fríggjadagur 17. august 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Í tveimum hjartanemandi
innsløgum í farnu viku,
greiddu fyrst leiðarin av
Herberginum,
Martin
Kúrgerg,
og
síðani
Leif
Erik Niclasen um syrgiligu
støðuna hjá nøkrum støkum
uppihaldarum,
sum
eru
noydd at biðja um mat frá
sjálvbodnum.
Útvarpið
hevði eisini samrøðu við
meg um málið. Síðani stóðst
mikil orðadráttur í skrivaðu
og sosialu miðlunum – ikki
um støku uppihaldararnar,
men í fyrstu atløgu um tað
eg segði í útvarpinum og
síðani um hvør politiskur
flokkur hevur gjørt mest fyri
at bøta um korini hjá støku
uppihaldarunum.
Eg harmist almikið um,
at
hetta
týdningarmikla
mál gjørdist ein politisk
kastibløka, um hvør hevur
sagt hvat , og hvør politiskur
flokkur hevur gjørt mest. Eg
biði hesi fólk, ið liva undir so
truplum umstøðum halda
okkum til góðar. Sannleikin
er, at allir flokkar á tingi eiga
sín lut í, at korini hjá støkum
uppihaldarum, hóast alt eru
batnaðar seinnu árini. Vit
eru langt frá komin á mál
og vit hava framvegis nógv
arbeiði eftir at gera.
Tó
kenni
eg
meg
noyddan at koma við eini
rættleiðing eftir blaðgrein
hjá formanninum í Tjóðveldi,
har eg verði løgd undir at
bera grov ósannindi fram,
sum als ikki hava hald
í
veruleikanum.
Hóast
hendan skrivingin aftur og
fram ikki bøtir um støðuna
hjá støkum uppihaldarum í
Føroyum, so uppliva vit tó alt
ov ofta í politisku skipanini,
at ósannindi, sum fáa loyvi
at standa, gerast til ævigar
sannleikar millum manna.
Í fyrru greinini eg skrivaði
setti eg fram nakrar ábøtur,
ið eru gjørd fyri viðurskiftini
hjá støkum uppihaldarum
í Føroyum, uttan at hvørki
eg ella samgongan tók sær
æruna av nøkrum, hóast
formaðurin í Tjóðveldi vil
vera við at so var. Í greinini
nevndi eg hesi átøk:
1) Hækkaður lestrarstuðul
til stakar uppihaldarar
2) Barnaískoyti
til einsamallar
uppihaldarar
3) Økta barnafrádráttin
4) Lógina um
arbeiðsfremjandi tiltøk
5) Fátækramark
6) Bústaðarpakkin og
víðkaðu heimildirnar hjá
Húsalánsgrunninum
Til 1
Uppskotið um hækkaðan
lestrarstuðul
til
stakar
uppihaldarar var lagt fram
tann 24. apríl 2009 og samtykt
stutt eftir. Samgonga var
tá
ímillum
Fólkaflokkin,
Javnaðarflokkin
og
Sambandsflokkin,
og
eg
sjálv var landsstýriskvinna í
innlendismálum. Uppskotið
bleiv samtykt við stuðli úr
øllum flokkum á Tingi.
Til 2
Uppskotið um barnaískoyti
til stakar uppihaldarar varð
lagt fram undir ABC á heysti
í 2007, men datt burtur, tá
val bleiv útskrivað. Eitt
samt løgting atkvøddi málið
ígjøgnum, meðan sonevnda
CHE-samgongan sat, og tá
fyrsta útgjaldið varð latið,
sat ABC aftur við stýrisvølin.
Sostatt eiga seks flokkar á
tingi sín stóra lut í hesum
góða átaki.
Til 3
Núsitandi
samgonga
hækkaði barnafrádráttin í
vetur við 1.000 krónur fyri
hvørt barnið. Uppskotið var
eisini við í kørmunum fyri
2012, so eisini her eiga allir
flokkar á tingi sín lut.
Til 4
Lógina um arbeiðsfremjandi
tiltøk,
sum
uppraðfestir
veitingarnar til støk við
børnum, havi eg sjálv lagt
fram í ár, men fyrrverandi
landsstýriskvinnan og farna
samgonga
eigur
stóran
heiður av hesum arbeiði. Eitt
samt løgting tók seinni undir
við hesum uppskoti
Til 5
Uppskotið um fátækramark
er upprunaliga eitt uppskot
frá
Miðflokkinum.
Her
var
ikki
breið
semja
í
løgtinginum. Fyrsti liðurin
í arbeiðinum varð longu
framdur,
tá
Hagstovan
gjørdi
síðsta
heyst
kunngjørdi kanningina um
fátækraváða. Hetta arbeiðið
er millum raðfestingarnar
hjá mær komandi árið og
havi eg fullan stuðul úr
samgonguni at arbeiða víðari
við hesum. Fyri rættleikans
skyld skal eg tó nevnda, at
fólkaflokkurin , sum tá sat
í andstøðu ikki tók undir
við
upprunauppskotinum
frá Miðflokkinum, men
nú
hevur
fólkaflokkurin
havna
uppskotinum
í
landsstýrinum.
Til 6
Minnilutasamgongan legði
málið fram síðsta heyst og eg
tók undir við málinum bæði
við aðru og triðju viðgerð.
Um onkur ivast, so kunnu
tey hyggja á heimasíðuna
hjá
Løgtinginum.
Nú
eg
havi
fingið
ábyrgd
av
bústaðarmálum,
ætli eg mær saman við
fígg jarmálaráðharranum
og
Húsalánsgrunninum
at
arbeiða
bøtt
um
bústaðarviðurskiftini
hjá
m.a. støkum uppihaldarum.
Lat okkum bøta um
umstøðurnar saman
Samanumtikið
hava
allir
flokkar á tingi við ymsum
átøkum verið við at bøta um
umstøðurnar hjá støkum
uppihaldarum,
og
hevur
ikki nakar ávísur flokkur
skara
framúr
á
hesum
øki. Skiftandi samgongur
hava lagt uppskotini fram,
meðan í flestu førum hevur
verið breið semja millum
allar flokkar í Løgtinginum.
Mín vón er, at hetta góða
samstarvi
heldur
fram
komandi árini, og at vit
leggja politiskan tvídrátt
afturum okkum til frama fyri
tey sum veruliga hava tað
trupult í okkara samfelag.
Tað skylda vit teimum.
Politiskar kastibløkur bøta
ikki um viðurskiftini hjá
støkum uppihaldarum
Annika Olsen
Tað er gleðiligt, at Hanus
Samró skrivar um týdningin
av hægri útbúgving í Føroy
um og vísir á týdningin av
hesum fyri at steðga fráflyt
ing. Bert harmiligt, at hann
roynir at fjala, at hansara
egna samgonga vil skerja
hægri útbúgving
Eg frøist um, at Hanus
Samró, samgongutingmaður,
er farin at skriva um hægri
útbúgving og leggja fram
nakrar politiskar hugsanir
um framtíðina. Tí vil eg stuð
la.
Men eg fái ilt tá eg síggi,
at eisini Hanus Samró royn
ir at verja samgonguna og
hennara politikk á hesum
økinum við at snara veru
leikan.
Tí kanska nógv fólk trúg
va tí, sum Hanus skrivar. Og
harvið kunnu tey ótilvitað
stuðla politiskum flokkum
sum gera beint ta øvuta av
tí, sum Hanus sigur seg vilja.
Hanus
Samró
skrivar
millum annað, at játtanir til
Fróðskaparsetrið eru støð
ugt hækkaðar síðani 2007 og
hendan samgongan vil eina
“skynsama útbýgging” av
Fróðskaparsetrinum. Sann
leikin er, at øktar játtanir,
nýggjar útbúgvingar og pol
itisk átøk til at menna Fróð
skaparsetrið, vórðu framdar
undir CHE-samgonguni í
2008. Síðani hevur játtan
in bara verið framskrivað
og enntá skorin í mun til ta
fíggjarætlan, sum varð løgd
í 2008.
Fólkaflokkurin
hevur
verið ímóti øllum útbygg
ingum á Setrinum og hevur
aftur nú skotið upp at skerja
Fróðskaparsetrið.
Tað er tí beinleiðis óer
ligt, um Hanus roynir at
mála eina mynd av, at hann
stendur fyri at menna hægri
útbúgving í Føroyum, tá
hann samstundis er partir
av einum flokki og atkvøður
við honum fyri at gera beint
ímóti tí.
Gunvør Balle
Framsøgukvinna í
útbúgvingarmálum
Hanus Samró má velja annan flokk,
um hann vil styrkja hægri útbúgving