fríggjadagur 17. august 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tað er gott at fólkafráflyt
ingin nú verður tikin upp
sum eitt stórmál. Tjóðveldi
hevði hetta sum eitt aðalmál
í valstríðnum, men tá fekk
tað tíverri ikki tað rúmd tað
hevði tørv á..
Trupulleikin við fólkafrá
flytingin/minkingin er ein
stórur trupulleiki. Trupul
leikin er ikki bert føroyskur,
men í fleiri londum runda
num okkum, men tað sum
ger trupulleikan so stóran
og eyðsyndan hjá okkum er
manglandi árgangir við ung
fólki og kvinnum.
Havi sagt tað fyrr, og
má siga tað aftur, at í
útjaðarinum hava vit í nógv
á gjørt vart við minking
ina í fólkatalinum, uttan at
tað hevur elvt til stórvegis
høvuðbryggj hjá løgtingi
num, men nú trupulleikin
er um alt landið verður
hann kanska tikin i álvara.
Hevði man kanska tá, fyri
nøkrum árum síðan, tikið
útjaðaran í álvara og sett
tær vakstrarætlanir í verk,
sum vóru á borðinum, so
hevði men í dag kanska havt
ávís modellir og royndir til
at loysa hesar trupulleikar
við. Men man stakk høvdið í
sandin, sløkti brandalarmin
og eldurin brann víðari. Tað
má ikki henda aftur. Td búg
va 1200 fólk færri í suður
oynni enn í 1985 tá ið eg fór úr
skúlanum. Sama tíðarskeið
er fólkatalið bert hækka
við 3000 fólkum samanlagt
í Føroyum, so fólk eru ikki
bert flutt til miðstaðarøkið,
men av landinum.
Tað finst ongin einføld
loysn á hvussu vit loysa
minkandi fólkatalið. Trupul
leikin er samansettur og
krevur loysnir og átøk á
nógvum økjum samstundis.
Tá ið eg áður havi spurt inn
til hendan trupulleika hevur
svarið verið, at nú flatskatt
urin er komin, so fer tað at
loysa seg at arbeiða, og tá
fara fólk at flyta heimaftur.
Hetta sær ikki út til at halda,
og vit mugu viðgera trupul
leikan meira nuancera enn
tað. Tað snyr seg millum
annað um mentanarlív, ar
beiði,
útbúgvingartilboð,
trivnað, hugburð og tolsemi,
at trúgva uppá framtíðina
og so framvegis.
Kundi hugsað mær at
nevnt betran av lestarmøgu
leikum, og umstøðum hjá
lesandi sum eitt gott boð
har nakað kann gerast, ella
meira har nakað má gerast.
Tað er av allarstørsta tydn
ingi, at vit kunnu hava tað
unga fólkið her sum longst,
hetta skal til fyri at festa
rót og støðast. Uttan ung
dóm, ongin framtíð. Eisini er
tørvur á ítøkiligum átøkum
fyri at basa ungdómsarbeiðs
loysinum.
Størsti parturin av teim
um sum eru arbeiðstøk eru
ófaklærd fólk, tað er stað
fest, so her er eisini eitt stórt
arbeiði at gera. Júst hesin
bólkur, sum eisini er í størri
vanda
fyri
heilsutrupul
leikum enn øll onnur. Her
sakni eg veruligan sosialpoli
tikk. Her liggur ein stór av
bjóðing fyri framman. Hevur
man onki arbeiði, so er eisini
lættari at flyta av landinum.
Herrópið “tað skal loysa seg
at arbeiða” er ikki nokk í hes
um føri.
Tørvur er á Føroyskum
eftirskúla
Av ítøkiligum átøkum fyri
ung er alneyðugt framhald
andi at arbeiða fyri at fáa
sett á stóvn føroyskan eftir
skúla. Vit hava havt uppskot
frammi, sum tíverri ikki
komu ígjøgnum, men haldi
at flest øll nú duga at síggja
at henda ætlan er alneyðug.
Vaksandi partur av okkara
børnum ,velja at fara á eftir
skúla, og ofta eru tey einans
15-16 ára gomul tá ið tey fara.
Uttanlands fáa tey vinfólk,
og fara tí kanska á miðnáms
skúla har, finna sær maka
o.s.fr so møguleikin fyri, at
tey flyta heimaftur verður
munandi minni. Bara tað at
kunna vera í Føroyum tey
árini afturat hevði uttan iva
havt positiva ávirkan. Vit
hava ikki ráð at velja eftir
skúlan frá.
Ungar mammur og
stakir uppihaldarir
Ungar mammur, sum vit
akkurát hava fingið stað
fest, at vit hava nógvar av,
er eisini ein bólkur sum
krevur serlig átøk.Íkki tí,
tað er als ikki nakað nega
tivt at mammunar eru ung
ar. At vera mamma hevur
onki við aldur at gera, men
yngru mammunar hava ofta
størri sosialar avbjóðing
ar. Umráðandi er, at hesar
mammur fáa góð útbúgving
artilboð , og at umstøðurnar
at útbúgva seg hóast tað, at
tær hava børn eru góðar.
Her ber ikki til við t.d 11 mán
aðar lestarstuðli. Fari tí at
heita á landsstýrið um at
fara undir eina tilgongd har
vit fáa 12 mánaðar lestrar
stuðul, og um ætlanin er
trupul at røkka, so at byrja
við teimum lesandi, sum
hava børn. Lesandi við
smábørnum hava ikki góð
an møguleika at arbeiða í
ferium, og nógvastaðni er
barnaansingin stongd. Og so
tað, sum so sera umráðandi,
barnið má hava rætt til feriu
saman við foreldrunum.
Stakir uppihaldarar eru
eisini ein bólkur, sum krevur
munandi batar, og alt ov ofta
hoyra vit um at teir flyta. Tá
er tragedian dupult, bæði
foreldur og barn fara a av
landinum, og koma kanska
ikki aftur tá ið barnið festir
útlendskar røtur. Vit missa
tá bæði nútíð og framtíð !
Seinastu dagarnar hava
vit hoyrt um mammur, sum
ikki eiga fyri mat. Hetta er so
ræðandi at løgtingið átti at
lagt alla orku í at fáa hetta
loyst. Og eg veit at støðan er
so, tað kemur eisini fyri at
fólk venda sær til kommunur
tí tey ikk eiga fyri olju og sita
køld. Tíbetur er hetta ikki
ofta, men tað átti als ikki
at hent. Somuleiðis hoyra
vit í kringvarpinum um
góð fólk sum koyra út við
mati til serliga stakir uppi
haldarar, og vit vita at nógv
søkja hjálp á jólum. Hetta
er eitt álvarsamt tekin um
at okkara skipanir ikki eru
nøktandi. Tíverri haldi eg,
at tað verður brúkt sum
skálkaskjól at hesir fólk
hjálpa, so landið átekur sær
ikki uppgávuna, heldur enn
at tað skuldi verið øvugt – at
tað bleiv tikið sum eitt tekin
um at her má okkurt gerast
Barsilsskipanin
Haldi eisini at tíðin er kom
in til at víðka um barsils
skipanina soleiðis, at ein
miðvís ætlan um hvussu
hendan verður víðkað til
eitt ár verður løgd. Tað
kann gera umstøðurnar hjá
barnafamiljum lættari og
vera við at geva eina betri
lívsbyrjan fyri barnið, at
tað kann vera longri heima.
Vit fáa so fá børn, at tað
mugu við raðfesta. Øll lond
ini rundanum okkum hava
framt munandi batar á hes
um øki, og vit eiga at gera tað
sama. Tað er ein íløga í fram
tíðina sum heilt víst fer at
kasta nógv gott av sær.
Skeiva gongdin í fólkatalinum
Sirið
Stenberg
Tjóðveldi
Tað hevur altíð verið stórur
áhugi í Havn fyri at velta og
at hava urtagarð og er tað
ein sonn frøði at síggja teir
nógvu vøkru urtagarðar
nar sum nú standa í fullum
blóma. Kinverski heimsspek
ingurin Konfutze skrivaði
á sinni, at um ein vil verða
eydnusamur alt lívið skal
ein fáa sær ein urtagarð, rætt
hevur hann og innan mind-
fullness rákið er áhugin fyri
urtagarðsterapi skjótt vaks
andi.
Tey
eydnusomu
sum
hava eina trøð ella urta
garðsstykki hava stóra gleði
av hesum, søtur er sjálvgivin
biti um tað so eru eplir, røtir,
grønmeti, seyður, gæs og
dunnur og hvat annars kann
fáast burturúr sum hugurin
er til.
Tó er í løtuni ein bíðirøð
hjá Býráðnum har umleið
400 fólk hava umsóknir
liggjandi – summar fleiri ára
gamlar – um at fáa til leigu
eina trøð ella jarðarstykki.
Hetta er ikki ílagi og skal tað
verða lættari, smidligari og
minni bureaukratiskt at fáa
jørð til leigu, hon trýtur so
ikki í okkara kommunu. Tað
eru framvegis nógv hóskandi
økir til taks td., úti í Havnar
dali, á Vatnaskørðum, Ovara
Ternuryggi, í Kaldbak og í
Kollafirði. Brúksskylda eigur
at fylgja við slíkum stykkj
um og skal jørð ikki sleppa
at liggja ónýtt.
Nevnast kann, at vit inn
flyta omanfyri 4.000 tons av
eplum og annað grønmeti
fyri eitt virði omanfyri 50
mio árliga ! Tað er stórur
marknaður fyri alt føroyskt
grønmeti og eigur hetta
eisini at eggja fólki til at
fara undir at velta við sølu
fyri eyga. Heimildirnar hjá
Plantustøðini í Hoydølum
eiga at víðkast so hon kann
fara undir grønmetisfram
leiðslu í nógv størri mun enn
hagartil.
Tjóðveldisflokkurin fer at
fáa bíðilistan til traðir burtur
og fjølga um alt grønt í Havn
ar Kommunu.
400 Traðarstykkir!
Johan
Mortensen
Á Tjóðveldislistanum