fríggjadagur 17. august 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Søguligar rembingar eru í
føroyskum politikki í løtuni.
Ongantíð áður hava um
boð úr so nógvum flokkum
á Løgtingi sagt seg vilja hava
broytingar í ríkisrættarligu
støðuni, og sagt seg vilja
virka fyri, at Føroyar verða
skipaðar sum sjálvstøðugt
land, sum nú.
Hetta er støðan eftir at
løgmaður hevur boðað frá, at
hann ynskir eina umskipan
av verandi ríkisrættarligu
støðu. Frá verandi ríkisfelags
skapi til ein ríkjafelagsskap,
har londini samstarva sum
sjálvstøðug lond í einum
felagsskapi.
Hetta eru ómetaliga góð
tíðindi. Tí hetta er sjálvandi
rætti vegurin at fara.
Havi stóra virðing fyri, at
løgmaður velur at gera vart
við sína støðu í hesum máli.
Ivist onga løtu í, at royndir
nar, ið løgmaður hevur gjørt
sær úti á Tinganesi seinastu
árini, hava víst á greiðu
vansarnar við verandi skipan
og sólarkláru fyrimunirnir
við einum felagsskapi mill
um sjálvstøðug lond.
Sjálvstøðug lond í javn
bjóðis samstarvi - sjálvandi
Júst eitt skipað samstarv
millum
sjálvstøðug
lond
er eisini tann skipan, ið
arbeitt varð við í fullveldis
samgonguni. Ynskt varð, at
skipa ein sokallaðan frælsan
felagsskap (Free Association)
millum Føroyar og Danmark,
har londini - sum sjálvstøðug
lond - samstarva um eina røð
av økjum. Tílíkar skipanir
eru eisini kendar úti í heimi.
Skal verða talan um ein
veruligan felagsskap eiga
partarnir at samstarva á
javnbjóðis føti, og er henda
skipan tí eitt stórt framstig í
mun til verandi støðu.
Breiður meiriluti á Løg
tingi fyri sjálvstøðugum Før
oyum
Breiður meiriluti er eisini
á Løgtingi fyri at endur
nýggja ríkisrættarligu støðu
okkara og at skipa Føroyar
sum sjálvstøðugt land.
Verður
fyrst
hugt
at
teimum
flokkum,
sum
hava fráboðað at teir vilja
arbeiða fyri, at Føroyar ger
ast sjálvstøðugt land, so
umboða hesir flokkar 19 av
33 tingfólkum:
Tjóðveldi 6 tingfólk
Fólkaflokkurin 8 tingfólk
Framsókn 2 tingfólk
Miðflokkurin 2 tingfólk
Sjálvstýrisflokkurin 1 tingfólk
Íalt 19 tingfólk
Hartil eru fleiri tingfólk
bæði í Javnaðarflokkinum og
Sambandsflokkinum, ið taka
undir við eini tjóðarsemju
um hetta týðandi mál. So
samanlagt verður talan um
væl yvir 20 tinglimir.
Sostatt er als ongin ivi
um,
at
løgmaður
hevur
meirilutan av Løgtinginum
og fólkinum aftanfyri seg í
hesum máli.
Søguligi møguleikin
er nú
Tí er nú søguligur møguleiki
fyri, at fáa eina tjóðarsemju
millum politisku flokkarnar
um eina heildarætlan fyri
skipan av Føroyum sum
sjálvstøðugt land og einum
endurnýggjaðum samstarvi
við Danmark. Eydnast hetta,
so hevur løgmaður lagt
lunnar undir eitt av størstu
framstigum í Føroya søgu.
Eru orðini hinvegin bert orð
uttan gerð, so standa vit enn
sum áður í stað í verandi
“hvørki-støðu”.
Við jøvnum millumbilum
eru søguligir møguleikar fyri,
at gera stór politisk framstig.
Ein
av
hesum
søguligu
møguleikum er nú.
Rókin sp/f
Sp/f Rókin arbeiðir uttanlands. Beint nú arbeiða vit í Thule, Sisimiut, Aalesund, Hokksund og í Polen.
Rókin er ein fyritøka í vøkstri, vit høvdu 12 fólk við ársbyrjan og nú eru vit knapt 40. Okkara servitan er
innan entreprenør- og timburvinnuna.
SP/F Rókin søkir eftir royndum timbur-
monnum til arbeiði uttanlands. Vit leggja
stóran dent á, at tann ið settur verður er:
arbeiðssamur og jaligur.
Hevur hetta tín áhuga, so er bert
at venda tær til sp/f Rókina
Størvini verða sett skjótast til ber.
Lesið meira um okkara virksemi á:
www.rokin.fo
Fjørðuvegur 7
FO-620 Runavík
Tlf.: 58 80 80
www.rokin.fo
Søkt verður eftir
timburmonnum
til uttanlands arbeiði
kjak
Kristina
Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi
Tjóðarsemju um at skipa Føroyar
sum sjálvstøðugt land – nú !