Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RÍKJAFELAGSSKAPUR Uni Holm Johannesen Kaj Leo Johannesen, løg­ mað­ur, hevur blást eitt frískt lot í orðaskiftið um einar sjálvstøðugar Føroyar. Kjakið hevur annars verið tamt seinastu árini, men fáu orð­ini um ríkjafelagsskapin í løg­mansrøðuni á ólavsøku hava elvt til orðadrátt, júst sum løgmaður ætlaði. Fullveldisætlanin hevði av álvara vind í segl­unum um aldarskiftið. Á løgtings­ valinum í 1998 varð Tjóðveldis­ flokkurin størsti flokkur í atkvøðutali og skipaði sam­gongu við Fólkaflokkin og Sjálvsstýrisflokkin. Við Anfinni Kallsberg sum løg­ manni var aðalmálið at skipa Føroyar sum fullveldisríki. Kaj Leo Johannesen greiddi nærri frá ríkja­felags­ skapinum, hann ímyndar sær, í viðtalu við Politiken, sum varð prentað í blaðnum síðsta vikuskiftið. Hann væntar, at seinastu 15 málsøkini, sum kunnu yvirtakast sambært yvirtøkulógini, koma á før­ oyskar hendur næstu 10 árini. Um 20 ár verður fólka­ at­kvøða í Føroyum um ríkis­ felags­skapin. Tað er serliga viðbrekni spurningurin, hvussu nógv Føroyar og Grønland kunnu taka sær fyri á altjóða pall­ inum, sum nívir løgmann. Megin­reglan er, at Danmark talar vegna ríksifelagsskapin. Trupulleikin er, at ofta eru ósemjur í ríkis­felags­skap­ inum. Eitt dømi eru ósam­ svar­andi áhugamálini hjá Dan­mark og Føroyum í WTO. – Vit vilja fegin vera við at finna eina loysn. Tað sigi eg, hóast eg eri sambandsmaður og taki fult undir við ríkis­ felagsskapinum, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður hevur kortini ásannað, at ríkja­felagsskapurin er ikki aðal­málið hjá hesi sam­gong­ uni, og tað er enn ikki út­ greinað, hvussu hann vónar, at ríkis­felagsskapurin verður sam­skipaður í framtíðini. Hann hevur í øllum førum lagt upp til øðrvísi samband millum ríkini í verandi ríkis­ felagsskapinum. Tann ætlanin víkir ikki nógv frá ætlanini hjá full­ veldis­samgonguni. Samband við Danmark Fullveldissamgongan, Fólka­ flokk­urin, Tjóðveldis­flokk­ urin og Sjálvstýris­flokk­urin, vildi skipað ein frælsan felags­skap – Free Association – millum Føroyar og Dan­ mark, har sjálvstøðugu lond­ ini skuldu samstarva um eina rúgvu av økjum. Tað er munur á suverenum statum og londum í einum ríkja­ felags­skapi, men innihaldið í hes­um førum líkist nógv. Uppskotið hjá táverandi landsstýrinum snúði seg fremst av øllum um at broyta ríkis­rættarligu støðuna, so tað varð staðfest, at før­oyska fólkið og føroyskir myndug­ leikar hava suverenitetin – fult vald og fulla ábyrgd – yvir Føroyum, og at hetta verð­ur altjóða viðurkent. Hvítabók, bókin sum út­ greinaði fullveldisætlanina, staðfestir, at flestu skip­ an­irnar skulu á føroyskar hendur, men bókin leggur sam­stundis upp til tætt sam­ starv við Danmark. Hetta fyri, at føroyingar kundu fram­haldandi hava rættindi í Dan­mark. Fullveldisætlanin bar millum annað í sær, at Føroyar skuldu vera undir donsku krúnuni og verða knýttar at donsku gjaldoyra­ skipanini. Flestu donsku kunn­gerð­ irnar við heimilld í banka­ lógum og sparikassa­lóg­um eru í gildi í Føroyum. Mest umfatandi eru rokn­skapar­ kunngerðin og kunngerðin um reglur at tryggja, at peninga­stovnarnir hava fæ tøkt til innsetarnar. Tær áseta, hvørjar upplýsingar peningar­stovnarnir skulu lata danska fíggjareftirlitinum. – Tað krevur nógva orku at gera og røkja hesar kunn­ gerðir, og tí verður mælt til, at tær fyribils verða tær somu sum tær donsku. So­ leiðis ber eisini til at tryggja, at eitt komandi føroyskt fíggjar­eftirlit fær somu upp­ lýsingar sum tað danska, ið vit eru partur av, er skrivað í Hvítubók. Nøkur dømi burtur úr rúgvuni Fullveldissamgongan vísti eisini á, at flogførini og tyrl­ ur­nar hjá Atlantsflog eru skrásett í National Register hjá Statens Luftfarts­ væsen (SLV), men hesi kunnu skrásetast hjá Skrá­ seting Føroya. Í sama við­ fangi verður staðfest, at tørv­ur verður á at gera av­ talu við Skaðanevndina – Havarikommissionen for civil luftfart – so møguligar van­lukkur hjá føroyskt skrá­ settum flogførum verða kann­aðar. Sama er við stórum upp­ gávum, sum løgregluni er fyri. Har verður heitt á danska myndugleikar um tøkn­i­liga og fakliga hjálp. – Skal føroysk løgregla kunna standa fyri hesum í fram­tíðini, verður tørvur á ser­útbúnaði og starvsfólki við serligum útbúgvingum. Hetta verður sera kostnaðar­ mikið, og mælt verður tí held­ ur til, at avtala verður gjørd við Danmark ella onnur lond um útgerð, kriminaltekniskar tænastur og annað, er skrivað í Hvítubók. Tá umræður faklig og al­ tjóða krøv til heilsuverkið, millum annað um áseting av heilsufakligum reglum, ráð­geving av heilsu­myndug­ leikum, eftirlit, serfrøðiligar kanningar, kæruviðgerð og lógina um embætislæknar, verð­ur eisini mett, at tað er ráðiligast, at tað á hes­um økjum verður gjørd sam­ starvs­avtala við Danmark ella ann­að av grannalondunum. – Fleiri avtalur eru eis­ini um útbúgving, skeið, starvs­ venjing og leiðbeining til aftur á breddan Sjálvstøðugu Føroyar Fullveldisætlanin hjá Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum um aldarskiftið legði upp til tætt samstarv við Danmark, millum annað var ætlanin at varðveita kongshúsið og gjaldoyrað. Tað er ikki fjart frá dreyminum hjá løgmanni