Millum bátarnar verður tann nýbygdi snotuligi tein­ ær­ing­urin ”Royður”, sum 20 havn­ar­menn hava mannað. Sjálv­andi rógva teir eisini til Nóls­oy­ar á Ovastevnu. Eg skal ikki rokna alla skránna upp, hon er væl og virðiliga lýst, men fari kommun­urnar vegna at takka tykkum fyri fjøl­broytt­ ar dagar við áhuga­verd­um og stutt­ligum til­boðu­m, so fólk í øll­um aldri kunna fáa okkurt heim aftur við sær. Eitt fari eg tó at nevna aftrat. Tað er megin­fram­ sýn­ingin av bátinum ”Dianu Victoriu”, sum Ove Joensen róði alla leiðina úr Føroyum til Keypmannahavnar við í 1986. Tað er ein virðilig heils­ an frá bygdafólkinum at sýna hetta eiggiliga far fram fyri almenninginum her við Peter­sens pakkhús. Smátt um smátt verð­ ur meiri gjørt burtur úr framsýningini við skriv­ lig­um og munnligum frá­ greiði­ngum eins og mynda­ frá­sag­num á vegginum. Eg havi skilt, at nakað skjótt fer fram­sýn­ingin eisini at fevna um livandi myndir, sum finn­ ast í hópatali, og fara at gera minnisframsýningina upp aftur meiri spennandi. Tað var ikki tað stóra á skránni fyrsta stevnudagin, og tó so. Fyrireikararnir høvdu boðað frá, at sjálvur Terji Rasmussen skuldi spæla í mat- og øltjaldinum á keiini.

 Og tað høvdu nógv fangað, tí tá klokkan lá um miðnátt, var tjaldið mest sum fult.

Og so væl sum Terji dugir at fáa lív í, rungaði tjaldið skjótt av felagssang líknandi hugna.
 Sum tað leið út á náttina fyltist tjaldið alt meira av fólki, og hóast meginparturin var nólsoyingar, fastbúgvandi sum vitjandi, so vóru eisini nógvir fremmandir gestir ímillum.

 Á skránni stóð, at Terji skuldi spæla frá klokkan 23 til 02, so var rómurin minst líka stórur, tá klokkan var farin av 03.

 Terji hevði á facebook heitt á tónleikarar um at koma í tjaldið at »jamma« saman við honum, og alt kvøldið hevði hann elsta son sín, Fríða, at spæla saman við sær, sum myndin eisini vísir. Terji skeyt ova­ stevnuna í gongd Ovastevna fyri 20. ferð