mikudagur 15. august 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Føroyska
U21-landsliðið
hevur
undan seinasta dystinum í kvøld
ongan møguleika at lyfta seg upp
av aftasta plássi í bólkinum, har teir
liggja við tveimum stigum.
Føroyar fingu eina góða byrjan
upp á undankappingina umvegis
ein 0-0-javnleik ímóti Norðurírlandi
í fjør summar, men síðani komu teir
veruliga niður á jørðina aftur eftir
trý stórtap á rað. 0-4 ímóti Norður
írlandi, 1-5 ímóti Serbia og 0-4 ímóti
Danmark.
Í Gundadali hava mótstøðuliðini
tó havt tað trupult, og er tað eisini
hiðani, at bæði stigini hjá føroyska
liðnum eru komin. Í juni spældi
føroyska liðið tveir heimadystir á
rað innan fýra dagar, og vóru tað
tá tvey góð avrik, sum argaðu mót
støðuliðini nakað. Føroyar spældu
fyrst 1-1 ímóti Makedonia, áðrenn
oddaliðið Serbia mátti kýta seg
nógv fyri at fáa ein 2-0-sigur.
Nýggj andlit
Til uppgávuna í kvøld úttóku
landsliðsvenjararnir, Bill McLeod
Jacobsen og Heðin Askham, 22
leikarar. Fýra leikarar eru úttikinir
hesuferð, sum ongantíð áður hava
umboðað føroyska U21-landsliðið.
Teir eru Dánjal Rói Olsen, B36,
Bárður Hansen, Víkingur, Árni
Frederiksberg,
NSÍ
og
Gustav
Sørensen, ið til dagliga spælir við
danska felagnum Næstved.
Hin fimti nýggi leikarin er seinni
eisini úttikin. Talan er um KÍ-verju
leikaran, Jógvan Isaksen, sum varð
boðsendur eftir at Høgni Eysturoy
úr B36 hevur givið avboð vegna
skaða.
Heini
Vatnsdal,
Gunnar
Zachariassen
og
André
Olsen
eru eisini skaddir. Harnæst eru
fýra leikarar, sum eru úttiknir til
A-landsliðið. Teir eru Jóan Símun
Edmundsson, Kristian Joensen,
Hallur
Hansson
og
René
S.
Joensen.
Ørvísi fyrireiking
Føroyski hópurin hittist sunnu
dagin, tá ið fundur og løtt venjing
var á skránni. Ætlanin var eisini,
at teir skuldu svimja, men vegna
streymslit varð hetta av ongum.
Leikararnir búgva á Hotel Føroyum,
har danska landsliðið eisini býr, og
eru dagarnir fongdir við venjing,
røttum mati og fyrireikandi fundir
annars.
Annars kann sigast, at hópurin
hevur havt heldur øðrvísi fyrireik
ingar hesaferð. Mánakvøldið var
Sjúrður Skaale á gátt og legði nøkur
borgarlig orð fram fyri teimum í
eini røðu, har hann tosaði aftur
og fram um Føroyar og Danmark.
Hóast álvari var í hesum, so:
– Ein kann ikki lata vera við at
flenna eftir honum, sigur Hans
Jørgensen, málverji.
Týsdagin var hópurin á vitjan á
landssjúkrahúsinum, har teir vórðu
vístir runt um allan bygningin.
– Tað er vanligt at hava onkra
alternativa útferð fyri at kopla eitt
sindur frá, sigur André Olsen, sum
er við í hópinum hóast hann ikki
verður við eftir at hava fingið skaða
í dysti fyri B68 leygardagin.
Sjálvan dystardagin verður tak
tikk-fundur kl.11 á morgni, tá ið leik
ararnir fáa boð um, hvørjir skulu
byrja inni. Um middagsleitið verður
byrjunaruppstillingin
almanna
kunngjørd og kann síggjast á
portal.fo.
albinus@sosialurin.fo
U21-landsliðið:
Danmark er
seinasta uppgávan
Fótbóltur Í kvøld kl.19 spælir føroyska U21-landsliðið
sín seinasta dyst í EM-undankappingini. Dysturin
verður á Ovara Vølli í Gundadali ímóti Danmark
Bill McLeod, sum er annar av
føroysku
U21-landsliðsvenj
arunum, hevur góðar vónir
undan seinasta undankapp
ingardystinum ímóti Danmark.
Hann fegnast um, at liðið nú er
komið í snúningar.
– Liðið hevur seinastu tveir
dystirnar av álvara víst, at vit
eru komin har til, at vit kunnu
spæla við. Tað hevði verið
gott, um vit undan kappingar
ársbyrjan í fjør høvdu tveir
ella tríggjar venjingardystir,
soleiðis at vit kundu fingið
barnafeilirnar burtur beinan
vegin. Í staðin hava vit brúkt
kanska tveir undankappingar
dystir upp á at fáa liðið spælt
ordiligt inn. Eg haldi tó, at vit
í tveimum teimum seinastu
dystunum hava víst, at vit eru
við at vera har, og vónandi fáa
vit víst tað ímóti Danmark,
sigur Bill.
Hann hevur ongantíð stúrt
fyri at fara eftir øllum trimum
stigunum. Fara tit so eisini eftir
sigrinum ímóti Danmark?
– Ja, avgjørt. Vit hava vunnið
Russland á heimavølli; tað
nyttar ikki at blíva við at koyra
upp á tað, men vit hava eisini
spælt javnt ímóti Makedonia,
sum er eitt útmerkað lið.
Serbia, sum er oddalið og danir
meta sum favorittar at vinna
bólkin, høvdu vit í knøðunum
her síðst. Úrslitini hava ligið
har og bíðað, men vit hava bara
ikki tikið av, heldur hann.
Hvat viðvíkur dirvi og álops
kendum fótbólti er føroyska
U21-landsliðið
kanska
tað
vágafúsasta føroyska lands
liðið í søguni. Á bestan hátt
verður stóri undirlutin í fólka
tali púra gloymdur og leikar
arnir fara á vøllin fyri at spæla
við um sigurin. Tað er líkt til, at
teir so sanniliga eisini ætla tað
hesaferð.
– Vit fara at gera tað, sum
hava roynt at gera hvønn dyst,
og tað er at fyrsta korterið leypa
á við øllum tí, sum vit eiga. Vit
fara at royna at koma niðan á
vøllin at trýsta teir. Onkuntíð
hava vit fingið okkurt burturúr
og onkuntíð ikki, men oftast
kemur tað óvart á hini liðini, at
vit tora somikið væl at leypa á.
Vanliga klárar eingin alt halda
eitt trýst nakað serliga leingi,
so aftaná eitt korter detta vit
kanska longri aftur, men tað
er náttúrligt, sigur Bill, sum tó
hevur eina plan B tøka.
– Vit royna so at bylgja
og flyta spælið fram á vøllin,
leggja okkum aftur og royna at
spæla umstilling og mótálop.
Vit gera soleiðis, sum vit gjørdu
ímóti Makedonia og Serbia,
og tað vænti eg, at danir eru
fyrireikaðir uppá. Teir síggja
sjálvandi eisini sjónbandaupp
tøkur av okkum, soleiðis sum
eisini síggja av teimum. Vit
hava fyrireikað okkum til tað
spælið, sum teir spæla, vissar
Bill McLeod Jacobsen.
Danski U21-landsliðsvenjarin,
Morten Wieghorst, er á fyrsta
sinni í Føroyum. Eins og flestu
ferðafólkini sigur hann seg
vera bergtiknan av vakra
landslagnum, men eisini er
hann bergtikin av føroyskum
ítrótti.
– Sum ítróttartjóð eri eg
ovfarin av Føroyum. Eisini
her á U21-fótbóltsstøði. Ja, tit
hava fingið nøkur tap, men tit
hava eisini fingið nakrar góðar
javnleikir her á heimavølli, og
eg meti, at tað eiga tit allan
heiður fyri og vit hava stóra
virðing
fyri
hesum,
sigur
Morten Wieghorst, sum hevur
roynt seg fyrr ímóti hesum før
oyska liðnum. Tá vunnu teir
4-0 í Aalborg.
– Vit vóru spælstýrandi og
komu á odda 2-0, tá ið Føroyar
fingu brotsspark, sum Kristian
Fæste bjargaði. Tað kundi verið
gingið øðrvísi hjá okkum, men
eg haldi, at sigurin var í lagi,
sigur Morten.
Hann leggur dent á, at Før
oyar als ikki skulu undirmetast
sum mótstøðulið.
– Føroyar er eitt trupult
mótstøðulið. Teir vita, at teir
eru teir lítlu, sum spæla ímóti
stórabeiggja. Teir berjast væl.
Tað sóu vit síðsta ár, hóast vit
vunnu dystin 4-0. Um vit taka
nakað fyri givið, so verður
tað trupult hjá okkum, sigur
Morten Wieghorst við heima
síðuna hjá danska fótbólts
sambandinum.
Morten Wieghorst:
Vit undirmeta
ikki Føroyar
Bill McLeod Jacobsen:
Vit leypa á fyrsta korterið
Ein av føstu monnunum á U21-
landsliðnum, sum eisini er næst
besti málskjútti í Effodeildini við
13 málum, er Klæmint Andrasson
Olsen úr NSÍ. Hann spældi eisini
við ímóti Danmark í fyrra dystinum
landanna millum, og veit tískil
hvørja mótstøðu teir kunnu vænta
sær.
– Teir eru væl fyri tekniskt og
kvikir. So at siga allir, sum eru við,
eru profilar á Superligu-liðum, so
tað er á einum ógvuliga góðum
støði, teir spæla á, sigur Klæmint.
Hann eftirlýsir dirvi í dystinum í
kvøld og vil fegin hava sítt lið longri
fram á vøllin.
– Tað verður nokk ikki sum
seinast, vit spældu ímóti teimum.
Tá lógu vit og vardu og taptu 0-4.
Eg vænti vit verða longri frammi á
vøllinum, tí vit vænta okkum okk
urt stig í øllum førum. Helst trý
stig, sigur hann og vísir á, at um
teir bara tora at spæla, so kunnu
teir geva Danmark skarpan gang.
– Leikararnir, sum vit hava við,
eru allir sterkir og spæla á bestu
liðunum í landinum. Um vit tora
at spæla og geva okkum tíð til tað,
so kann tað verða heilt gott, sigur
Klæmint at enda.
albinus@sosialurin.fo
Klæmint Andrasson Olsen:
Helst trý stig
Føroyski U21-hópurin:
Málverjar:
Teitur Gestsson, HB
Hans Jørgensen, B68
Verjuleikarar:
Viljormur Davidsen, NSÍ
Erling D. Jacobsen, Víkingur
Rógvi S. Holm, HB
Høgni Eysturoy, B36
Jan Ellingsgaard, ÍF
Bárður Hansen, Víkingur
Sørmundur Á. Kalsø, KÍ
Jógvan Isaksen, KÍ
Gustav Sørensen, Næstved (DK)
Miðvallarar:
Karl Løkin, ÍF
Róaldur Jakobsen, B36
André Olsen, B68
Árni Frederiksberg, NSÍ
Framherjar:
Gilli Sørensen, TB
Dánjal á Lakjuni, ÍF
Páll Klettskarð, KÍ
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur
Dánjal Rói Olsen, B36