Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn føðingar merkisdagar Seinni heimsbardagin og hersetingin av Føroyum snúði seg ikki einans um kríggj, men eisini um kærleika. Úrslitið var ein hópur av før­oysk­ um børnum við útlendskum pápum. Teir flestu vóru bretar, har tað í mong­ um førum er eydnast at fáa samband mill­um familjurnar. Men tað vóru eisini børn hjá norsk­ um pápum. Tað er ein av hesum, hen­ da eftirlýsing snýr seg um. Tey, sum standa fyri henni, eru eftir­komar­ar hjá Reidar Horn f. 7. mai 1920 í Tønsberg í Noregi. Undir krígnum var hann við norska verjuskipinum Horten. Meðan skip­ið var í Føroyum seinast í 1941, varð skipið álopið av týskum flogfari. Ein maður doyði, og ein annar varð rakt­ur í beinið. Hann varð innlagdur á Dr. Alexandrines Hospital, har hann var í sjey mánaðir. Á sjúkrahúsinum bleiv hann for­ lov­að­ur við eini føroyskari gentu. Hon gjørdist við barn og fekk ein son. Hann er tískil føddur í 1942 ella 1943. Reidar fór heim aftur til Noregs, og tað kom til einkis millum hann og gentu­na. Í 1947 giftist Reidar við norskari gen­tu, og tey fingu tríggjar synir. Sjálv­ur doyði hann í 1992. Ættin hjá Reidar fekk einki at vita um sonin í Føroyum fyrr enn í 2011. Nú hava tey ógvuliga stóran áhuga at frætta um hann og hansara møguligu ætt. Tey hava roynt at fáa innlit í faðir­s­kaps­málið, men hetta er sýtt teim­um. Tey hava sett seg í samband við Óla Jacobsen, og tískil verður á henda hátt roynt at fáa samband við før­ oysku ætt teirra. Tað ber til at fáa nærri at vita við at skriva til olijacobsen@olivant.fo ella við at ringja til 315769 ella 285769. Søgan »Morgun« er skrivað av Jóhan Jacob­sen í Fuglafirði, sum doyði í eini ferðsluvanlukku 19. oktober í 1984, bert 18 ára gamal. Hann skrivaði søguna, tá hann var 12 ára gamal. Foreldrini, Victoria og Ivan Jacob­ sen, ynskja, at hendan søgan kann standa sum eitt minni um Jóhan, sum tey vita, at tey skulu síggja aftur hinu­ megin deyðan. MORGUN Kom nú upp Jógvan, rópti mamman. Ja, segði Jógvan. Hann kom fram og fekk klæðini upp á kroppin. Hann kom oman í køkin og fekk ein góðan morgun­mat, og aftan á læs mamman nøk­ur orð fyri honum. Og so sungu tey sangin »Jesus eiga øll at kenna«, sum Jógvani dámdi so væl. Men vinmaður Jógvans, Tummas, var úr einum vantrúgvandi heimi. Pápi Tummas var hart ímóti kristin­ dómi­num, og Tummas fekk ikki loyvi til at ganga at hoyra um Jesus í sam­ komu­húsinum. Jógvan kysti mammu sína farvæl og fór út, hann fór oman til Tummas. Jógvan bankaði upp á dyrnar, pápi Tumm­as kom út. »Kemur Tummas út?« spurdi Jógvan. »Nei« vit fara ein bil­túr, kemur tú við? »Ja« so fóru teir í bil­in. Teir fóru so avstað. Pápi Tummas koyrdi nakað hart, og tá teir komu til eitt sving við nógv­ um farti, rendu teir útav, bilurin gjørd­ist vrak, og pápi Tummas fekk nógv­an skaða. Men nú fingu teir nakað at hugsa um. Har teir nú vóru staddir var mill­ um tvær bygdir, og tað vóru 4 kilo­ metr­ar til nærmastu bygd. Men Jógv­ an segði, »um vit biðja Gud, so kann hann hjálpa okkum«, »Ja, ger tað«, segði pápi Tummas og faldaði hend­ ur­nar, og Tummas faldaði eisini hend­ ur­nar, og Jógvan bað eina bøn. Men eftir tveir tímar kom so endiliga ein bil­ur og sá teir og fekk pápa Tummas á sjúkrahúsið og koyrdi Jógvan og Tumm­as aftur í bygdina. Men læknarnir søgdu, at pápi Tumm­as fór ikki at liva leingi afturat, og ein dagin fóru Tummas og mamma hans­ara og Jógvan at vitja pápan. Hann var ógvuliga ússaligur og segði, at hann ynskti at blíva frelstur, og Tummas, mamma hansara og Jóg­van løgdu seg á knæ og Jógvan bað. Og pápi Tummas bleiv frelstur, og mam­ ma Tummas og Tummas blivu frelst. Stutt eftir doyði pápi Tummas, men hann óttaðist ikki fyri at doyggja, tí hann var frelstur. *Skrivað í 1978 av Jóhan Jacobsen, bert 12 ára gamal Ærað veri minni um Jóhan. Victoria og Ivan Jacobsen Norðmaðurin Reidar Horn fekk ein son við føroyskari gentu í 1942/43. Norska ættin sóknast eftir sambandi við teirra føroyska skyldmann Hvør saknar ein norskan pápa? Til minnis um Jóhan Jacobsen 90 ára føðingardagur Hósdagin 23. august verður Arn­hold Olsen úr Fuglafirði, bú­sitandi á Skála, 90 ár. Dag­urin verður hildin kl. 19 í bygd­ar­húsinum í Leirvík. Tey, sum vilja halda dagin saman við føð­ingardagsbarninum, verða biðin um at siga frá á tlf 441252 innan 16. august. 80 ára føðingardagur Í dag, 17 aug. verður Jóannes Niclassen, Skála 80 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Gullbrúðleyp Hjartaliga takka vit tykkum sum mintust okkum á Gullbrúdleypsdegi okkara Ólavsøkudag Minna og Asbjørn Petersen Gullbrúðleyp Leygardagin hin 18. august 2012 hava Sólrun og Andrias Klein verið gift í 50 ár. Tey eru burturstødd. Brúdleyp Leyðardagin 18. august giftast Dagmar Clothier, Tórshavn, og Mikkjal Helmsdal, Tórshavn. Vígslan verður í Havnar Kirkju kl. 17.00. Veitslan verður í róðrarneystinum á Argjum fyri innbodnum. Tann 28 juli fekk Rebekka ein lítla beiggja ið var 52 cm. og vigaði 3180 gr. Foreldrini eru Hanna Justinussen og Jóhan Mørkøre, Hósvík. Burðardagur: 08.08.2012 Kyn: Genta Longd: 51 cm. Vekt: 3260 gr. Foreldur: Turið L. Nónklett og Jón Nónklett Fríggjadagin 20.07.12. fingu Poulina Brim Joensen og Kristian Hvidbro Klaksvík eina dóttir, hon vigaði 3060 og var 51 cm long. 8-08-2012 fingu Laila Ludvig Fámjin og Djóni Norðberg Hvalba Ein son Longd 49 Vekt. 2980 Burðardagur: 12. august 2012. Barn: Drongur, 3510gramm - 54cm langur Foreldur: Malan Ludvig, Tórshavn & Dávur Brøðraberg, Tórshavn