fríggjadagur 17. august 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leygarkvøldið
klokkan
21.30 verður Perlan í Havn
karmur um forkunnugt tón
leikatiltak við nýstovnaða
bólkinum Ma’másita. Navn
ið á bólkinum er snarað úr
spanska orðinum Mama
cita, sum eisini er heitið
einum lagið hjá navnframa
tenorsaxo-fonistinum Joe
Henderson.
– Hetta sigur okkum, at
tónleikurin, sum verður at
hoyra, er modernaður jazzur
og sokallaðir jazzstandards,
siga fyrireikararnir.
Jazzur hevur við tíðini
greinað seg seg út á flestu
tónleikastílar. Ma’másita
ber eisini brá av hesum.
Talan er um jazztónleik
við
funk,
latin,
popp,
musical og blues ávirkan.
Skráin umboðar løg, sum
Nina Simone, Sade, Frank
Sinatra, Dexter Gordon,
Freddie Hubbard og Sting
hava roynt seg við, bert
fyri at nevna okkurt úr
rúgvuni. Eisini verður høvi
at hoyra okkurt nýskrivað
tilfar hjá bólkinum.
Fyri sanginum standa
Birita Davidsen og Mike
–
tveir
evnaríkir
ungir
sangarar,
sum
mangan
hava víst sínar dygdir á
palli. Á ljóførini eru Mortan
Zachariassen (Sax), Jonleif
Jensen (Trummur), Agnar
Lamhauge (Bass) og Hans P.
Tórgarð (Guitar).
Eitt
ávíst
umhvørvið
hoyrir til hetta slagi av tón
leiki. Tað leggur tiltakið
leygarkvøldið eisini dent á,
tá Perlan verður umskapað
til “Jazzkafé” við borðum,
stólum og góðhýrdum fólki.
Høvi verður eisini til at fáa
okkurt leskiligt afturvið
tónleikinum. Ma’másita er
sjálvandi meint í speisemi.
Til ber eisini at standa, ella
enn betur – at fáa sær ein
“swingom”.
»Livandi mentan, har vit
koma hvørjum øðrum við«
er grundsjónarmiðið aftan
fyri mentanarvikuna, sum
verður í Fuglafirði frá týs
degnum, 18. september, til
sunnudagin, 23. september,
2012.
Skráin fer at bjóða eina
rúgvu av góðum og áhuga
verdum
tiltøkum
hvønn
dag alla vikuna. Umframt at
síggja og hoyra ymiskt, verð
ur eisini lagt upp til, at fólk
sjálvi luttaka og skapa. Vikan
leggur upp til, at fólk, sum
duga, tíma og vilja – geva
sær tíð til at koma hvørjum
øðrum við. Soleiðis umfatar
skráin – umframt ymsar
størri og minni framsýn
ingar, fyrilestrar og konsertir
– eisini eina røð av tiltøkum
og verkstovum, har fólk, eisi
ni aðrastaðni frá, kunnu lut
taka.
– Stovnar, virkir, handlar,
fríðtíðar- og áhugafelags
skapir og einstaklingar í
býnum hava tikið væl í móti
áheitanum og fyrispurning
um frá kommununi, og er
tað hesum fyri at takka, at
skráin sær lovandi út, siga
tey á Kunningarstovuni í
Fuglafirði.
Endaliga skráin verður
lýst m.a. á heimasíðuni hjá
Fuglafjarðar
kommunu,
www.fuglafjordur.fo og á
sosialu miðlunum í næstum,
men fyribils sær skráin so
leiðis út:
Verkstovur:
Dansiverkstova fyri ung í
skúlanum, sum endar við
dansiframførslu
í
gamla
svimjihyli, verkstova í skúla
num í samband við fyri
reiking av »paradu«, kreativar
verkstovur
í
Ribarslofti
m.a. pílaflætting og ymsar
verkstovur í sambandi við
UNIKA-gávu-marknað hinu
megin vegin, opin verkstaður
á Vesturstovu, Verkstova/
barnaringur í Thabor, tón
leikaverkstova og »jam« á
John's Cafe við m.o. Stanley
Samuelsen
og
Høgna
Lisberg, ungdómsverkstova
og
kappingar
í
»Hygge
Joe's« í Mentanarhúsinum,
opin verkstaður í Lonini og
dansiverkstova við Selmu
Kjærbo saman við Flog fyri
vaksin, børn, arbeiðsfólk,
virkir, stovnar. Størsta verk
stovan er »Kórmót«, sum
Fuglafjarðar Sangkór hevur
tikið stig til. Tey hava bjóðað
skotska urguspælaranum og
kórleiðaranum Michael Baw
tree higar at leiða Kórmótið,
har tey m.a. fara at syngja
brot úr Händels Messias.
Kórmótið endar við konsert
í kirkjuni.
Daglig tilboð:
Kamping uttan fyri Mentan
arhúsið, morgunsvimjing í
svimjihøllini ella á sjónum
við møguleika fyri morgun
mati í Mentanarhúsinum
aftaná. Morgunkaffi, prát
og avísir við runda borðið á
Bókasavinum,
Undirhúsið
er opið, Piddasa handil og
Gallerí Ribarhús eru opin,
stórur
UNIKA-gávumark
naður er opin (m.o. Fíl, Shisa,
Freeleif,
knappliga,
Erla
Perla,
Lilliane
Svøðstein,
Guðrið Poulsen) Morgun
matur til keyps hvønn ger
andismorgum í Mentanar
húsinum, brunch verður at
fáa um vikuskiftið. Pannu
køkur. Johns Cafe hevur
opið, Pizzaria Prima Vera
hevur opið og Muntra hevur
góð buffettilboð alla vikuna.
Tiltøk:
Gongutúrur eftir fjøllunum
kring Fuglafjørð, grótbrots
konsert við Sleepless Ghosts,
fyrilestrar av ymsum slag,
skrønir úr Fuglafirði, Poetry
Slam á Bókasavninum, ÍF
flogbóltur skipar fyri uttan
dura flogbóltsvølli og til
tøkum á sandinum, ponyríð
ing, Fuglafjarðar Sløkkilið
hevur framvísing av út
gerð, klipping og sløkking
av bili v.m. Filmssýningar
í Mentanarhúsinum, nýggi
Barnagarðurin á Kambsdali
hevur opið hús, kappingar,
rundvísingar á kajuni, Al
tjóða
Alzheimerdagur
21.
sept, andlitsmáling, dukku
leikir, brot úr gomlum smal
filmi úr Fuglafirði, stórur
barna/leiku-loppumarknað
ur (øll børn eru vælkomin
at luttaka), karokekapping,
filmsýningar og upplestur
fyri børn undir skúlaaldur á
Bókasavninum, Bassi vitjar,
"Syngið við"-hugnatiltak við
buffet frá Muntra sunnu
kvøldið 23. sept.
Framsýningar:
Fotoframsýning »Gerandis
myndir«,
framsýningin
»KUFFERT« í hølum hjá
Havsbrún (øll kunnu lut
taka), veteranbilasavn letur
upp, vindeyga-listaframsýn
ing eftir niðasta vegi, fram
sýning av bundnum kjólum,
framsýning
við
gomlum
myndum úr Fuglafirði, fram
sýning
av
steinprentum
hjá Fríðu Brekku, Bárður
Jákupsson og Olivur við
Neyst í Gallerí Ribarhús,
framsýning
av
gomlum
lestrarbókum, bíblium og
sálmabókum
í
kirkjuni,
málningaframsýning
við
Frits
Johannesen,
Øssur
Mohr og Heðin Kambsdal,
málningaframsýning
við
Idu Jacobsen í Vesturstovu,
Fornminnisfelagið
hevur
opið í Høvdahúsinum og
letur nýtt bátasavn upp í
Ribarhúsi, Alzheimerfelagið
og fólk ið hava arbeitt við
reminicens hava framsýning
í Høvdahúinsum, Mortansa
hús er opið. Kunningarbásur
við vetrarskráum hjá felags
skapum í býnum.
Tónleikur og konsertir:
Tónleikatreff
og
-jam
á
Johns Cafe og í Ribarhúsi
alla vikuna, Konsertfelagið
skipar
fyri
klassiskari
urgu- og trompetkonsert í
kirkjuni við Michael Baw
tree og Johan Hentze, Kór
mót við framførðslu av m.a.
Händels Messias, Stanley
Samuelsen,
Lív
Næs
og
Tróndur, Rói & Jonhard,
Fuglafjarðar Hornorkestur,
Niels Midjord, Høgni Lis
berg, Sleepless Ghosts, Late
Night Satelite, Absurdy Fair,
fourMENH, Brandur, T.O.S.,
dreingjabólkurin
Antony
mes, Jeanett & Elsa, jass
bólkurin Stolen Moments og
onnur.
Mentan í fremstu
røði í Fuglafirði
MENTANARVIKA Í døgunum 18. til 23. september verður
mentanarvika í Fuglafirði har lagt verður upp til, at fólk, sum
duga, tíma og vilja – geva sær tið til at koma hvør øðrum við
Ma’másita – við Biritu &
Mike í Perluni leygarkvøldið