Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgmaður vil hava víðari heimildir Vit vóru ov sein, tá fullveldissamgongan tók við í 1998 og vóru eisini fullkomiliga skúgva til viks. Tá má ikki henda aftur, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Sambandsflokkurin fer nú undir at orða eitt uppskot, hvussu ríkisfelagsskapurin kann dagførast Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo GORI 88 Dekkandi 5 Litur. GORI 88 Transparent 5 Litur. 648,- 548,- GORI 22 Grundari 5 Litur. 348,- Træið sigur gori uTTandurða málInG Uni Holm Johannesen ­– Semjan er, at tingbólkurin og landsnevndin fer undir eina arbeiðsætlan, sum skal vera okkara boð upp á eina nýskipan í ríkisfelagsskapi­ num. Eg droymdi um ein ríkjafelagsskap, men noyðist at laga meg eftir flokkinum, har undirtøkan ikki var fyri hesum. Hetta verður okkara boð upp á, hvussu vit vera sjálvstýrandi í ríkinum. Og lat meg staðfesta tað enn einaferð: Eg havi ongantíð tosað um fullveldi. Tað sigur Kaj Leo Johanne­ sen, løgmaður. Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum hevði fund í gjár, og niður­ støðan var, at flokkurin fer undir at evna eitt uppskot til dagføring av ríkisfelags­skapi­ num. Hann viðurkennir, at ósam­ ­svarandi áhugamálini hjá Danmark og Føroyum, sum støðugt koma fyri í uttan­ ríkismálum, er orsøkin til, at hann vil hava víðari heimildir á uttanríkisøkinum. Dømi er WTO. Allir løgmenn, sum hava sitið, merkja hesar trupul­ eikarnar, sigur hann. Hetta krevur eina ný­skip­ an í ríkisfelags­skapi­num. – Sambandsflokkurin má vera við í hesum arbeiðinum. Vit vóru ov sein, tá full­veldis­ samgongan tók við í 1998 og vóru eisini fullkomiliga skúgva til viks. Tá má ikki henda aftur. Eg vil, at Sam­bands­ flokkurin eigur virkn­an lut, tá ríkisfelagsskapurin skal dagførast, og vit fara at geva okkara íkast við hesum arb­ eiði­num, sum byrjar skjótt, sigur løgmaður. Politiken frammanfyri Sosialurin vísti í blaðnum mána­dagin á, at Politiken visti um dreymin hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, um ein ríkjafelagsskap í mai. Tað var tveir mánaðir, áðrenn sambandsmenninir fingu tað at vita. Løgmaður sigur, at Bo Lidegaard, blaðstjórin á Pol­ itiken, fór undir hesa grein­ arøðina fyri at vita, hvat ríkisleiðararnir vilja við ríkis­ felagsskapinum. Greinarnar skuldu brúkast sum upptakt til ríkisfundin, sum verður í Grønlandi um tvær vikur. Avtalan var, at løgmaður skuldi ikki siga frá sam­ røðuni. – Har greiddi eg frá, hvat eg vil við felagsskapinum í framtíðini. Undirtøka var ikki fyri tí í flokkinum. Tað var eitt mistak, at eg fór út við hesum, áðrenn eg hevði tosað við baklandið. Tað viðurkenni eg fegin. Eg skilji kortini ikki, at eg skal frá sum formaður, tí eg havi sagt, hvat eg vil, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Hann dugir ikki at siga, nær Sambandsflokkurin fer undir arbeiðið, har flokkurin gevur sítt boð uppá, hvussu ríkisfelagsskapurin skal dag­ førast. Tað verður teirra íkast til orðaskiftið. Betraður rakstur hóast strangari reglur ROKNSKAPUR Raksturin hjá BankNordik áðrenn niður­skriv­ingar og óvanligar útreiðslur var fyrra hálvár 131 milliónir krónur móti 120 sama tíðarskeið í fjør Leo Poulsen Bylgjurnar eftir keypið av Amagerbanken hava nú lagt seg, og tær eina­ferðs út­reiðsl­ urnar, sum keypið hevur havt við sær, eru so at siga eitt endað kapittul. Konverteringin og samansjóðingin av bank­a­ num, serliga nýggjar KT- skipanir, hava verið heldur dýrari enn leiðsl­an roknaði við, og hevur higartil kostað 60 milli­ónir í mun til tær mettu 30-50 milliónirnar. – Men hetta eru út­reiðslur, sum ikki koma aftur, og hesar útreiðslur eru í størstan mun av­viklaðar í fyrra hálvári, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik. Grundraksturin hjá bank­ anum er væl betri enn sama tíðarskeið í fjør, og tað merkir, at bankin heldur fast við upprunaligu metingina sum sigur, at avlopið við ársenda fer at liggja mill­um 150 og 200 milli­ónir krónur. Eitt annað, ið hevur drigið niður í roknskapi­num hjá bankanum er, at krøvini hjá fíggjar­eftirlitinum til fastognir eru herd. – Vit hava ikki nógvar fastognir, men herdu krøv­ini, sum í veruleika­num merkir, at ognirnar skulu metast eftir tí virði, ið ognirnar hava við sølu innan hálvt ár, hava fingið okkum at niður­skriva eyka 25 milli­ónir upp á tvær fastognir hjá okkum, sigur John Rajani, stjóri. Eisini hevur ein til­passing av Amager­bank­en til sam­tak­ ið kostað 11 milliónir krónur, millum annað í uppsagnar­ løn­um. Lágt rentustøði Roknskapurin vísir, at út­lán­ ini minkaðu eitt vet í fyrra hálvári. – Hetta kemst í stóran mun av, at fólk gjalda meira aftur av, enn eftir­spurn­ing­ urin er eftir útlánum. Gongd­ in vísir, at vit merkja eina fram­gongd í Grønlandi, lítla framgongd í Føroyum, meðan Danmark vísir eina lítla aftur­gongd, sigur Janus Pet­ er­sen. Framgongdin í Grøn­landi kemst av, at bankin hevur megnað at skapt ein stabilitet hjá leiðslu og starvsfólki. – Hetta saman við teirri sannroynd, at undanfarnu eigararnir ikki vístu so stóran áhuga fyri deildunum í Grøn­ landi, sigur Janus Peter­sen. Lækkað rentustøði merk­ ir eisini minni inn­tøku upp á útlán, men bankin hevur stór­ar ætlanir á danska mark­ n­aði­num. – Vit ætla at vaksa í Danmark, men tað skal ikki verða gjøgnum fleiri uppkeyp av bankum. Vøksturin skal tí koma við einum størri kunda­ skara, segði Janus Petersen fyri stuttum í samrøðu við Børsen. Samlaðu útreiðslurnar samanborið við inntøkurnar vísa eitt avlop áðrenn skatt upp á 12 milliónir krónur, men sum nevnt heldur bank­ in fast við upprunaliga metta avlopið tá árið er úti upp á eitt stað millum 150 og 200 milliónir krónur. Konverteringin av Amag­ er­bankanum hevur kostað heldur meira enn upprunaliga mett, men BankNordik held­ ur fast við metta avlopið á 150-200 milliónir krónur Vøksturin skal koma við einum størri kundaskara, sigur Janus Petersen