Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 15. august 2012 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Í kvøld byrja veruligu fyrireik­ing­ ar­nar til HM undankappingina, sum fyri okkara viðkomandi byrj­ ar í Hannover í Týsklandi 7. sep­ tembur. Lars Olsen varð settur í starv sum nýggjur landsliðsvenjari í november í fjør, men hetta er fyrsti veru­ligi dysturin hjá landsliðnum síðani tá. Hann hevur samlað leik­ ararnar nakrar ferðir og liðið hevur eisini verið á venjingarlegu í La Manga fyrr í ár. Gamlir kenningar við Lars Olsen hevur ikki framt nakra kollvelting á landsliðnum og flestu av nøvninum eru kend frá lands­ liðsfótbólti fyrr. Jákup Mikkelsen er framvegis við í hópinum, meðan leikarar sum Jónas T. Næs, Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan T. Davidsen, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen, Daniel Udsen, Hjalgrím Elttør og Jóan Símun Edmundsson eru allir kend andlit á føroyska lands­liðnum. Súni Olsen varð eisini úttikin til upprunaliga hópin, men hann hev­ ur ein skaða at dragast við og hevur meldað avboð. Í hansara stað er komin Pætur Dam Jacobsen, sum til dagligt stríðist á miðvøllinum hjá EB/Streymi. Hetta bendir á, at Lars Olsen heldur fast við stammuni, sum Brian Kerr eisini brúkti fyri tað mesta. Atli Gregersen er ikki úttikin, men tað er ikki greitt, um hetta er vegna skaða ella eina misskiljing millum landsliðsvenjaran og Víking. Atli Gregersen hevur sitið uttanfyri við leikbannið seinastu dystirnar hjá Víkingi. Tríggir málmenn Lars Olsen hevur tikið tríggjar mál­menn út til dystin. Jákup Mikkelsen, sum fylti 42 ár í gjár, er framvegis við, hóast hann er givin ikki færri enn tvær ferðir. Lars Olsen hevur somuleiðis valt at taka Kristian Joensen við, sum fram­vegis hevur aldur til at spæla á U21 landsliðnum. Kristian Joensen hevur spælt seinastu dystirnar á U21 landsliðnum. Gunnar Nielsen er við aftur eftir drúgva fráveru vegna skaða. Hann hevur ikki spælt ein dyst í yvir eitt heilt ár og tað er óvist um hann kemur á vøllin í Íslandi. Fyri bara einum ella tveim­um árum síðani var stór málmans­ kreppa í Føroyarum, tá Jákup Mikkelsen og Gunnar Nielsen gjørd­ust skaddir. Nú hevur A-lands­ liðið trígjgjar málmenn, sum allir kunnu spæla á hægsta stigi, tá teir eru klárir, umframt at U21 lands­ liðið hevur tveir málmenn, Teitur Gestsson og Hans Jørgensen, sum báðir hava evnini at koma á A-lands­liðið í framtíðini. Teir ungu Lars Olsen hevur úttikið fýra leik­ arar, sum hava aldur at spæla á U21 landsliðnum. Kristian Joensen, René Shaki Joensen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson. Av teimum er úttøkan av Jóan Símuni Edmundsson ikki at blíva bilsin av. Hann hevur verið fastur fúsur á A-landsliðnum, meðan Kriatian Joensen sum málmaður er í eini ser­ligar støðu. Hallur Hansson hevur verið ein av teimum bestu leikarunum í heim­ligu kappingin og á U21 lands­ liðnum. Tí er heldur ikki óhugsandi, at hann kemur inn á liðið í Íslandi. Hann hevur rætta hugburðin og tykist sum ein leikari, ið kann lyfta arvin eftir Fróða Benjaminsen, sum er komin nakað upp í árini fyri ein fótbóltsleikara. Botnstøðið hjá honum er ómetaliga høgt, og tað er sjáldan, at hann dettur niður í millum í einum dysti. Hann hevur í sein­astuni verið og royndarvant í AaB, og vónandi er plássið á mið­ vøllinum í HB bara fyribils. Hallur Hansson hevur ov góð evnir til at spæla í Føroyum, og vónandi kem­ ur ein avtala upp á pláss – bæði fyri hann sjálvan og ikki minst før­ oyskan fótbólt. René Shaki Joensen er nýggj­ ur í hópinum. Hann fekk fyri summarsteðgin debut á Super­liga­ liðnum hjá Brøndby og hevur ment seg nógv sum spælara. Hann er framvegis ungur og hevur ikki tær nógvu royndirnar á hvørki U21 ella A-landsliðnum. Tí er væl hugsandi, at tað verður Jónas T. Næs og ikki René Shaki Joensen, ið byrjar á høgra bakkinum. Heldur havnar­ maðurin fram at menna seg, so verður hann fastur fúsur á A-lands­ liðnum í framtíðini. Teir ytstu Millum teir, ið ikki hava gjørt nógv um seg á landsliðnum, men sum eru við hesa ferð, eru millum annað Finnur Justinussen, sum spælir í næstbestu deildini í Svøríki. Hann hevur havt ein skaða í longri tíð, men er komin inn í tveimum teim­um seinastu dystinum fyri Jønkøping. Onkur vildi hildið, at teir áleið tjúgu minuttirnir hann hevur spælt er ov lítið, men tað vísur bara, at Lars Olsen setir stóran prís upp á teir leikararnar, sum spæla yrkis­ fótbólt. Av øðrum kunnu nevnast Bogi Løkin og Odmar Færø. Bogi Løkin hevur havt ein drúgvan skaða, men hevur saman við ÍF funnið formin í Effodeildini. Odmar Færø hevur í nøkur ár verið mett­ur sum ein sannur klossur í mið­verj­uni, er afturkomin til B36. Hann hevur somuleiðis sannført lands­liðs­venj­ aran um at hann skal verða við. Sterkir íslendingar Ísland hevur onkuntíð fyrr stillað upp við einum veikum landsliðið til venjingardystirnar móti Føroyum. Tað er ikki tilfeldið hesaferð. Allar stjørnurnar eru við og tí kann roknast við einum serliga torførum dysti í kvøld. Tað ger einki, tí fyrsti dysturin í HM undankappingini er ímóti ongum øðrum enn Týsklandi. So tað bilar einki um okkara menn fáa seg royndar. Týdningarmiklast er tó, at Lars Olsen fær svar upp á nakrar spurn­ ingar undan stóru uppgávuni í Hannover 7. septembur. Dysturin millum Ísland og Før­ oyar verður á Laugar­dals­vøll­inum í Reykjavík í kvøld klokkan 20:45 føroyska tíð. trondur@sosialurin.fo A-landsliðið: Føroyski A-hópurin: Málverjar: Kristian Joensen, NSÍ Jákup Mikkelsen, ÍF Gunnar Nielsen, Manchester City Verjuleikarar: Rene S. Joensen, Brøndby IF Jónas Þór Næs, Valur Rógvi Baldvinsson, Bristol Rovers Odmar Færø, B36 Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Jóhan Troest Davidsen, HB Miðvallarar: Bogi Løkin, ÍF Pætur Dam Jacobsen, EB/Streymur Fróði Benjaminsen, HB Christian Lamhauge Holst, Silkeborg Hallur Hansson, HB Framherjar: Hjalgrím Elttør, KÍ Finnur Justinussen, Jønkøping Sodra Jóan Símun Edmundsson, Viking St. Daniel Udsen, Helsingør Símun Samuelsen, HB Íslendski A-hópurin: Málverjar: Gunnleifur Gunnleifsson, FH Hannes Tór Halldórsson, KR Ingvar Jónsson, Stjarnan Verjuleikarar: Ragnar Sigurðsson, FC København Sølvi Geir Ottesen Jónsson, FCK Ari Freyr Skúlason, Sundsvall Indriði Sigurðsson, Viking Kári Árnason, Rotherdam Birkir Már Sævarsson, Brann Bergen Bjarni Ólafur Eiríksson, Stabæk Miðvallarar: Aron Einar Gunnarsson, Cardiff Helgi Valur Daníelsson, AIK Emil Hallfreðsson, Hellas Verona Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkm. Rúrik Gíslason, OB Eggert Gunntór Jónsson, Wolverh. Arnór Smárason, Esbjerg fB Framherjar: Birkir Bjarnason, Pescara Kollbein Sigtórsson, Ajax Alfreð Finnbogason, Helsingborg Gylfi Tór Sigurðsson, Tottenham Bjørn B. Sigurðarson, Wolverhampt. Fyrsta royndin hjá Lars Fótbóltur Í kvøld skal Lars Olsen á fyrsta sinni royna seg sum føroyskur lands­liðs­ venjari. Tað verður spennandi at síggja hvussu hann blandar kortini. Hetta er eisini møguleikin hjá okkara leikarum at vísa seg undan stóru uppgávuni í Týsklandi Lars Olsen var settur í starv sum nýggjur landsliðsvenjari í novembur í fjør, men hetta er fyrsti veru­ligi dysturin hjá landsliðnum síðani tá Savnsmynd: Álvur Haraldsen