Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá P. M. Dam gjørdist løg­ mað­ur í 1959 – eftir átta ára stjórnarskeið við sam­ban­di, fólkaflokki og sjálv­stýris­ fl. – fekk hann ikki fyri­reik­ að mál í friði, tí áður­nevn­ da samgonga hevði fylt kontórini við sínum polit­ isku samsintu, sum so kundu leka politiskar ætlanir út í ótíð - serliga til fólkafl. - ið so­leiðis ótarnaður fekk høvi til at loypa splid í dansin, áðr­enn málini vóru liðug við­gjørd innanhýsis og klár til at leggja fram. Hesar søguligu roynd­ir­ nar eiga øll at hava fyri eyga, nú stjórasetanar í lands­ stýri­num eru á skránni. Tey best kvalifi­s­er­aðu eiga sess­ir­nar. Verða onnur atlit tik­in, eig­ur tað at fáa álvar­ sam­ar av­leið­ing­ar fyri tey, ið ábyrgdina hava. Annars skal viðmerkjast, at tær - i fjølmiðlunum nevn­du ætlaðu inn­lits­av­mark­ing­ar í landsumsitingini - eiga at vera steðgaðir í stundini. H etta er onnur greinin av seks pørtum. Fari við hesum at viðgera evn­ið fráflyting, sum hevur fylt eina rúgvu í miðlunum. Í undafarnu grein viðgjørdi undir­ritaði játtanina til Fróð­skapa­rsetrið. Greina­ røð­in tekur ikki bara støði í politiska gerandisdegnum, men verður harumframt grund­að á gerandisdagin, sum undirritaði hevur á Setri­num. Samantvinningin av praktiskum og politiskum áhuga­málum er ikki so ein­ føld, men skal undirritaði eft­ir besta førimuni halda ting­ini atskild. Seinna greinin snýr seg um útbúgvingar. Universitet Tað verður ofta ført fram, at vit skulu hava altjóða uni­ ver­si­tet í Føroyum. Hesum tek­ur undirritaði undir við, men fortreytirnar fyri, at vit kunnu fáa altjóða uni­ ver­sitet, eru tær, at vit gera fyri­lest­rarnir á altjóða máli­ num enskum. Hetta er sjálv­ andi eldfimt evni, tí hví skulu føroyingar, sum búgva og lesa í Føroyum, læra á ensk­ u­m? Kjakið er neyðugt, tí hvus­ su fáa vit altjóða unversitet á føroyskum? Tað gevur ikki bein­leiðis meining! Soleiðis sum Setrið er skip­að í dag, hava vit eitt lokalt universitet, sum lýkur at­ljóða treytir. Tað er eisini í fínasta ordan, um tað er ætlanin við Fróð­skaparsetrinum, men undir­ritaði er av tí áskoðan, at vit skulu uppraðfesta tað til enskt. Tað átti ikki at kosta meira, tí skeiðini eru tey somu. Professararnir tosa bara enskt, ístaðin fyri før­oyskt! Tilflyting Kjakið um fráflyting hev­ ur sum oftast snúð seg um, hvussu varðveita vit ung­ dóm­in í Føroyum. Hetta er sera aktuelt, tí ov nógv ung flyta av landinum. Hetta merk­ir undirritaði sjálvur, tí meginparturin av mínum vin­um og javnaldrum býr uttan­lands. Tá tað kemur til tilflyting, verð­ur ofta tosað um, hvussu fáa vit føroyingar, ið hava fing­ið útbúgving í útlondum, at koma heimaftur. Tað er viðkomandi, tí sum sam­ felag mugu vit fáa avkast uppá íløgurnar, sum vit hava gjørt í ungdómin frá fólka­skúla og allan vegin upp til miðnám. Gestur Hov­gaard hevði beinrakna grein, “Vælferð á vandakós”, í vikuskiftisblaðnum hjá Sosiali­num (dagf. 30 mars 2012), har hann millum annað vísti, at: “Leysliga roknað kost­ ar raksturin fyri ein fólka­ skúla­næming í 2011-krónum uml. 40.000 um árið. Hetta verða umleið 400.000 í 10 ár. Ein studentaskúlanæingur kost­ar umleið 150.000 krón­ ur í 3 ár. Teir um leið 150 frá­flytararnir árliga, sum ikki koma aftur eftir loknan hægri lestur uttanlands, hava til samans kostað skúla­ verki­num einar 80 milliónir krón­ur. Hetta eru sostatt peng­ar, sum samfelagið ár­ liga ger íløgu í, men sum tað ikki fær aftur.” Skeri eg teg her, missi eg teg har Sostatt hevur landið uttan ábyrgd oyðslað 160 milliónir krón­ur av skattaborgarans peng­um, meðan undirritaði hev­ur gingið á Setrinum. Millión­ir­nar høvdu komið væl við, um tær vórðu nýtt­ar til t.d. lestraríbúðir, nýtt uni­ versitet, nýggjar út­búgv­ing­ ar. Ja, hasir pengarnir høvdu komið væl við, tí øllum kunnugt verða játtanirnar hjá ymisku ráðunum stýrdar við borgarligum skilvísi. Hetta er kanska at gera tað ov einfalt, tí tað er um­ ráð­andi, at øll, ið hava hug og hegni, fáa møguleikan at fáa sær útbúgving. Hinvegin, tøl­ini skulu heldur ikki undir­metast, men takast í álvara, tá ið tosað verður um fráflyting, tí tað eru ein rúgva av milliónum, ið ikki koma skattaborgaranum til góðar. Tað hava vit sum politikarar ábyrgd av. Ikki-føroyingar Eitt annað, sum tíverri ikki verður nevnt nógv, tá kjakast verð­ur um avbjóðingina við frá­flyting, er fyrimunurin við at hava skeiðini á ensk­ um, tí tað er møguligt at fáa ikki-føroyingar at flyta til Føroyar. Tað kann væl vera, at onkur rullar við eygunum, tá tey lesa hetta, men tað er vert at hava í huga, at nógvir t.d. eysturevropearar liva í ar­móð. Tey eru ikki eins kræs­in og vit, tey stríðast og strevast fyri at fáa sær út­búgving, tí landið stuðlar teim­um ikki við einari krónu. Somuleiðis er tað ikki veðr­ið ella veðurgudarnir, sum avgera, um tey flyta til eitt land ella ikki, men har­ aftur­ímóti møguleikarnir at fáa sær góða og gevandi út­búgving fyri so bíligan og lættan penga sum gjørligt. Um tey fingu ágóðan av okkara skúlaskipan, er ikki óhugs­andi, at tey fluttu til Før­oyar! Útbúgvingin Tað er somuleiðis neyðugt at gera útbúgvingarnar meiri spenn­andi. Hetta er ikki ein kritikk­ur móti lærarunum, men skal skiljast á tann hátt, at næmingarnir á Setrinum skulu ikki bara læra um t.d. Napole­on og kollveltingina í Fraklandi, men skulu har­ aftur­ímóti uppliva støð­ ini, har kollveltingin fór fram. Sama er galdandi fyri samfelags- og stjórn­mála­ frøði, har lesandi í Før­oy­ um fáa møguleikan at upp­ liva Lincoln Memorial og Washingtong DC., tá ið tey læra um politisku skipan­ ir­nar í Amerika. Sama er galdandi fyri allar út­búgv­ ingar í Føroyum. Men tað noyðist ikki at kos­ta skatta­borgara­num ey­ka, tí Studni fær 395.000 kr. um árið frá landinum til ferða­studn­ing. Sambært heima­síðu­ni hjá Studna er enda­mál­ið við játtanini: “at stuðla føroyingum, ið leita sær til onnur lond í út­ búgv­i­ngarørindum, í at koma heim til Føroya eftir lokna út­búgv­ingartíð. Hetta verður gjørt við at stuðla fíggjarliga, so­leiðis at tey lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið.” Játtanin verður tíverri bara nýtt av útsetum, tá tey koma til Føroyar í summar- ella jólaferiu. Tað hevði verið eitt gott hugskot, um vit veru­liga meina, at vit skulu menna og betra Setrið, at næm­ing­arnir á Setrinum fingu ágóðan av játtanini. Hetta kemur tíverri at ganga útyvir lesandi í út­lond­um, men tað er sum við orða­taki­ num: Skeri eg teg her, missi eg teg har. Lestrararbeiði Somuleiðis hevði tað verið skilagott, um ymisku ráðini fingu møguleikan fyri at skapa lestrarstørv. Hetta fyri at næmingar á Setrinum, sum lesa t.d. stjórnmála- ella sam­felagsfrøði, fingu møgu­ leik­an at knýta útbúgvingina hjá sær til eitt lestrararbeiði. Hetta noyðist heldur ikki at kosta pengar, tí tað er ein spurn­ingur um, um næm­ ing­ar­nir skulu fáa pengar fyri arbeiði, ella um tað ikki løn­ar seg betur at hava slíkt lestrar­arbeiði á CV-inum. Hetta er sjálvandi upp til kjak, men undirritaði er av tí áskoðan, at tað ikki er neyðugt við løn, tí næm­ing­ arnir fáa nakrar royndir, sum eru eins týdningarmiklar og pengar. Harafturat vísir tað, at viðkomandi hevur áræði og ambisjónir til at offra nakrar tímar um vikuna uppá ólønt arbeiði. Sostatt er tað mín vón, at Setrið í framtíðini knýtir út­búgvingarnar til almennu fyri­sitingina og privatu vinnu­na, so at lesandi í Før­ oy­um fáa møguleikan at royna ástøðini í praksis. Hetta leiðir meg víðari til næsta evnið. Tað eru ikki bara útbúgvingar og altjóða uni­versitet, ið avgera, um ung­dóm­urin lesur í Føroyum ella ikki, men harafturímóti hev­ur marknaðarføringin av Setrinum stóran týdning, tá ið søkt verður inn á hægri lest­ur. kjak Hanus Samró Lesandi og løgtinslimur fyri Fólkaflokkin Dagfinnur Danbjørg Frá Napoleon til Lincoln og aftur til Setrið! Stjórasetanir og avmarkingar í almennum innliti