fríggjadagur 17. august 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Løgmaður, er djarvur. Onkur
heldur í so djarvur, men lat
ivan heldur verða sakini til
fyrimunar, og takið løgmann
uppá orðið!
Tað er ikki ein og hvør,
sum
hevði
megnað
at
varðveitt formanspostin í
Sambandsflokkinum
eftir
at viðkomandi boðaði frá,
at tíðin var farin frá Ríkis
felagsskapinum. Hugsi eisini,
at nógv sambandsfólk skriða
sær í nakkanum og ivast í,
hvat alt hetta snýr seg um:
•
Ríkja- ella ríkis-??
•
Sjálvstøðugt land, men
ikki fullveldi??
•
Vil hækka blokkin við
200 mió kr, men sær
fyri sær, at blokkurin er
burtur um 20 ár??
•
Niðurleggur
sendistovur, og vil virka
á jøvnum føti við onnur
lond úti í heimi??
Skilji væl tey, sum ikki ordi
liga fata, hvør leiðin er, - ella
ivast í, hvat liggur í útmeld
ingunum, ella, um har er nøk
ur leið.
Komandi
landsfundur
Sambandsfloksins verður tí
avgerandi í hesum høpi.
Fær løgmaður krakk frá
baklandinum, soleiðis sum
onkur vil verða við, so er for
maðurin kvitt, og nýggjur má
veljast.
Fær hann hinvegin herða
klapp frá baklandinum, so
hevur hann forboblað sína
styrki í flokkinum, og kann
slík sementering fatast sum,
at Kaj Leo verður formaður
floksins í nógv ár afturat.
Hinvegin, so er onki nýtt
undir sólini.
Sambandsflokkurin
er
altíð komin aftaná. Tey eru
ímóti broytingum, men eru
fyri, tá ið broytingin er sett
í verk.
Hvør kennir ikki mót
støðuna frá sambandsfólki:
•
ímóti føroyska málinum,
•
ímóti Merkinum,
•
ímóti koyrivegunum,
•
ímóti blokkstuðlinum,
•
ímóti 200 fjórðinga
fiskimarkinum osfr osfr.
Men, sum ikki einaferð, so
eru tað tær sjálvsstýris
sinnaðu kreftirnar í hinum
flokkunum, sum hava talað
fyri, og sum hava varpað ljós
á fyrimunirnar við tí nýggja.
Komið í eygað, so eru sam
bandsfólk við, og vilja til eina
og hvørja tíð hava verandi
skipan, hóast tey vóru ímóti
henni beint áðrenn, hon varð
sett í verk.
Hinvegin so er hetta ikki
annað enn eitt strið ímillum
konservatismu og liberalis
mu. Tey sum vilja halda aftur,
og tey sum vilja broytingar.
Hetta kenna vit aftur í øllum
samfeløgum á so mongum
mótum: í politikki, í trúðar
spurningum, í persónligari
menning osfr. Tað eru tey,
sum velja tað kendu og tí
tryggu gongdina í ávísum
málum, og so hini sum
hava fingið nokk, og vilja
broytingar. Tað, sum tó er
sermerkt við sokallaða ríkis
felagsskapinum, er, at tað
hevði nærum verið óhoyrt
í øðrum londum, at ein
meiriluti av eini tjóð tvíheld
ur ímóti sínum sjálvsøgdu
rættindum sum tjóð. Har
eru Føroyar so millum fáu
undantøkini í heiminum.
Men alt hevur sína tíð –
eisini
ríkisfelagsskapurin!
Tað, sum tó er nýtt í hesum
førinum, er, at formaðurin í
Sambandsflokkinum er við
uppá broytingarnar, áðrenn
tær eru framdar, - so her
stemmar ikki heilt við søgu
na !
Men gott í teg, Kaj Leo,
drív á, - tað sum hevur týdn
ing, er, at tú sigur tað tú hugs
ar og ynskir, og ikki bara tað,
sum tú heldur, at hini vilja
hava teg at siga.
Nú røddir úr øllum flokk
um á tingi vilja úr hesi skip
an, eru sannlíkindi fyri at
okkurt er í væntu, og at
eisini
ríkisfelagsskapurin,
har Føroyar og Grønland eru
undirgivin Danmark, er søga.
Tað vísir,at hóast seiggið
stríð á sjálvsstýrisleið, so ber
á mál, um bara hugsjónin fær
innivist í orðaskiftinum.
Annita á
Fríðriksmørk
Onki nýtt undir sólini
- uttan Kaj Leo!
Føroysk fiskivinna er komin
framat grundleggjandi val
um.
Uppisjóvarfiskaríið
liggur í avtaluloysi, botn
fiskastovnarnir eru søguliga
lítlir, línu og útróðrarflotin er
álvarsliga hóttur. Samstund
is spankulerar landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum
sum ein havsins harri, og
býtir út almennu ognirnar
til tey sum trúliga krúpa
fyri valdinum, við lyftum
um stuðul til næsta val. Er
hettar leiðin at uppala stolt
ar veiðumenn? Er hettar
kósin fyri fiskivinnutjóðina
Føroyar.
Vit kenna okkum øll
sum fiskimenn í Føroyum.
Eru vit tað ikki sjálvi, so er
antin pápin, grannin, abbin
ella gubbin tað. Harvið eru
og hava vit verið óloysiliga
knýtt at havsins tilfeingi
í
skjótt
hálvaaðru
øld.
Privatbú-skaparliga
eins
og
samfelagsbúskaparliga.
Fíggjarligu sveiggini í sam
felagnum, hava í stóran mun
verið speglaði í toskaprísi
num. Og soleiðis er fram
vegis, tó at makrelurin er
farin at spæla okkum nýggj
ar tónar.
200 fjórðinga fiskimørk
ini avmarkaðu fiskiveiðu
rættindini, og hóast avtalur
um fiskiveiðurættindi hjá
grannunum
í
søguligum
og býtishandlum, er veiðu
mannaverðin hjá fiskimanni
num broytt munandi. Stoltu
nýbrotini á fjarfiskileiðum,
Columbuskenslan, er avloyst
av
umsitingarbindingum,
avmarkingum, og ikki minst
politiskari smálutastýring.
Mitt í øllum hesum hurli
vasa skulu reiðarin, skiparin
og fiskimaðurin royna at fóta
sær. Men sum fiskivinnan
hevur verið umsitin síðani
fiskidagaskipanin sá dag
sins ljós, tykist fremsti fiski
vinnuførleikin vera at kenna
telefonnummarið hjá lands
stýrismanninum.
Vanligi
borgarin
skilir
helst ikki allan veruleikan,
men ónøgdin og sundurlynd
ið í samfelagnum veksur í
eini tíð, har fremsta málið
hjá stjórnini átti at verið
brúgvabyggjar millum fólk
ið í landinum býr, og tjóðar
byggjarar Føroyum at frama.
Tað síðsta nýggja, á so
máta, er at línuflotin heldur
enn at fáa veiðurættindi
á hóskandi farleiðum, eitt
nú Flemish Cap, sum eg
sjálvur havi mælt til, ella í
Barentshavinum, sum eitt
nú Henrik Old, hevur mælt
til, so tykist loysnin hjá
hesari samgonguni verða at
gera virkisfúsar veiðumenn,
til krúpandi kvotufiskarar.
Fram fara ógvuliga ivasamir
skipahandlar,
har
søla
av
ókeypis
tillutaðari
makrelkvotu, er endamálið.
Landsins tilfeingi, slúsa niður
í nakrar trúgvar lummar, við
landsstýrismansins vælvild,
hóast
lyfti
til
poltisku
skipanina um tað øvuðgta.
Landsstýrismaðurin
skuldi heldur siglt annan
sjógv, og t.d. útskriva nøkur
royndarloyvir í altjóða sjógvi,
eitt nú Irmingarhavinum
eftir makreli. Hesum hevur
áhugi verið fyri. Beinleiðis
vinningurin við at loyva
veiðu aðrastaðni, er at trýstið
á Føroyagrunnin minkar.
Áheitanin á samgonguna
skal tí vera at leggja lunnar
undir eina vinnu, har tað
loysir seg at arbeiða, vinna og
veiða, heldur enn at uppala
krúpandi kvotufiskarar.
Krúpandi kvotufiskarar
ella virkisfúsar veiðumenn?
Páll á
Reynatúgvu
Løgtingsmaður
kjak