fríggjadagur 17. august 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgmaður helt eina góða
ólavsøkurøðu í ár, har hann
m.a. lýsti týdningin av, at
ríkisrættarligu viðurskift
ini verða dagførd, og vit
semjast um varandi viður
skifti millum Føroyar og
Danmark.
Nógv frøddust meðan
onnur undraðust. Sjónligt
var, at løgmaður hevði tikið
mong á bóli, nú hann opin
beraði sínar visiónir um
gongdar leiðir á ríkisrættar
liga økinum.
Og kanska tók løgmaður
tað stigið, sum kann vísa seg
at savna tjóðina heldur enn
at spaða hana. Kanska hev
ur løgmaður í ljósmála eina
skipan millum Føroyar og
Danmark, sum fer at vísa seg
politiskt burðardygg, fær
semju millum sambands- og
sjálvstýrisfólk.
Sum skilst, so eru summi
sambandsfólk
frustrerað.
Ja, onkur vil enntá hava løg
mann frá. Kanska ikki so
løgið, men helst verður øðr
vísi, tá málið er betri lýst og
sodnað sum frálíður.
Skelkað
Tey sum tó helst eru mest
skelkað er tjóðveldi. Hesin
flokkurin,
sum
sjónliga
hevur tað best í konfronta
tiónunum heldur enn í
loysnunum, hevur fingið
ein stóran trupulleika. Tí
hvat hendir, um løgmaður
nú fær eina breiða semju
um eina skilagóða loysn á
viðurskiftunum millum Før
oyar og Danmark? Hvat skal
tjóðveldi so gera?
Flokkurin sum áhaldandi
tosar um tjóðarsemjur, men
sum uttan íhald hevur verið
orsøk til tað øvugta. Seinast,
tá stjórnarskipanararbeiðið
varð jarðað med alla.
Tí er at vera taktiskur. At
tryggja, at so nógvir stuðlar
hjá løgmanni renna skrígg
jandi burtur sum møguligt,
so einki spyrst burturúr.
Hvat er so til ráða at taka?
Jú, so er at rósa løgmanni.
Tí síggjast tjóðveldisfólk
kropp á kroppi rósa og
skamrósa, klappa og klem
ma, mussa og kela, pussa og
bona løgmanni í hvørjum
blaði og heimasíðu, har
rúmd fæst.
Taktikkurin
er
eyð
sýndur. Gerið løgmann til
fullveldismann. Tað er besta
medisinið
at
forskrekk
ja meira enn helvtina av
Føroya Fólki. So fær løgmað
ur einki burturúr, og tjóð
veldi kann so halda fram á
síni oyðimarkargongd nógv
valskeið inn í framtíðina.
Meinti tjóðveldi nakað
við sítt kæti um, at løgmaður
hevur víst politiskt skilvísi,
so tagdi flokkurin. Men
tað er ikki endamálið. Tí er
neyðugt at spinna, so málið
aftur kann søkkja niður
heimligu politisku móruna.
Hvat hevur Hoydal gjørt
fyri at fáa okkara land at
standa á egnum beinum?
Tjóðveldisflokkurin bein
di fyri fullveldissamgongu
ni.
Fólkaflokkurin arbeiðir
framvegis við at fáa okkara
vakra land at klára seg sjálvt,
m.a. við at lækka hallið hjá
landskassanum, vaksa um
búskapin og minka blokkin
í mun til búskapin.
Hendan tjóðarbyggingin
gongur betur uttan Hoydal
enn við.
Tað, Hoydal dugir væl,
er at blæsa smálutir upp til
innantóman orðabrask.
Einaferð gekk Hoydal
goyggjandi
og
glevsandi
aftaná drotning okkara í
mánaðir, tí hon hevði um
talað ríkisfelagskapin jaliga.
Hoydal og hansara lík
ar skulu bert hugleiða í eitt
brotsekund hvønn morg
un, so hava hvørki Hoydal,
Zakarias Wang ella Føroya
land
nakrantíð
verið
í
ríkisfelagsskapinum.
Hesin
veruleikafjari
hugsunarháttur fær vanlig
ar hugsandi føroyingar at
venda Tjóðveldisflokkinum
bakið. Hetta sóu vit eisini til
seinasta løgtingsval.
Landið verður nú bygt
uttan tykkum. So kunnu tit
brúka so stór orð á síðulinju
ni, sum tit hava hug til.
Nú er Hoydal farin at
glevsa eftir Anniku Olsen,
landstýriskvinnu, tí hon
hevur nýtt orðið “skelkað”
í einum setningi. Hoydal
hevur ikki verið annað enn
“skelkaður” og “skakaður”,
síðan hann kom í politikk.
Hevur hann einkarrætt
til orðið “skelkað/ur” ?
Eisini CHE-samgonguna
sprongdi Hoydal einsamall
ur við berum orðadrátti og
klandri – helst tí hann sá,
at landskassans hall fór at
liggja um 800 mió kr í 2008.
Tjóðveldi kann ikki brúkast,
tá ástendur.
Tá alt kemur til alt, so
er ein maður ein maður, og
eitt útborað lás er eitt út
borað lás. Í tí førinum eitt
lyklarhol at krúpa út ígjøg
num, burtur frá ábyrgd.
Veljarin hoyrir ikki bert,
hvat verður sagt, men hygg
ur eisini eftir tí, sum verður
avrikað.
nøvn
kjak
Bjarni
Djurholm
Løgtingsmaður
Jógvan
Poulsen
Formaður í Havnar
Framburðsfelag
Klemma,
pussa og bona!
- Tað er besta medisinið at forskrekkja fjøldina av føroyingum
Veruleikafjarur Hoydal:
Stór orð, ov lítið innihald