fríggjadagur 17. august 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 17. august 2012 · Nr. 95
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
lærlingur
til verkstaðið!
Ert tú ágrýtin og fyrikomandi, og
hevur tú lætt við at samskifta við
onnur, so er eitt lærupláss her hjá
okkara verkstaði kanska júst nakað
fyri teg.
Vit kunnu bjóða góðar arbeiðs-
umstøður og góðar starvsfelagar.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur
lokið SIT og at tú hevur koyrikort
til persónbil. Eisini er gott, um tú
hevur tekniskar og mekaniskar
førleikar.
Freistin at søkja læruplássið er 28.
august 2012.
Send umsóknina við próvskjølum
og møguligum viðmælum til:
auto service
undir krákugjógv 19
Postbox 3168
FO-110 tórshavn
Vilt tú hava meira at vita um
starvið,
ert
tú
vælkomin
at
venda tær til Heðin Weihe á
tel.34 54 00 ella teldu postadressu
hw@autoservice.fo
Auto Service er ein av førandi bilasølunum í
Føroyum. Í dag starvast 23 fólk deild á verk-
stað, klárgering, eykalutagoymslu, bilasølu
og umsiting.
Vit umboða merkini Peugeot, Opel, Nissan
og Chevrolet.
www.autoservice.fo
www.floghavn.fo
sansir.fo
Vága Floghavn er í eini menningartilgongd.
Flogvøllurin er longdur frá 1250 metrum til
1799 metrar. Nýggj farstøð verður í løtuni
bygd og vænta vit, at hon er liðug í fyrru hálvu
av 2014.
Útbyggingarnar lata upp møguleikar fyri
nýggjum ferðamálum og tilboðum til verandi og
nýggjar marknaðir og víðka um inntøkugrundar
lagið hjá Vága Floghavn. Sum liður í menningar
tilgongdini søkir Vága Floghavn eftir einum
stjórnarsamskipara.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um heimasíðu
røkt, starvsfólkaviðurskifti, skrivarauppgávur,
viðlíkahald av skjalasavninum, samskipan,
móttøku, bókhald, fíggjarrapportering, rokn
skap og aðrar uppgávur. Harumframt kann
væntast, at samskiparin í ávísan mun eisini
skal verða við til at menna marknaðar føring
ina av Vága Floghavn og Føroyum sum ferða
mannalandi.
Stjórnarsamskiparin skal, við tilvísing til
stjóran í Vága Floghavn, og í samstarvi við
starvsfelagar sínar, luttaka í arbeiðinum við
teimum uppgávum, sum partar av leiðslubólk
inum taka sær av, umframt øðrum uppgávum í
sambandi við virksemi felagsins. Bílegging av
ferðum og hotellum til leiðslubólkin er eisini
partur av starvsøkinum.
Stjórnarsamskiparin skal hava hóskandi
útbúgving, so sum skrivstovuútbúgving ella
líknandi, ella viðkomandi royndir, góð sam
starvs evni og duga at arbeiða sjálvstøðugt og
hava kunnleika til føroyskt, danskt og enskt mál.
Miðað verður ímóti at seta starvið 1. oktober
2012, ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar
fáast við at venda sær til:
Jákup Sverra Kass á telefon 354400 ella við
telduposti á jsk@fae.fo
Umsóknir saman við prógvum, C.V. og øðrum
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20.
august 2012. Allar umsóknir við neyðugum
fylgiskjølum verða viðgjørdar í trúnaði og
skulu sendast til: Jákup Sverri Kass, stjóra á
jsk@fae.fo
Stjórnar-SamSkipari
til Vága FloghaVn