Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Líka síðan fyrstu polit­isku flokkarnir vórðu stovn­aðir fyrst í 1900 tali­num hevur føroyskur poli­tikk­ur verið eitt langt stríð í spurn­ing­ inum um sjálv­stýrið og samband. Hetta aldar­gamla polit­iska haftið og ideo­ log­iska symbiosan hevur verið ein meinbogi fyri all­ an føroyskan politikk og hev­ur spjatt okkum sum tjóð og fólk heldur enn at fingið okkum at staðið sam­ an. Somu­leiðis hevur hetta politiska tvíbýtið havt sera óheppin árin á onn­ur politisk viðurskifti, sum ikki hevur tænt sam­felag­num. Ólavsøkurøða løgmans má tí sigast at vera eitt ný­ brot í føroyskum politikki í royndini at loysa okkum úr aldargamla politiska hafti­ num. Í ólavsøkurøðuni vísti løg­maður veruliga, at hann er løgmaður fyri alt føroya fólk og ikki bara formaður fyri sambandsflokkin, og í mínum eygum vísti løg­ mað­ur karakter. Tað er ikki uttan trupulleikar at vil­ ja broytingar og nýgerð, at bróta konventionellu mur­ar­ nar er ongantíð lætt, held­ur ikki hjá lø­g­manni, sum hó­ast alt er for­mað­ur Sam­bands­ flok­sins, ið hevur ríkis­felags­ skap­in sum stavn­hald. Men løg­mað­ur hevði dirvið til at bróta tøgn­ina og flyta fyrsta stein­in. Realistiskt sæð kunnu vit tó neyvan væn­ta okkum loys­ing við Sam­bands­flokki­ num í morgin. Tað verða snávingarsteinar á veg­num, tað verða óslættar gøt­ur at ganga, tað verða løt­ur har vit verða noydd at steðga á at hvíla okkum, áðr­enn vit náa á mál, men at ein kós er løgd, eiga vit at taka sum eina stórhending. Latið okkum taka orð løg­mans á Ólavsøku til okkum og ynskja honum hepna hond innanfloks, og latið okk­um standa saman um eitt nýbrot í føroyskum poli­tikki, sum kann blíva veru­leiki, um vit standa sam­ an í politisku skipanini. E ndamálið er gott - at binda fyri, at útlendingar fáa vald á føroysku alivinnuni. Men upp­skrift­in er ivasom, og skap­ar stórar trupulleikar, ikki minst, tí hon styrkir hina longu alt ov sterku mið­sav­n­ing­ina av alivinnuni. Tað var við nýggju ali­ lóg­ini, at ferð kom bæði á út­lendska uppkeypið og mið­savnan­ina av føroysku ali­vinn­u­ni. Í mai 2009 varð lóg­in í skundi, og við fráviki frá øllum tíðarfreistum, skund­að ígjøgnum Løgtingið. Ein høvuðsbroyting var, at eigaraavmarkingin varð broytt úr 25% til 50 %. Og, skul­di tað vísa seg, um­sit­ing­ in av loyvunum so grund­ leggj­andi broytt, at eigara­ av­mark­ing­in gevur lítla meining. Tríggjar alifyritøkur eru í dag, harav tann eina í veru­ leika­num ræður yvir 75% av alika­pasitetinum. Spurningar uttan svar Nógvir viðkomandi spurn­ ing­ar vórðu settir, tá nýggja ali­lógin kom: Í hvønn mun øk­ir nýggja lóg­in um møgu­ leik­an fyri, at út­lend­ingar keypa upp før­oysku ali­ vinnu­na? Hvussu viðbrekin verður vinnan, um ein fyritøka, sum eigur bróðurpart av vinn­u­ni, kemur í fíggj­ar­ligar trupulleikar? Og hvørj­ar verða sam­felags­bú­skapa­r­ ligu av­leið­ing­arnar? Hvussu ávirkar duo­pol­støða (sum í dag nærk­ast mono­poli) stóru und­ir­veitara­vinnuna? Spurningar, sum tíverri ikki fingu nakað svar. Júst tí at Jóhan Dahl, lands­ stýrismaður, við stuðli frá tá­verandi samgongu, ikki gav sær stundir at gera eitt nóg dygdargott lógarverk, so skulu ad hoc broytingar nú gerast, sum skapa stóra órógv kring vinnuna. Gummiavmarking Í mai 2009 fekk lands­ stýris­maðurin brádliga skund, tí Føroya Banki, sum átti Vestlax, saman við Bakkafrost strongdu á at fáa eigaraavmarkingina broytta, so fyritøkurnar uttan trupulleikar kundu leggj­ast saman, og skrásetast á parta­bræva­marknaðinum. Væl hevur gingið í hond. Og vit kunnu øll fegnast um glæsiligu úrslitini og dugna­ semið hjá hesi stór­fyritøku. Vinnulívsfólkið skal sjálv­ andi alla tíðina arbeiða fyri tí, sum gagnar fyritøkuni best. Men, politikarin hevur eina heilt aðra ábyrgd. Tað er tí bæði harmiligt og ábyrgd­ a­rleyst, at politiski myndug­ leikin ongantíð opið og erligt hevur viðgjørt vansarnar við miðsavningini av alivinnuni. Lógarbroytingin, sum landsstýrismaðurin nú kemur við, er helst or­sakað av at ein norskur strateg­ isk­ur íleggjari hevur havt æt­lan­ir um at kanna sær ein høvuðsbita av størstu før­ oysku alifyritøkuni. Hetta scenarium stóð glas­klárt longu í 2009, og tí hevði væl og virðiliga borið til at bundið fyri, so útlendsku íleggj­ar­arnir ikki settu peng­ ar í føroysku vinnuna undir følskum treytum. Men, tá valdi man tvørturímóti at senda út boðini: Komið og setið pengar í føroysku ali­ vinnu­na, har tit eru eins væl komnir og føroyingar. Fyri síðani at venda 180 stig, tá íløgurnar eru gjørdar. Tað sendir eitt sera óseriøst signal út í heim. Boðskapurin er púra greiður: Føroyar er ikki eitt land, at gera íløgur í, tí karmarnir eru óstøðugir, og tað, sum verður lóggivið í dag, verður allarhelst kollvelt í morgin. Vandamál í vinnuni Miðasavningin av alivinnuni hev­ur aðrar tungar vansar, enn vaksandi áhugan hjá út­lendingum. Ein stór­fram­ leiðari, sum eisini eigur fóðurframleiðsluliðið, hev­ ur eyðsýndar fyrimunir í mun til hinar minnu ali­ fyri­tøkurnar. Hann kann við øðiligari keyparamakt leggja seg tung á alt undir­ veitaraliðið. Eisini er vandi fyri, at fjøltáttað vøru­menn­ ing og menning av ymis­kum marknaðum kann gerast­ ov einstáttað, eru ov fáir aktørar. Fer ein slík fyri­tøka av knóranum, so rakar tað óendaliga meint før­oyska búskapin, tí hon skræð­ ir meginpartin av vinnu­ni og undirveitarum við sær í skrallinum. Tað er tí ikki uttan orsøk, at man aðra­ stað­ni ger sonevndar anti­ trust­lógir, at forða fyri, at ein ein­stak­ur aktørur leggur seg á eina heila vinnu. Eingin ivi er um, at æt­ laðu lógarbroytingarnar raka beint inn í “javnvágina” mill­um tær tríggjar verandi ali­fyri­tøk­ur­nar. Hetta tí hon forðar fyri, at Marine Har­ vest Faroes kann vera við at bjóða uppá nýggj aliøki, sum landsstýrismaðurin vist ætlar at bjóða út. Ein fyri­ tøka, sum er væl rikin, sum hevur verið bæði loyal og ein stabili­ser­andi faktorur í end­ ur­bygg­ingini av føroysku ali­ vinnu­ni. So verða bert tveir ak­tør­ar eftir –og av hesum hevur tann størsti rakt loftið fyri eigaraparti ... ella hevur hann? Við øðrum orðum enn eitt stig ímóti fullari mið­ savn­an av allari vinnuni – er tað veruliga skilagott fyri vinnu­na? Berufsverbot fyri skikkaðar leiðarar? Eitt krav, sum lands­stýris­ mað­urin nú setur, er at stjóri og nevndarformaður skulu hava búð í Føroyum sein­as­ tu tvey árini. Skal ein føroysk alifyritøka ikki kunna velja sær tann best skikk­aða m/k til hesi størv? Tað er sera avgerandi, at vit knýta at okkum góð og roynd fólk, ikki minst dugnaligar før­ oy­ingar, sum starvast uttan­ lands. Skal hesin møgu­leikin kvettast? Hetta tykist ikki sum víðskygdur vinnu­poli­ tikk­ur, men sum óheppin pro­tek­tionis­ma! Og hví man landsstýrið velja at lóggeva einans fyri út­lendskan eigaraskap í ali­vinnu­ni, og ikki í fiski­ vinnuni? Í alivinnuni ber av góð­um grundum ikki til at flyta primerframleiðsluna – fram­leiðsluna av laksi – av landi­num. Í fiskivinnuni gong­ur sjón fyri søgn, hvussu út­lendsk feløg gjøgnum før­ oysk­ar strámenn savna alt veiðu­liðið á fáum út­lendsk­ um hondum. Tíverri gevur lógar­upp­ skotið enn einaferð eina fatan av, at lógirnar verða smíð­að­ar ad hoc eftir tørvi hjá einstøkum aktøru­m, held­ur enn við yvir­skip­aðum at­liti til lang­tíðar­áhuga­ mál­ini hjá samfelagnum og vinnuni. Fari tí enn einaferð at heita á landsstýrismannin um at skipa fyri aðal­orða­ skifti um hesa okkara høvuðs­vinnu, so vit veruliga fáa vent øllum ivamálum, og smíðað lógarkarmar, ið skapa trygt og haldbart grundarlag undir vinnuni. kjak Bjørt Samuelsen Framsøgukvinna í vinnumálum Tjóðveldi Annika Olsen Alivinnan – hvat er størsta vandamálið? Nýbrot í føroyskum politikki