Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Fakfeløguni hava í alt ov lítl­ an mun gjørt seg galdandi. Tað er gott at samanhald er, men eg sakni eina nógv meira áhaldandi kritiska rødd frá fakfeløgunum, sum, eg veit royna, men ikki nóg ofta og nokk. Tað má hvønn tann einasta dag koma ein á­minn­ing um, hvat tað er hend­an samgongan er í ferð við at gera, at niðurlaga okkara vælferðarsamfelag, við tí undanførslu at vit eru í kreppu. Ein lipp­andi løg­ mað­ur hevur á løg­tingsins røðara­palli ført fram, at hann var so keddur so keddur, men hann mátti altso taka ein túsundlappa afturat frá teim­um veikaru bólkunum, tí landið má hóra undan, tey ríku kunnu vit ikki verða fyri­uttan, so tey mugu fáa og ikki gjalda meira. Tey gjalda nokk. Men eg má kortini við­ ganga og viðurkenna, at fak­feløg­uni á ein hátt eru um­skylt. Eg má tó undir­ strik­að, at tað var eitt satt bragd, at pedagogfelagið helt á so longi, tey vístu styrki og saman­hald. Men tey fingu ikki tað stóra í lønarposan frá hesum ovurmikla høgra­ stýrið sum her valdar. Tá fakfeløguni undir seinastu sátt­mála­sam­ráð­ ingun­um lótu sær linda við breyð­molum og piparnøtum, vóru tey neyvan greið yvir tað høgrafasisistiska rák­ ið, ið kom at eyðkenna hesa samgongu. Milliónir eftir milliónir fingu tey væl­bjarg­ aðu frá samgonguni við flat­ skattinum, meðan vit, og børn okkara, eru tveitt út í fram­tíðarinnar ótryggleika, tí pensjónirnar skullu fíggja hesa milliónaupphædd. Í sama viðfangi verður okkara makrel­ur til milliardir, uttan himpr, givin burtur fyri onki til vælbjarga, ofta kenn­ing­ ar, samstundis sum hesir í útvarpstíðindunum boða frá enn einum metári í rakstri og yvirskoti. Eg skilji væl at menn ið vága nógv, skullu bæði viðurkennast og rós­ ast fyri sítt fyritakssemi, og skullu fáa vágan aftur­gold­ nan so ella so. Men at bert hesi fáu skullu fáa ágóðan av tilfongi Føroya er, nú eina­ ferð ikki heilt rætt. Tað er eitt mark fyri hvussu stór hús tú kanst bygg­ja, hvussu nógvar bilar tú kann hava í garaguni, og hvussu ofta tú etur teg mettan um dagin. Maersk tekur tað mesta av oljuni uppúr donsku undir­grund­ ini, teir hava tikið vág­an, men teir lata so sanni­liga landinum nógv, og hava, hóast hetta, so nógv eftir, at tað framvegis er kjarnu­ økið hjá Maersk-sam­taki­ num. Hetta er júst sið­venj­að í framkomnum demo­krat­ iskum londum, har mutur og nepo­tisma ikki ráða. Tað er nógv av hesum sjónar­miðum vit í flokkinum, sam­an við fakfelagsrørsluni, hvønn dag mugu minna fólk á. Tað er ikki gamansleikur at síggja hvat samgongan gerð, ella vit hoyra, hvat hon er í ferð við at gera. Okkara for­fedr­ar hava bygt hetta land­ið, vit liva í tí, og okkara børn skullu arva tað. Eg ivist ikki eina løtu í, at toppurin í samgonguni, saman við onkr­um búskaparfrøðingum, langt síðan hava roknað út, at búskaparliga klára Før­ oy­ar, í løtuni, ikki meira enn at húsa einum 42000-45000 fólk­um. Mann ger onki fyri teir veikastu bólkarnar, tí tey fáa betri umstøður t.d. í Dan­mark, so tað ger onki um tey flyta. Tað er møgiliga ein mið-vís ætlan. Tey sum ikki hava útbúgving eru óynskt aft­ur, og tær hálvhjartaðu út­søgn­irnar um, at fáa tey út­búnu aftur, siga nógv. Koma tey aftur fáa nakrir fá­ ir juristar arbeiði á onkrum sak­førara­virki, onkur lækni á sjúkrahúsum, og so nakrir fáir grannskoðarar. Fjøldin hevur, sum nú er, ong­an kjans, tí ongin kann gjal­da tær lønir hesi eiga at fáa. Henda samgongan hev­ ur valt at spara seg burturúr kreppu­ni, og niðurlaga sam­ felag­ið. So longi hetta heldur fram, er ongin kjansur hjá úti­set­um at koma aftur við ella uttan útbúgving. Tað hevur verið frammi at flat­skatt­urin skuldi seta ferð á íløgur og nýggjar vinnur. Men um mann heldur, at lær­ar­ar á øllum stigum, høgt lønt skrivstovufók, sjúkra­ systr­ar, politistar, og onnur við inntøku til flatskatt, fara at gera íløgur í flaka-og pelagisku vinnuna, ella aðr­ ar vinnur, so eru teir rættu­ liga naivir. Tað allar mesta av inntøku­hækk­ingini fer til nýtslu, og øll henda meir­ nýts­la verður jú inn­flutt, og tað ber væl til at síggja, hvussu gjalds- og handils­ javn­vág­in sær út. Tað er ongantíð for tíðliga at byrja, at greiða fólki frá hvat er í ferð við at henda, og tað er, og verður, okkara størs­ta uppgáva. Fakfeløguni mugu koma sjónligari fram Levi Mørk býráðslimur fyri Javnaðarflokkin www.levimork.com Tórshavnar kommuna hevur eina hugmynd um, at Havnin verður lestrarbýurin í einum fram­komnum Føroyum. Ikki tí. Havnin hevur ver­ ið lestrarbýurin leingi, men tíðin krevur nú, at meiri verð­ur gjørt burturúr. Eitt er at stovna skúlar og útbúgvingar. Tá mást tú eisini útvega teimum lesandi sømi­lig­ar umstøður. Lítið hevur verið gjørt burt­ur úr lestrarbústøðum í Føroyum. Onkur kost­deild hevur verið, og nøk­ur fá kollegiu komu í átta­ti­áru­ num. Okkurt teirra er langt­ síða­ni farið í vanrøkt, meðan okkurt annað enn flýtur omaná.. Hetta vóru serliga bú­stað­ ir við kømrum til eitt fólk, og mest vóru teir æt­lað­ir næmingunum á mi­ð­náms­ skúlum av ymsum slag. Nú hava vit jú størri ambi­ sjón­ir. Vit vilja menna okkara universitetslestur í Føroyum, so onnur kunna koma higar at lesa og okkara studentar kunna fáa størri part av síni lestrar­tíð heima, um tey ynskja tað. Ein lestrarbýur má eisini hava lestrarbústaðir. Tey les­ andi mugu sleppa fram at bú­støðum eins og onnur, ið seta føtur undir egið borð. Hetta krevur, at bæði støk og familjur í lestrar­um­ hvørvinum í Havn fáa møgu­ leika fyri at finna sær bústað á staðnum fyri rímiligan kost­nað í lestrartíðini. Tann lóggávan um bú­ stað­ar­fígging, sum løg­tin­g­ið fyri ein­um lítlum ári síðani sam­tykti eftir uppskoti frá Tjóðveldi, heimilar Húsa­ láns­grunni­num at fíggja eitt nú lestrarbústaðir. Hetta er gott, men enn er ikki komið undan kavi, hvussu hetta verður skrúvað sam­an og framt. Her er neyðugt, at løg­ tin­gið kemur úr skápinum og g­er okkum greitt, hvussu lestr­ar­bústaðir kunnu fáast í lag, hvussu teir verða fíggj­ að­ir og hvørji krøvini verða til teir. Umráðandi er at fáa hesi viðurskifti staðfes sum skjótastt, so vit vita eftir hvørj­um leisti, tú kanst menna útbúgvingarnar, lestr­ar­býin og landið. Við íløgum í uni­versi­tet, lestaríbúðir og lestr­ar­um­ hvørvi kunnu Føroyar gerast eitt land, sum dregur fólk til sín, og tað fer at skapa eitt yðjan­di lív. Lestrarbýur við lestrarbústøðum Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldi